mánadagur 10. februar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
TÍÐINDI
16 ára gomlu Femja Poulsen úr Havn og Angela Djurhuus úr
Kollafirði ganga í einum norðuratlantiskum studentaflokki
saman við næmingum úr Danmark, Íslandi og Grønlandi.
Undirvísingin fer fram á skift í fýra londum
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Tað er spennandi at vera
saman við næmingum úr so
nógvum londum og samstund
is sleppa at ferðast í so nógv
um londum. Vit hava upplivað
eina rúgvu, siga tær báðar
Femja Poulsen og Angela Djur
huus.
Tað var fyri einum ári síð
ani, at tær søktu inn á tann
serliga norðuratlantiska stud
entaflokkin. Tær sluppu báðar
inn, og síðani august hava tær
gingið á Gribskov Gymnasium
í Danmark. Í summar fara tær
at ganga á Miðnámi á Kambs
dali, frá í januar 2021 skulu tær
ganga á Verzlunarskóla Ís
lands, og seinasta skúlaárið
skulu tær ganga á GUX í Sisi
miut i Grønland.
– Samanhaldið á skúlanum
er sera gott, og vit hava fingið
nógvar vinir úr hinum londun
um. Men tað er eisini avbjóð
andi at vera heimanífrá og
vera í eini aðrari mentan, sigur
Femja Poulsen.
– Tilboðið ljóðaði sera spenn
andi, og eg vildi uppliva nakað
serligt, sigur Angela Djurhuus.
Í síðstu viku vóru tær eina
stutta vitjan í Føroyum og
greiddu frá skúlatilboðnum, tá
ið Miðnám á Kambsdali hevði
kunningartiltak.
Fjarundirvísing í føroyskum
Tá ið tær báðar føroysku gent
urnar ganga í hesum norður
atlantiska flokkinum, taka tær
somu útbúgving sum aðrir
miðnámsnæmingar. Undirvís
ingarmálið er danskt, men ann
ars hava tær í stóran mun
somu lærugreinar, sum mið
námsnæmingar
í
Føroyum
eisini taka. Eitt serligt er tó, og
tað er, at tær fáa undirvísing í
føroyskum frá Miðnámsskúl
anum á Kambsdali gjøgnum
fjarundirvísing.
– Tað eru nakrir blokkar í
vikuni, har vit eru saman við
einum flokki á Kambsdali og
fáa føroysktundirvísing frá
Dorit Hansen. Restina av tíðini
eru vit saman við okkara
flokki og fáa undirvísing, sigur
Angela Djurhuus.
Næmingar úr fýra londum
Flokkurin er samansettur so
leiðis, at har eru 10 næmingar
úr Grønlandi, fimm úr Íslandi,
fimm úr Danmark og tveir úr
Føroyum. At tað ikki eru eins
nógvir næmingar úr hvørjum
landi er meira tilvild.
TAKA MIÐNÁM
Í FÝRA LONDU
Angela Djurhuus úr Kollafirði og Femja
Poulsen úr Havn eru føroysku næmingarnir
í norðuratlantiska studentaflokkinum.