hósdagur 6. februar 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
30Steypahondbóltur:
Fyrru hálvfinalurnar hjá
kvinnum endaðu báðar við
úrslitinum 24-19. VÍF og H71 hava
nú fimm mál í skjáttuni til seinnu
hálvfinalurnar ímóti ávikavist
Kyndli og Neistanum leygardagin
VÍF- OG H71-
VÍF- OG H71-
KVINNUR
KVINNUR STEVNA
STEVNA
ÍMÓTI FINALUNI
ÍMÓTI FINALUNI
Tá ið hetta blað verður prentað,
er tíðindafólki hjá Sosialinum
úti í høllunum til mansdystirnar
ímillum VÍF og Kyndil í Vest
manna og Neistan og H71 í Havn.
Mikukvøldið sóu vit somu
feløg bresta saman í royndini
at vinna sær sæti í ársins
steypafinalu.
Júst
somu
feløg eru nevnliga eisini í
hálvfinalunum hjá kvinnum.
Málmunurin sera avgerandi
Og mikukvøldið fóru hálvfinal
urnar hjá kvinnum longu at
nærkast einari avgerð – Í øllum
førum hava bæði VÍF og H71 ein
risastóran fyrimun við sínum
fimm málum.
Tað merkir, at Kyndil skal
vinna við seks málum í Vest
manna, meðan Neistin skal tað
sama í Havn, tá ið liðini bresta
saman aftur leygardagin.
Leikaði javnt á í Havn
Dysturin í Havn var onkurs
vegna tættari enn tann í Hoyvík
mikukvøldið.
Á Hálsi leikaði leingi javnt á
ímillum Kyndil og VÍF, har tað
serliga vóru verjurnar sum vóru
í hásæti.
VÍF hevði hug at vera á odda,
men tað var ikki fyrr enn Kyndil
brendi brotskast, og VÍF síðani
vann sína undirtalsstøðu við
tveimum málum beint fyri hálv
leik, at munurin kom til sjóndar.
VÍF var á odda 11-9.
Seinni hálvleikur byrjaði við
einum málturki, og har gingu
fleiri enn fimm minuttir áðrenn
støðan broyttist. Tað var Beinta
Lindberg Hansen sum skoraði
eitt frálíkt mál og minkaði um
munin til 11-10.
Alt snúði seg um
endaliga málmunin
At tað var Kyndil sum breyt mál
turkin kundi benda á, at Kyndil
hevði um endan, men so var ikki.
Yvirhøvur ikki. VÍF fekk nú ferð
á, meðan Fríða Petersen stongdi
Vestmannamálið.
Støðan gjørdist 15-10 til VÍF
áðrenn Kyndil gjørdi enn ein vørr.
Tað snúði seg fyrst og fremst
um hjá Kyndli, at minka um
munin so mikið sum møguligt,
og tað fór eisini at eydnast at
minka niður í tvey mál, tá ið bert
einir seks minuttir restaðu í.
Nýggi VÍF-venjarin, John
Larsen, tók time-out, og prógvaði
sítt virði fyri vestmeningunum í
Høllini á Hálsi henda dagin.
Øgilig VÍF-verja
Eftir time-outið tók VÍF
kvørkratak um dystin. Tað tókt
ist ikki sum at VÍF høvdu gjørt
tær stóru broytingarnar, men
brádliga var tað ein múrur, sum
tók ímóti kyndilsálopinum.
Flutti ein verjuleikari seg eitt fet,
fluttu hinar seg við í júst somu
løtu, og har hómaðust eingi hol
í múrinum.
Munurin øktist upp aftur í
tey fimm málini – Áðrenn Kyndil
fekk hol á aftur.
Eftir eitt time-out eydnaðist
tað Kyndli at flyta gula múrin,
so at Bára Krossteig Hansen
fekk helvtina av vøllinum fyri
seg sjálvan og minkaði niður í
fýra mál á muni við knøppum
tveimum minuttum eftir.
Høgri vongur fær
seinasta málið
Tá ið so VÍF rakti stongina úr
fríari støðu, var møguleikin fyri
einum muni á trý mál brádliga
veruligur – Men hann hvarv so
skjótt hann var komin.
Kyndil gjørdi helst rætt av
at senda fólk fram í skjótálop
so skjótt VÍF hevði loyst sítt
skot, men tá ið tað so brast í
stongina og bólturin trillaði út
í høgru síðu hjá VÍF var bert
ein gulur leikari at taka ímóti.
Ró Nielsen tók bóltin róliga
upp í hendurnar, leyp inn og
skoraði til endaliga úrslitið 24-
19. Tað hoyrdist næstan hvussu
váti vøtturin brast í andlitið á
øllum teimum grønu í Høllini
á Hálsi. Og leikararnir tóktust
ráðaleysir og megnaðu ikki at
koma til skot hóast tíðin var til
tað. Dysturin endaði 24-19 og VÍF
er risastórur favorittur at spæla
seg í steypafinaluna.
H71 hevði tamarhaldið
frá byrjan
Í Hoyvík endaði úrslitið eisini
24-19, men tað var ein øðrvísi
dystarmynd.
H71 hevði havt stórar trupul
leikar av Neistanum í ár, men
mikukvøldið byrjaði heimaliðið
best í Hoyvík. Her var tað ein
svørt verja sum flutti seg í
góðari takt, meðan Neistin mátti
royna seg úr fjarstøðu – men til
fánýtis.
Støðan gjørdist 3-0 til H71,
sum fekk tað besta burtur úr
leikarum sum Maritu Morten
sen, Mariu Halsdóttir Weyhe og
Lív Zachariassen, sum vísti seg
at vera lykilin at skapa møgu