hósdagur 6. februar 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
26
KJAK
Ein er tíðin at dansa
Føroyar eru endaðar sum miðdepil í stórpolitikkinum
um Arktis. Stórveldini Kina og USA royna at
trýsta okkum úr hvør sínum heraðshorni. Í staðin
fyri at lata stórveldini stríðast um okkum, eiga
vit at brúka hesa støðu til okkara fyrimun.
Edmund Joensen
Fólkatingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Ein er tíðin at dansa. Soleiðis stendur í
bíbliuni og júst nú er løtan at gera okkum
dælt av stórpolitiska stríðnum vit eru
endað í. Vit eiga at smíða meðan jarnið er
heitt og brúka støðuna til at knýta okkum
nærri at vesturheiminum við teimum
virðis- og marknaðarfyrimunum tað
hevur við sær.
5G verður til verjupolitikk
Uttanríkispolitiskt síggja og uppliva
vit, hvussu stórveldini USA, Kina og
Rusland berjast um ávirkan í Arktis
og Norðuratlantshavi. Serliga USA og
Kina hava víst okkum áhuga. Orsøkin er
ætlaða kinesiska innrásin í okkara parti
av heiminum. Ætlanin hjá Føroya Tele at
lata kinesiska telerisan, Huawei, útbyggja
5G-netið í Føroyum er vorðið eitt heitt epli.
Ein handilslig kinesisk innrás, sum kann
fáa stórar verjupolitiskar avleiðingar.
Vit vera sum eitt lítið land trýst til at
gera sum stórveldunum hóva. Handils
politikkur er blivin til trygdar- og verju
politikk.
Sendiharrar á fríggjaraferð
At Føroyar er vorðin miðdepil í stór
politiska stríðnum um Arktis og Norð
uratlantshav er týðiligt, tá hugt verður
eftir sendiharravitjanunum hjá bæði Kina
og USA. Fyrr var vanligt, at sendiharrar
komu á kurteisivitjanir í Føroyum.
Áhugin bæði frá bæði sendiharrunum og
Føroyum var avmarkaður.
Nú koma fyrst amerikanski sendiharrin,
Carla Sands, og síðani kinesiski sendiharr
in, Feng Tie, til Føroyar kropp at kroppi
fyri at ávirka støðutakanina hjá føroysk
um myndugleikum og fyritøkum.
Virðisstríð
Fyri okkum er hetta tó ikki bara eitt stríð
millum Kina og USA um ávirkan í Arktis
og Norðuratlantshavi. Hetta er annað og
meira enn tað.
Vit uppliva næstan dagliga, at Kina ikki
virðir vesturlendsku hugsjónirnar. Okkara
frælsi og fólkaræði.
Herfyri vildi kinesiski sendiharrin í
Danmark hava eina almenna umbering
fyri eina, eftir hansara tykki, niðrandi
illustratión í JyllandsPosten. Hana fáa
hann og kinesiska fólki ikki. Sendiharrin
vísti á, at illustratiónin skaðar viðurskiftini
millum Danmark og Kina, sum í ár hava
havt diplomatiskt samband í 70 ár.
Kinesiski sendiharrin hevur eisini
roynt at steðga donskum myndugleikum
í at loyva einari standmynd frammanfyri
Christiansborg. Standmyndin er ein
moralskur stuðul til mótstøðufólkini í
Hong Kong. Tað hóvar heldur ikki Kina
og kinesiska sendiharranum.
Hesi eru bara tey bæði nýggjastu døm
ini um, hvussu Kina roynir at sensurera
kina-kritikkarar í okkara parti av heim
inum.
Stríðið um í Arktis og Norðuratlantshavi
er ikki bert eitt stríð um peningalig virði
og vald, men eisini eitt stríð um grund
leggjandi fólkaræðislig virði.
Velja vesturheimin
Tá amerikanski forsætin, Donald Trump,
sendir umboð sítt í danska kongaríkinum
at ávara og leiðbeina føroyingar um
5G-netið og kinesiski leiðarin, Xi Jinping,
sendir umboð sítt til Føroyar at ávirka
støðutakanina í Føroyum til teirra fyri
mun, so leikar á stórpolitiskt.
Í mínum hugaheimi er ongin ivi um,
hvar okkara virði liggja. Føroyar eru
partur av vesturheiminum. Vit, londini í
vesturheiminum, hava eitt felags virðis
grundarlag. Fríði heimurin er okkara, og tí
má okkara støða takast út frá tí veruleika.
Leggja okkara egna putlispæl
Ein er tíðin at dansa – og hon er nú! Vit eru
vorðin ein týdningarmikil brikkur í stór
politiska putlispælinum – og tað skulu
vit brúka til egnan fyrimun. Vit eiga at
knýta okkum tættari at vesturheiminum.
At brúka stórpolitisk amboð og tryggja
okkum betri atgongd til vesturlendsku
marknaðirnar.
Stóri áhugin frá stórveldinum gevur
okkum ein samráðingarfyrimun. USA
ynskir ikki, at vit skulu knýta okkum til
Kina umvegis nýggja 5G-netið. Hinvegin
er Kina ein stórur marknaður hjá okkum,
og um vit vraka Huawei sum veitara av
5G-netinum, eru handilsviðurskiftini við
Kina í vanda. Um USA ynskir at avmarka
okkara marknaðaratgongd til Kina við at
vraka Huawei sum veitara av 5G-netinum,
mugu vit sleppa inn á amerikanska
marknaðin.
Vit útflyta eisini fyri meira enn tvær
milliardir krónur til Ruslands um árið.
Eitt land, sum Danmark umvegis ES er
í handilsstríði við. Trupulleikin hjá okk
um er tó, at verandi handilsavtala millum
Føroyar og ES avmarkar føroyska útflutn
ingin til ES-marknaðin. Tí mugu vit troyta
aðrar marknaðir – millum aðrar tann russ
iska og kinesiska marknaðin.
Frí marknaðaratgongd
Vit eiga at taka upp samráðingar við ES
og USA á hægstu rók. USA og ES skylda
okkum at lata teirra marknaðir upp fyri
okkum – uttan forðingar. Hetta fyri, at
vit veruliga kunnu kenna okkum sum
part av vesturheiminum og fyri at hjálpa
okkum við at gerast minni bundin av
marknaðunum í Ruslandi og Kina. USA
og ES mugu fáast at skilja, at avmarkaðu
handilsavtalurnar vit hava við hesar
marknaðir eru orsøkin til, at vit mugu
troyta marknaðirnar í Kina og Ruslandi.
Avmarkaðu handilsmøguleikarnir hjá
okkum hava viðført, at handilin eystan
eftir er vorðin ein trygdarpolitiskur
spurningur. Við størri marknaðaratgongd
til vesturheimin, ES og USA, verða vit
minni bundin av marknaðinum eystan
fyri, og handilin við Rusland og Kina
kann gerast til eitt handilsligt samband
uttan verju- og trygdarpolitiskar binding
ar. Betri handilsligt samband við vestur
heimin er tí ein win-win støða hjá bæði
Føroyum og stóru marknaðunum í vest
urheiminum, ES og USA. Vit fáa størri
marknaðaratgongd, meðan ES og USA
sleppa undan verjupolitiska óttanum í
Arktis og Norðuratlantshavi, sum hevur
verið sjónligur seinastu mánaðirnar.
Við verju- og trygdarpolitisku støðuni
í huga, og Føroyum at gagni, eiga vit tí
at brúka íkomnu støðuna sum brikkur
í stórpolitiska spælinum til at tryggja
okkum fríari marknaðaratgongd til ES
og USA. Nú er tíðin at dansa.
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn