Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 TÍÐINDI – Øll eru vælkomin at søkja, men í fjør komu bara tvær umsóknir úr Føroyum, meðan fleiri umsóknir komu úr hin­ um londunum, ið eru við í sam­ starvinum, sigur Magni Høgne­sen, lærari og altjóða sam­skipari á Miðnámi á Kambs­dali, sum eisini er eitt av fólk­unum í toyminum á Mið­námi í Kambsdali, sum sam­skipar norðuratlantiska studenta­flokkin. Nógv frítíðartilboð Nú tær báðar 16 ára gomlu før­ oysku genturnar eru á Grib­ skov Gymnasium í Norður­sæ­ landi, búgva tær í einum ung­dómsbústaði tætt við skúl­ an í Norðursælandi. – Vit hava eina lítla íbúð fyri okkum sjálv. Men tað er tætt við skúlan, so vit ganga ímill­ um, sigur Angela Djurhuus. Tær vísa á, at nógv hevur verið gjørt burturúr fyri at sam­ansjóða flokkin. Umframt skúl­an eru nógv frítíðartilboð í økinum við skúlan. Millum annað eru tilboð um ítrótt, kórsang, sangleik og annað. – Eg spældi fótbólt við EB/ Streymi/Skála fyrr, so eg hugs­ aði at fara at spæla aftur niðri. Men tað hevur verið so nógv at gera í skúlanum, at eg havi ikki rættiliga fingið tíð, sigur Ang­ela Djurhuus. Femja Poulsen er millum annað áhugað í kórsangi, men hev­ur ikki gjørt nakað við tað í Dan­mark enn. Búgva privat ella í ungdómsbústaði Á miðnámsskúlanum, tær ganga á í løtuni, eru umleið 800 næmingar. Tá ið tær flyta til Føroya eft­ir summarfrítíðina fara tær at ganga á Kambsdali. – Eg vænti, at vit fara at koyra ímillum við bussi. Tað er sjálvandi eitt sindur langt, men tað gongur, sigur Femja Poul­sen, sum er úr Havn. Útlendsku næmingarnir fara væntandi at fáa innivist priv­at, meðan teir ganga í skúla í Føroyum. Tá ið næmingarnir fara til Reyk­javík, fara teir eisini at búgva privat, men í Grønlandi verður búð í ungdómsbústaði. Nógvar broytingar At flyta út heimanífrá og so enn­tá at flyta til eina fremm­ anda mentan, er ein avbjóðing hjá 16 ára gomlum. – Um onkur annar ætlar sær at fara í henda studentaflokkin í framtíðini, skal ein veruliga hava áhuga, tí tað eru nógvar broyt­ingar. Tey flestu kenna til broytingina at fara frá fólka­skúlanum til miðnám, men í okkara føri fara vit eisini til eina heilt aðra mentan, vit búgva fyri okkum sjálv, vit skulu gera mat og gera reint, sigur Femja Poulsen. Nú tær hava búð í Danmark í eitt hálvt ár, hevur ikki verið heilt frítt, at tær hava longst onk­untíð. – Tað hevur verið nógv á skránni allatíðina, so vit hava ikki rættiliga havt tíð at longst. Men tá ið tað nærkaðist jólum, kundi eg væl hugsað mær at fingið jólahugnan við í Før­oy­ um, sigur Angela Djurhuus. Kostnaðarmikið Av tí at útbúgvingin verður tik­in í fýra ymiskum londum, sleppa næmingarnir at uppliva nógv spennandi. Men sam­ stundis kostar tað nógv í ferð­ ing og at búgva uttanlands. – Vit hava fingið stuðul frá Bank Nordik til øll árini, og tað hjálpir sera væl, sigur Femja Poulsen. Norður­ atlantiski studenta­ flokkurin Síðsta summar byrjaði slóðbrótandi norðurlendsk verkætlan, sum Miðnám á Kambsdali er við í. Nú ber til hjá nýggjum næmingum at søkja Miðnám á Kambsdali sam­ starvar við trimum øðrum norðurlendskum miðnáms­ skúlum í eini roynd­ar­verk­ ætlan, ið skal styrkja norð­ uratlantiska samstarvið og leggja dent á evni, ið hava serstakan áhuga í økinum. Norðuratlantiski studentaflokkurin er ein ser­stakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grøn­ landi, ið ynskja at uppliva norð­uratlantiska økið og sam­stundis fáa eina stud­ ents­útbúgving. Í norðuratlantiska stud­ enta­flokkinum ganga næm­ ingar úr teimum fýra lond­ unum í sama flokki í trý ár. Flokkurin hevur sín egna náttúruvísindaliga vanga við lærugreinunum bio­ tøkni, arktiskari tøkni, stødd­ frøði og alisfrøði. Flokk­urin er rættaður móti ung­um við serstøkum áhuga fyri vitan, djúphugsni og førleikum innan norður­lendsk sam­ feløg, og sum brenna fyri at virka í einum ser­støkum norð­ uratlant­isk­um um­hvørvi. Ymisku styrkirnar hjá skúlunum og landafrøðiliga staðsetingin skulu vera við til at skapa eina serstaka miðnámsútbúgving á nátt­ úru­vísindaliga økinum. Náms­frøðiliga verður ar­ beitt nýtslurættað, har fyri­ tøkur, stovnar og umhvørvi kring skúlarnar verða tikin við í frálæruna. Danskt er undirvís­ingar­ málið í flokkinum. Ein part­ ur verður tó møguliga á ensk­um. Føroysku næm­ing­ ar­nir hava eisini føroyskt á a-stigi. Næmingar í norð­ur­atl­ ant­iska flokkinum taka fyrsta árið á Gribskov Gymn­asium, annað árið á Mið­námi á Kambsdali og á Verzl­unarskóla Íslands í Reykjavík og triðja árið í Sis­ imiut. Í summar byrjar ein nýggjur norðuratlantiskur flokkur, og umsóknar­freist­ in er 1. mars. Meira sæst um skúlan á nordatlantisk.dk M UM – Samanhaldið á skúlanum er sera gott, og vit hava fingið nógvar vinir úr hinum londunum. Men tað er eisini avbjóðandi at vera heimanífrá og vera í eini aðrari mentan, sigur Femja Poulsen. Norðuratlantiski flokkurin Mynd: nordatlantisk.dk