mánadagur 10. februar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
TÍÐINDI
Møguleikarnir at leingja
lív og linna andaliga og
likamliga pínu hjá sjúkum
Ætlanin er at skapa eina palliativ deild
fyri allar føroyingar – landsstýrimaðaurin
hevur fingið eitt tilmæli
Árni Gregersen
Fólk við lívshóttandi sjúkum
eiga at kunna vera á einari ser
ligari deild nærindis Lands
sjúkrahúsinum.
Ein slík deild verður í fak
máli nevnd ein palliativ ddeild.
Ein slíkl lítil deild finst á
medisinku deild á Landssjúkra
húsinum, har fólk við lívs
hóttandi sjúkum hava fingið
pláss síðani henddan deildin
fór at virka í 2005.
Fleiri ferðir er gjørt vart við,
at arbeiðið á deildini og deildin
sum heild, eigur at verða eft
irmett, men tað var ikki fyrr
enn fyrrverandi landsstýris
kvinnan við heilsumálum, Sirið
Stenberg, setti ein arbeiðsbólk,
at ferð kom á málið.
Tá ið núverandi samgonga
tók við og skipaði landsstýrið
spurdi hesin arbeiðsbólkur,
sum hevði Bjarna á Steig, yvir
lækna, sum formann, nýggja
landsstýrismannin, Kaj Leo
Holm Johannesen, um bólkur
in skuldi gera arbeiðið liðugt.
Tað segði landsstýrismaður
in ja til og arbeiðsbólkurin
endaði arbeiðaði sítt ar og
handaði landsstýrismanninum
tilmæli móti ársenda í fjør.
- Hetta er eitt gott álit, sum
vit nú hyggja at og meta um,
hvat nú skal gerast, sigur lands
stýrismaðurin.
Staðsetingin
Tað er ikki so stórur munur á
einari palliativari deild og ein
um hospice. Fyri einum 20
árum síðani hugdi ein arbeiðs
bólkur eftir, um møguleikar
eru at gera eitt hospice í Føroy
um.
Í mun til eina palliativa
deild hevur eitt hospice fleiri
fyrimunir: sjúklingurin liggur í
einum optimalum røktarum
hvørvi við starvsfólki, sum
hava servitan og royndir, tað
kann liggja á einum friðarlig
um og náttúruvøkrum øki
burturfrá sjúkrahúsøki og av
varðandi kunnu vera um sjúk
lingin alt samdøgrið og gista á
staðnum.
Bólkurin, sum nú hevur
latið landsstýrismanninum til
mæli, heldur tó ikki tíðin er til
at gera hospice júst nú og vil
heldur gera eina palliativa
deild, sum er staðsett á ella við
landssjúkrahúsið.
Arbeiðsbólkurin sigur, at
ein partur av palliativu sjúkl
ingunum fara altíð at hava
tørv á at koma á sjúkrahús til
viðgerð, sum einans verður
veitt á sjúkrahúsi.
Hetta merkir, at hóast sjálv
støðugt hospice er uttanfyri
sjúkrahúsøkið, verður altíð tørv
ur á ávísari palliativari viðgerð
og røkt á sjúkrahúsinum eisini.
Arbeiðsbólkurin metir, at
fólkagrundarlagið í Føroyum
ikki er nóg stórt til bæði palli
ativa eind á sjúkrahúsi og
sjálvstøðugt hospice burtur
frá sjúkrahúsinum.
Tá ið palliativa deildin var
sett á stovn á medisinsku deild,
var tað í stóran mun í sam
band við fólk, sum vóru rakt
av krabbameini.
Hetta er síðani broytt nakað.
Av teimum tilboðum, sum
eru á palliativa økinum í dag,
er palliativa eindin eitt gott
tilboð til doyggjandi sjúklingar
og teirra avvarðandi.
Sambært
Krabbameinsfelagnum,
eru
avvarðandi sera glað og takk
som fyri tilboðið. Tó er breið
semja um, at tilboðið ikki eigur
at vera á eini almennari medis
inskari sjúkrahúsdeild.
Tilboðið hóskar best at vera
skipað á einari deild fyri seg.
Palliativa tænastan á Klaks
víkar sjúkrahúsi og Suðuroyar
sjúkrahúsi virka nøktandi, og
sjúklingar og avvarðandi eru
takksom fyri møguleikan at
vera á einum sjúkrahúsi nærri
at teirra heimi og familju.
Í primera helsugeiranum
eru ábendingar um, at tørvur
er á tættari samstarvi millum
palliativa toymið og komm
unulæknarnar.
Ábyrgdarbýtið
Kommunulækni kann tíðum
kenna tað ivasamt við ábyrgd
arbýtinum av palliativari við
gerð.
Tað er ikki nøkur manna
gongd fyri, at kommunulæknar
skula fáa kunning um, at nú er
sjúklingur knýttur at palliativa
toyminum.
Ofta venda sjúklingar sær
til kommunulækna fyri at fáa
útskrivað reseptneyðugan heili
vág, sum palliativa toymið
hevur ávíst. Tá liggur ábyrgdin
hjá kommunulæknanum, hó
ast palliativa toymið hevur
fyriskipað viðgerðina. Á hes
um øki eru viðurskifti, sum
kunnu bøtast um.
Afturmeldingarnar til Krabba
meinsfelagið um tilboðið við
palliativa toyminum eru sera
positivar.
Tænastan frá palliativa toym
inum er eitt gott tilboð til
sjúklingar og avvarðandi, tó er
tilboðið als ikki nøktandi í
verandi líki. Aðrir sjúkubólkar
eiga í framtíðini at verða
fevndir av palliativu tænast
uni. Her kann millum annað
verða
nevnt
neurologiskar
sjúkur, lungnasjúkur og hjarta
sjúkur.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýriszmaður við heilsumálum,
hevur fingið eitt álit, sum hann saman við umsitingini viðger nú.
Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við