Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 31 leikar – og eina ørgrynnu av brotskøstum – til vanligu topp­ skjúttarnar. Stór sveiggj í muninum Neistin fótaði sær kortini og minkaði niður í tvey mál – Men H71 økti upp í heili seks mál, tá ið bert einir fimm minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. Men neistakvinnurnar vóru ikki lidnar enn. Næstu fýra málini í dystunum komu av neistahondum, og eftir hálv­leiks­ støðuna 12-10 til H71, var støðan 12-11 tíðliga í seinna hálv­leiki. Men nærri kom Neistin ikki. H71 demmaði enn einaferð fyri bláu álopsbylgjunum, og um miðjan seinna hálvleik gjørdist støðan 20-13 til H71. Snúði seg um skaðabót Nú var Neistin í somu støðu sum Kyndil var á Hálsi. Tað snúði seg ikki um at vinna hendan dystin, men heldur um at minka so mikið um skaðan, so at møguleikin framvegis fór at vera til staðar. Men H71 tókt­ist at hava tamarhaldið og spældi við júst røttu javnvágina ímillum at varðveita tamarhaldi og váða sær eftir málum – Men so hvørt sum dystarendin nærk­aðist, koppaði javnvágin ímóti tamarhaldinum – Og kom brádliga ein risastórur møgu­ leiki til Neistan. Dýrar útvísingar Fyrst fekk H71 útvísing. Tað mundi vera dýrt. Men ikki so dýrt, sum tá ið H71-venjarin vísti sína ónøgd við eina døming, eftir at H71 hevði mist bóltin í álopi­ num. Einar Jónsson fekk enn eina útvísing fyri sína ónøgd. Sostatt vóru tær bláu tvær fleiri á vøllinum og hálvur ann­ ar minuttir restaðu í. Støðan var 23-18 nú, og munurin kun­ di minka nakað væl meira. Neista­kvinnurnar máttu brúka fitt av tíð at minka niður í tey fýra máluni og so fór H71 í álop við bert fýra leikarum og 27 sekundum á klokkuni. Høgri vongur tekur av Øll høllin sum hon var, væntaði at H71 fór at royna at varðveita bóltin hesi seinastu sekundini – Men øll Hoyvíkshøllin var tikin á bóli, tá ið Guðrið á Borg leyp beint á úr høgra vongi, og økti upp aftur í 24-19. Neistin hevði tíggju sekund at svara aftur, og mátti skjóta úr trýstari støðu. Skot­ið var bjargað, og so kundu H71-kvinnur fegnast um eitt hitt størsta úrslitið í stuttu søgu teirra. Annika Fríðheim Petersen - H71 Málverjin hjá H71, sum eisini spældi sínar fyrstu landsdystir í heyst, var enn einaferð avgerandi mikukvøldið. Tað er lætt at siga eftir dystin, at neistaleikararnir vóru ikki nóg neyvir, men í roynd og veru kundi ein leikari sum Marjun Danberg stolið yvirskriftirnar aftur hesaferð – um hon bara hevði fingið langskotini inn um Anniku í H71-málinum. Men við ótrúliga sterkari verju frammanfyri seg, sum forðaði fyri tøttu skotunum, tók H71-málverjin sær av skotunum, sum komu úr fjarstøðu. Hetta var serliga væl lýst í seinastu løtuni, har Annika Fríðheim Petersen endaði dystin júst sum hon byrjaði; við at fáa hendurnar á eitt hart langskot – sum varðveitti munin á fimm málum. Ingunn Kristina Persson – Neistin Tað var ikki lætt at sleppa fram við verjuni hjá H71 mikukvøldið, men hjá Ingunni Kristinu Perssson eydnaðist kortini. Óteljandi ferðir tveitti hon seg av høgra bakki fram við verjuleikarunum, og fekk annaðhvørt mál ella brotskast. Tað hevur ivaleyst givið nøkur blá merkið, men tað gav eisini seks mál og fleiri brotskøst til Neistan - og fleiri útvísingar til H71. Ingunn er greiður toppskjútti hjá Neistanum hetta kappingarárið, og við teimum seks málunum mikukvøldið hevur hon skotið 102 mál hetta kappingarárið. Tær næstu á neistalistanum hava skotið ímillum 30 og 40 mál til samans. Ró Nielsen – VÍF Ró spældi ein av sínum bestu dystum fyri VÍF mikukvøldið, og heimkomin hevur hon kunnað lagt høvdið á koddan við vissuni um, at hennara fimm mál høvdu givið VÍF frálíka fyrimunin. Høgri vongurin bjargaði millum annað liðið sínum, tá ið hon var skjót í vendingini, og fekk stolið leysar bóltar eftir brend skot frá liðfeløgunum – og tordi at taka møguleikarnar úr spískum tá ið teir komu. Anja Eliasen – Kyndil Syrgdi høgri vongurin hjá VÍF fyri, at munurin endaði á fimm málum, so kundi Kyndil serliga takka Anju Eliasen fyri, at munurin ikki gjørdist størri. Støðan mundi vera 18-13 ella so, tá ið høgri vongurin, sum so at siga onga leiktíð hevur fingið í ár, var sett á vøllin seinasta korterið. Lítið hevði eydnast av veingunum hjá Kyndli. Men Anja eydnaðist. Hetta seinasta korterið skoraði hon fýra av teimum seks Kyndilsmálunum, og flestu av teimum vóru úr sera spískum vinklum. Fýra avgerandi leikarar Fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum: Kyndil – VÍF 19-24 Kyndil: Bára Krossteig Hansen 5, Anja Eliasen 4, Súna Krossteig Hansen 3, Beinta Bárðardóttir 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Beinta L. Hansen 1, Natasja Hammer 1, Sólja Poulsen 1. VÍF: Agnas Olsen 6, Ró Nielsen 5, Durita C. Jojic 4, Heidi Maria Akselsen 4, Lise Marie Evensen 3, Randi Virgarsdóttir 1, Ingibjørg Olsen 1. H71 – Neistin 24-19 H71: Marita Mortensen 8, Maria Halsdóttir Weyhe 7, Eva Barba Arge 3, Lív B. Zachariassen 2, Guðrið á Borg 2. Neistin: Ingunn Kristina Persson 6, Stina Madsen 6, Marjun F. Danberg 4, Sólbjørt Høj 2, Brynja Høj 2. Komandi dystir: Fyrru hálvfinalur hjá monnum: Hóskvøldið 6. februar klokkan 20.00 (Eftir prent av hesum blaði) Neistin – H71 VÍF – Kyndil Seinnu hálvfinalur hjá kvinnum: Leygardagin 8. februar klokkan 18.00 VÍF – Kyndil Neistin – H71 Seinnu hálvfinalur hjá monnum: Sunnudagin 9. februar klokkan 16.00 H71 – Neistin Kyndil – VÍF Steypafinalurnar verða leiktar leygardagin 15. februar. Ítrottarsosialurin velur sær ein avgerandi leikara frá hvørjum liði mikukvøldið