Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 25 Komandi partur Í komandi parti verður m.a. greitt nærri frá valstríðnum og úrslitið av valinum. sambandsveljarum.   Eg segði honum, at eg ongantíð hevði hugsað mær at fara uppí politikk, hóast eg var politiskt áhugaður sambandsmaður. Pápi, Hans Andreas Djurhuus, hevði eisini verið tingmaður fyri Sam­ bands­flokkin  Eg hevði heldur ong­ar royndir  sum talari, og helt ikki, at eg hevði evnir í so máta. Og eg helt heldur ikki, at eg var nóg harðbalin at vera politikari. Spurdur,  greiddi Herluf  frá, at Oliver Effersøe ikki ynskti at halda áfram sum tingmaður.  Her­luf hevði havt samband við sam­bandsmenn í Havn um mína upp­stilling. Eg skilti, at tað vóru teir á Dimmalætting, har tann frí­ sinnaði sambandsmaðurin, Poul Niclasen, var blaðstjóri. Hes­ir vildu fegnir hava meg sum val­ evni. Til mína undanførslu um at mær manglaði royndir í politikki, segði hann at hetta var ikki øðr­ vísi enn hjá øllum øðrum. Roynd­ irnar komu av sær sjálvum. Eg undraðist eisini yvir, at Her­ luf og hansara floksfelagar hildu meg vera egnaðan at umboða Suð­ur­oynna í løgtinginum. Hes­ ir somu menn høvdu verið sera at­finn­ing­arsamir at mín­um leik­ luti sum formaður í komm­unu­ stýr­inum. Her var svarið, at eg ong­antíð skuldi verið far­in uppí kommunupolitikk, men hoyrdi meira heima í løg­ting­in­um. Grund­gevingin var tann merki­ liga, at sóknin skuldu stýrast av teim­um lokalu. Eg lovaði bara, at eg skuldi hugsa um hetta. Konan,  Margr­ etha, helt hugskotið vera gott. Hon hevði væntað eina slíka áheit­an. Eg spurdi eisini mammubeiggja mín, Lars Larsen. Víst var hann sjálvstýrismaður, men eg hevði varhugan av, at orsøkin til tess var  hansara viðurskifti við Oliver Effersøe, sum hann fleiri ferðir hevði havt samanbrestir við. Nú var hann stillari hjá Edvard Mit­ens í Sjálvstýrisflokkinum, sum var systirsonur Oliver Effersøe. Lars helt avgjørt, at eg skuldi stilla upp, og eg skuldi einki leggja í tað, sum var hent í kommunustýrinum. Eg hevði viljað tosað við pápa, men hetta bar ikki til. Tískil játtaði eg at stilla upp. Men tað var ikki væl dámt av øll­ um.  Tað kom eitt lesarabrævi í Før­oyatíðindi, lokala blaðnum á Tvøroyri, um at Oliver Effersøe var kroystur av listanum, og at hetta var ein vánalig tøkk, hann fekk frá flokkinum eftir langa og trúgva tænastu. Tann endaliga sannleikan í hes­um máli fekk eg ongantíð at vita. Effersøe svaraði ikki aftur, og hetta kundi bent á, at tað var ikki heilt sjálvboðið og enn minni eftir egnum ynski, at hann hevði tikið seg aftur.   Hevði hann ynskt eitt gott úrs­lit fyri meg og  flokkin, hevði tað verið náttúruligt, um hann svar­aði nevnda lesarabrævinum í  Føroyatíðindi aftur. Tað segð­ist annars, at tað var ein sam­bands­ maður, sum hevði staðið Eff­ersøe sera nær, sum hevði skrivað tað.  Vóru tað fleiri við hon­um, sum vóru beiskir um, at Eff­ersøe ikki var stillaður upp aft­ur, kundi hetta minka um mínar val­møgu­ leik­ar. Tað er eisini ein partur av søg­uni, at Oliver Effersøe seinnu ár­ini búði í Danmark. Konan var donsk, og hann var bara í Før­oy­ um, tá ið tingið var saman. Tí var ikki nakað serligt samband við veljararnar. Hann var eisini sjúkligur, og møtti ikki á tingi ta seinastu tíð­ ina, varamaðurin møtti fyri hann. Oliver doyði longu í 1933. Valstríðið við Jóannes Patursson Eg kom tískil heilt óvæntað inn í valstríðið. Eg var ikki meira enn uppstillaður, tá kom áheitan frá Jóannes Patursson um at vera við á einum valfundi í Vági. Hetta kom heilt óvart á meg. Eg hevði ikki enn gjørt mær hugsanir um eina valtalu, og so skuldi eg fyrstu ferð dystast móti sjálvum Bóndanum, sum var royndur og dystin lærdur á hesum økinum. Men har var einki at gera. Sjálvt um eg hevði bestan hugin at bera meg undan, kundi eg ikki gera tað. Vit búðu báðir hjá Petur Dahl, systkinabarnið hjá mammu míni. Eg minnist, at eg undan fund­inum fekk mær ein cognac aftur við døgurðanum, tí eg helt at hetta kundu linka spenningin, sum eg var í upp undir fundin. Eg bjóðaði eisini Patursson eitt glas. Hann hugdi fyrst mistrúgvin at mær, sum at hann møguliga helt, at eg ætlaði at beina fyri hon­um. Men so segði hann, at hann hevði sum prinsipp ikki at leska dropan, áðrenn hann skuldi hava orðið. Hetta havi eg eisini seinni hildið meg til. Vit hittust so í Vági, tað var vist í losjuni. Her var stúgvandi fult av fólki, og tað vóru bara vit báðir, sum skuldu í eldin. Teir vanligu valfundirnir við um­ boðum úr øllum flokkum komu seinni. Hesin fundur var vist eitt taktiskt snildi at fáa meg útslignan beinanvegin. Tá kundi høv­uðs­valevnið hjá Sjálv­stýris­ flokkinum, í Suðuroy, Edward Mitens, fáa lætt spæl. Men henda ætlan eydnaðist ikki. Patursson hevði sjálvandi ein hóp av málum, sum hann kundi brigsla Sambandsflokkinum. Men hetta kundi eg avvísa, tí eg var nýggjur í politikki og kundi ikki hava ábyrgdina av møguligum mis­tøk­um, sum onnur kunnu hava gjørt. Men eg kundi vísa á grund­ leggj­andi munin millum flokk­ ar­nar báðar. Og eg kundi vísa á, at Patursson ikki hevði kunnað víst á, hvussu eitt størri sjálvstýri skuldi fíggjast. Hetta var sjálvsagt ein primitiv agita­tión, men tað var í hvussu er nakað, sum fólk skiltu. So eg kundi fara av fundinum uttan at kenna meg heilt slignan út. Seinni var eisini ein líknandi fundur á Tvøroyri. Eina tíð eftir fekk eg at vita frá Andras Samuelsen, at hann hevði tosað við Oluf Skaalum, sum hevði verið á fundinum í Vági, og hann helt, at eg hevði klárað meg væl. Men hetta skal vist ikki tak­ ast fyri meira enn tað var. Skaal­ um var kendur sam­bands­mað­ur og tískil í andstøðu til Bónd­an, ið hann sum blaðstjóri á Dimma­ lætt­ing hevði havt nógvar saman­ brest­ir við. Herluf B. Thomsen fekk Kristian inn í politikk Herluf var partur í T.F. Thomsen. Hetta er teirra fiskastykkið ein góðveðursdag í 1930-unum. Spurningurin er um Oliver Effersøe var so fegin um nýggja sambandsvalevnið. Kristian saman við synunum, Hans Andreasi og Johan, við haka.