Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað sær eitt sindur løgið út, at løg­ tings­kvinn­ur skulu skriva »løg­ tings­mað­ur« undir lógaruppskot o. a. í Løg­tinginum. Men tað skulu tær. Tí tær eru slett ikki løg­tings­kvinn­ur, men løg­ tings­menn. Tað sigur lógin. Og lógin er als ikki so gomul. Hon er frá 1995 – samtykt beint fyri ólavsøku í 1994. Í dag hevði ein slík lóg neyvan ver­ið sam­tykt, tí tað er ikki uppi í tíðini at nevna kvinnur fyri menn og siga, at »menn« merkir eisini kvinn­ur. Spola vit hesi 25 ár aftur í tíðina, so minn­ast vit ikki tað stóra kjakið um hetta, og um, at vit høvdu eitt mansdominerað samfelag við einum mansdomineraðum máli. Soleiðis broytist, at tað sum á onkran hátt var nátúrligt fyri 25 árum síðani er óhugsandi í dag. Soleiðis skal politikkur eisini broytast, tí politikkur er júst vilja broytingar. Føroyska málið er eitt kall­kyns­ mál, ta søguna kenna vit. Men okkum nýtist ikki at halda so fast í tað. Onnur mál hava eisini verið kallkynsmál, eyðvitað tí, at tað hava verið menn, sum hava skrivað og rátt fyri borgum og gjørt av, hvussu og hvat skal skrivast. Mál broytast, og tí er tað einki í vegin fyri, at vit javnan tillaga mál okkara soleiðis, sum skotið er upp í hesum føri at broyta stýrisskipanaralógina og tingskipanina soleiðis, at kvinnur í politikki kunnu kallast kvinnur og ikki menn. Tað fer einki av okkum, um vit fremja hesa broytingina – og tað ger als ikki málið fátækari. Tí er áhugavert, at ungu løg­ tings­kvinn­urnar, Hervør Páls­dótt­ ir ur Tjóðveldi og Ingilín Strøm úr Javn­að­ar­flokk­i­num nú skjóta upp, at stýrisskipanarlógin verð­ur broytt soleiðis, at heitið ting­fólk ella lands­stýr­is­fólk ella tingkvinna og landsstýriskvinna verður nýtt, tá talan er um kvinnur. Ein teirra, ið var við til at gera upp­skot­ið um stýr­isskipanarlógina, Bjørn á Heygum, advokatur, segði við FM1 fríggjadagin, at tað var als tvístøða um hetta, tá stjórnarskipanararbeiðið fór fram í 1994. Tað als ikki tikið upp á tungu, at fáa kvinnuheitini inn í lógartekstin. Men so kunnu vit bara staðfesta, at nógv er broytt ríðani 1994. Og so er. Vit skulu sjálvandi ganga hesum ynski á møti, og tí skal Løgtingið samtykkja hesa lógarbroyting. Men hon skal samtykkjast av tveimum tingum, so tað tekur tíð. Men Løgtingið kann eisini broyta tingskipanina og soleiðis taka hesi heiti í nýtslu alt fyri eitt. Sjálvandi skulu kvinnur nevnast kvinnur á Løgtingi Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin EIN SPAKI ER EIN SPAKI Elsta búseting verður tryggjað TÍÐINDI SÍÐA 10 Ein savn­andi konsert TÍÐINDI SÍÐA 8-9 Ein bókarøð er júst útkomin, ið eit­ur »Guds ætl­an við sex« – á donsk­um »Guds de­sign for sex«. Bøk­ur­nar eru upp­run­ a­liga skriv­að­ar á ensk­um og venda sær serliga til for­el­ drini, tí rit­høv­und­ar­nir, Stan og Brenna Jones trúgva, at Guds ætlan er, at krist­in for­ eld­ur eiga at vera tey fyrstu og fremstu, ið ­læra børn síni um sex­ualitetin. Forlagið Leirkerið, Før­ oysk­ar fríkirkjur og Heim­a­ miss­i­ónsf­or­lag­ið eru saman við danska for­lag­num Scand­i­navia útgevarar í Før­ oy­um. For­lagið Scandinavia er eins­a­malt útgevari í Dan­ mark. Bókarøðin hevur fýra bøk­ur til børn/ung í aldr­ i­num 4-6, 6-9, 9-12 og 12-16 ár; eis­ini er ein foreldrabók í bók­a­røð­ini. Tríggjar tær fyrstu bøk­ur­nar eru týdd­ar til før­oyskt; fjórða bók­in og for­eldr­a­bók­in verð­a nýtt­ar á donsk­ um í Føroyum. Somu­leiðis er møguligt at keypa fjórðu bók­ina til tey 12-16 ára gomlu á ensk­um í Føroyum. Bøkurnar eru skrivaðar av fak­fólki í sálarfrøði og byggja á bíbilska læru um hjún­a­lag, familju og samlív. Tvær av bókunum eru skriv­ að­ar sum ein samtala millum tvey børn og foreldur teirra. Høv­uðs­end­a­málið við øllum bók­u­num er júst at skapa góð­ar samtalur millum for­ e­ld­ur og børn teirra um kyns­lív. Sera týdn­ing­ar­ mik­ið er tí at foreldrini lesa for­eldra­bóki­na fyrst fyri at fáa í­blástur til at hava slík­ar sam­røð­ur við børnini, og síð­ an eru tey klár at lesa barna- og ung­dóms­bøk­ur­nar saman við sín­um børn­um. Bøkurnar eru hesar: • 1: Søgan um meg (4-6 ár). • 2: Áðrenn eg varð til (6-9 ár). • 3: Hví so umráðandi? (9-12 ár). • 4: Ansigt til ansigt med kendsgerningerne (12-16 ár). • 4. Facing the facts (12-16 ár) • 5: Hvordan og hvornår fortæller du dine børn om sex / 160 kr. (Foreldrabók) Omanfyri nevndu bøk­ ur fara at fáast í yms­um bókahandlum, og liggja longu nú klárar í bók­a­ hand­l­inum Logos í Havn, hjá for­lag­num Leirkerinum (leirkerid.fo) og hjá Heima­ miss­ións­for­lag­num (keyp. mission.fo). Allar bøkurnar fáast á donskum á www. scandinavia.as og á enskum á www.navpress.com Guds ætlan við sex Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Kirk Douglas í filminum The Vikings, sum varð tikin upp í Hardangerfjørðinum í Noreg. Kirk Douglas doyði í síðstu viku 103 ára gamal Heri Mohr Um sjónleikaran Kirk Doug­las, sum doyði nú 103 ára gam­al, ber til at siga, at hann í mong ár var ein væl um­tóktur sjón­ leik­ari á nógvum økj­um: ein stórur sjarmørur við mong­ um eginleikum, ið mark­era reystmansdirvi, hjart­a­knús­ari, væl­vaks­in við leg­an­dariskari mann­fólk­a­høku. Hann átti høv­uðs­leik­part­ar í einum ótali av filmum. Í 1958 átti hann høv­uðs­leik­ part­in í filminum The Vik­ings, sum varð tik­in upp í Maar­aug­ e­fjord í Har­dang­er­fjørð­i­num í Norra. Umframt Kirk Douglas, Tony Curt­is og Jane Leigh, vóru nakrir føroyingar ak­tiv­ir vík­ingar í filminum. Undirritaði minnist 4 av teim­um, sum vóru víkingar í Har­dang­er­fjørðinum: Peter Reinert, sum gjørd­ist komm­un­u­lækni og lands­stýr­is­ mað­ur. Finnur Johansen, sum gjørd­ ist býráðslimur, rit­høv­und­ur o.a. Ulf Zachariasen, á Før­oy­a­ máls­deild­ini. Eyvindur Mohr, lista­mað­ur og fínmekanikari. ……Gone with the Wind….men tá var Clark Gable hjarta­knús­ arin…. Kirk Douglas Kjak