Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 34 nýggjar íbúðir á Toftum í 2022 - Grivið verður nú fyri tveimum íbúðarbygningum aftrat á Toftum, og tað er byggivirkið KBH, sum stendur fyri byggiætlanini Vilmund Jacobsen Teir báðir íbúðarbygn­ ing­arnir, sum Bústaðir í løtuni byggja á Toftum, eru innilokaðar, og ar­ beitt verður við fullari ferð fyri at fáa teir lidnar. Væntandi verður tann fyrsti íbúðarbygningurin liðugur síðst í hesum ár­ inum. Men, samstundis sum íbúðarbyggingin hjá Bú­ støðum fer fram, verður nú grivið út fyri tveimum íbúðarbygningum aftrat á Toftum. Tað er byggi­ virkið KBH, sum stendur fyri hesi verkætlan. Í Nes kommunu vita tey at siga, at tilsamans 16 íbúðir á 80 fermetrar verða í hesum báðum bygn­ingunum, og talan verður um eigaraíbúðir. - Íbúðirnar, sum nú verð­ur grivið út fyri, verða partur av nýggja býl­ing­inum, sum er stað­ sett­ur í framúrskarandi umhvørvinum mitt í hjart­anum á Toftum - við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Í Nes kommunu vísa tey á, at haðani verður stutt til handlar, skúla, barna­garð og ítróttarøki. - Nógv hava tikið av hesum serstaka møgu­ leika, og flestu íbúðirnar eru longu umbidnar, men enn er møguleiki at ogna sær eina av hesum íbúð­um, har tær fyrstu væntandi verða klárar at flyta inn í einaferð næsta ár. Í Nes kommunu leggja tey aftrat, at tá allir fýra íbúðarbygningarnir standa lidnir í 2022, verða 34 nýggjar íbúðir á Toft­ um, 10 leiguíbúðir, átta lutaíbúðir og 16 eig­ara­ íbúðir. Tá Sunda Pensjónistafelag klokkan 19 í kvøld fer at halda aðalfund í Blákolluni á Oyri, verður forkvinnan í Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen, eisini við á fundinum. Ferðavinnustevnan verður í Kongshøll Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár skipað við ráðstevnu um dagin og veitslu um kvøldið Vilmund Jacobsen Árliga Ferðavinnu­stevn­ an, sum Ferða­vinnu­fel­ agið skipar fyri, verður hin 20. mars, og í ár verð­ ur stevnan hildin í Kongs­høll. - Høvuðsevnið í ár er vinnu­ferðavinna, ofta nevnd MICE-ferðavinna, sum er stytting av “meet­ ings, incentives, confer­ ences og exhibitions”. Í Vinnuhúsinum vita tey í dag at siga, at ferða­ vinnustevnan, eins og und­anfarin ár, verður skipað við ráðstevnu um dag­in og veitslu um kvøldið, tá eisini heiðurs­ brøv í ferðavinnuni verða handað. - Tilnevningar til heið­ urs­brøv kunnu saman við grundgevingum send­ ast sum boð til Ferða­ vinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo til og við fríggjadagin 13. mars. Lagt verður aftrat, at í dómsnevndini sita um­ boð fyri Ferða­vinnu­fel­ agið, Visit Faroe Islands og Kunningarstovurnar. Meira um ferða­vinnu­ stevnuna og eitt nú heið­ urs­brævabólkar kann les­ast um heimasíðuna – www.industry.fo Russar eru Árna Dam takksamir Vilmund Jacobsen Árni Dam, sum er russiskur konsul í Føroyum, er enn einaferð heiðraður av russum, sum vilja vísa á, at teir virðismeta tað arbeiði, sum hann á ymiskan hátt hevur gjørt fyri russisk útgerðarfeløg og russisk sjófólk í Føroyum gjøgnum mong ár.  - Tað var í desember í fjør, at eg fekk eitt bræv frá russiska sendimanninum í Keypmannahavn. Í brævinum stóð, at russiski uttanríkisráðharrin ynskti at geva mær eina medalju. Árni Dam sigur, at hann varð bjóðaður til Danmarkar at taka ímóti medaljuni, tá tað einaferð fór at liggja fyri hjá sær. Men, nú var tað soleiðis, at systirsonur hansara, Harald Bjørgvin, kortini var í Danmark, og hann tók heiðursgávuna heim til Føroya. Árni Dam hevur brúkt stóran part av sínum lívi til samstarv millum Russ­land og Føroyar, og sum mongum kunnugt vóru Føroyar eisini fyrsta land í okkara parti av heiminum, sum fekk eina sínámillum fiskiveiði­ avtalu við Russland. - Á skalinum, sum fylgir medaljuni, er bæði stempil frá russiska uttanríkisráð­harranum og hansara undirskrift. Eg gleðist um, at teir virðismeta tað arbeiði, sum eg havi gjørt, men hetta er ikki nakað, sum slær í høvdið á mær, sum hann tekur til. Árni Dam gjørdist russiskur konsul í Føroyum í 2003, men í mong ár fyri ta tíð umboðaði hann russisk skip í Føroyum, og hann var eisini drívmegin aftan fyri, at føroyskar skipasmiðjur fingu í lag avtalur um at umvæla russiskar trolarar í Føroyum. Hann fekk eisini riddarakross frá russisku stjórnini í 2007. FILMSSTEVNA: Filmar úr Japan fara at seta sín dám á tiltøk í Havn 29. februar og 1. mars, tá japansk filmsstevna verður í Havn, og sýningar verða í Perluni í Tórsgøtu.