Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 TÍÐINDI Verður tilmælið fylgt, so kann ein palliaativ deild staðsetast á gamla Dronning Alexandrines hospitali Árni Gregersen Pengar skulu fáast til vega, men velja myndugleikarnir at fylgja einum tilmæli, so kann ein palliativ deild staðsetast á Dronning Alexandrines hospi­ tali. - Tað er í hvussu so er ein møguleiki, sum vit fara at kanna nærri, sigur lands­stýris­ maðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen. Hann fekk móti ársenda í fjør eitt tilmæli frá einum ar­ beiðsbólki um, hvussu ein veru­liga palliativ deild kann stovnsetast og hvaar hon kann staðsetast. Arbeiðsbólkurin sigur í til­ mælinum, at sum tíðin er, so gevur tað meira meining at stovnseta eina pelliativa deild við tilknýti til Lands­sjúkra­ húsið – heldur enn at byggja eitt hospice, sum liggur fyri seg á øðrum stað, heldur enn við tilknýti til Lands­sjúkra­ húsið. - Enn er ongin avgerð tikin, men vit viðgera tilmælið frá nevnd­ini, sigur landsstýris­ mað­urin. Palliativ viðgerð og røkt skal sambært WHO: • Bjóða linna móti pínu og øðrum nervandi sjúkueyðkennum • Vátta lívið og fata deyðan sum eina natúrliga gongd • Hvørki royna at skunda undir ella útseta deyðan • Taka við sálarligu og andaligu pørtunum av umsorganini • Bjóða sjúklinginum stuðul at liva so virkið sum gjørligt til deyðan • Bjóða avvarðandi stuðul undir sjúkuni hjá sjúklinginum og í sorgini yvir missin • Brúka tvørfaklig toymi at nøkta tørvin hjá sjúklingi og avvarðandi, eisini stuðul í sorgini um neyðugt • Økja um lívsgóðskuna og eisini hava positivt árin á sjúkugongdina • Palliativ viðgerð og røkt skal kunna setast í verk tíðliga í sjúkugongdini, saman við øðrum viðgerðum, ið verða veittar við tí endamáli at leingja lívið, t.d. kemo‐ og stráluviðgerð. Fevnir eisini um tær kanningar, sum eru neyðugar fyri betur at skilja og handfara líðingarmiklar kliniskar trupulleikar. Eftirmetingin Gjøgnum eftirmeting er stað­ fest, at flestu fólk helst vilja vera so leingi í egnum bústað, sum til ber. Fyri at hetta skal bera til, so er neyðugt, at hesir sjúklingar og teirra avvarðandi kenna seg trygg og vita, at tey hava eitt bakland at venda sær til. Neyðugt er, at avvarðandi myndugleikar taka ábyrgd av sínum parti av uppgávuni og loysa hana í felag. Palliatión sum sergrein er í dag ábyrgd­ ar­økið hjá heilsuverkinum og er staðsett á Lands­sjúkra­hús­ in­um. Fyri at tann sjúki og tey av­ varðandi skulu kenna seg trygg, er neyðugt at: • atgongd er til fakfólk alt samdøgrið • telefontænasta frá palliativa toyminum er alt samdøgrið • neyðug hjálpitól fáast til vega • avvarðandi fáa hóskandi fíggjarligan styrk fyri mista inntøku og frí úr arbeiði. Tað kostar Skipan av palliatión við sjálv­ støðugari sergrein og sjálv­ støð­ugari deild, hevur við sær bæði fyrisitingarligar og fíggj­ arligar avleiðingar. Fyrisitingarliga skal nýggja økið skipast sjálvstøðugt í mun til, at økið í dag er partur av medisinsku deild. Meginparturin av fíggjar­ ligu avleiðingunum er starvs­ fólkakostnaður. Starvs­fólka­ kostn­aðurin er mettir at vera um­leið 12 mió. kr. um árið, tá ið palliativa deildin er uppnorm­ erað sambært tilmælinum um krøv til heilsustarvsfólk, sum arbeiða við grunleggjandi ser­ vitan innan palliativa viðgerð og røkt. Førleikamenning av starvs­ fólki á palliativu deild og í prim­era heilsugreiranum/hjá komm­ununum kann vænt­ andi skipast í samstarvi við Fróð­skaparsetrið, útbúgv­ing­ um og skeiðum uttanlands. Mett verður, at samlaði kostn­ að­urin liggur millum 300.000 krón­ur og 500.000 krónur fyri hvørja skeiðsrøð. Metingin er gjørd við grund­ ar­lagi í útreiðslum til at før­ leika­menna sjúkra­røktar­frøð­ ing­ar í sambandi við, tá dia­bet­es­økið varð skipað. Talan er um umleið 20 árs­ verk á palliativu deild og um­ leið 16 størv í primera heilsu­ geiranum. Helst verður tørvur á at skipa fyri minst tveimum skeiðsrøðum. Mælt verður til, at deildin verð­ur staðsett á Dronning Alex­andrines hospital. Tørvur er á umvælingum og dagfør­ ing­um av hølunum. Arbeiðs­ bólk­urin hevur ikki gjørt met­ ingar um kostnaðin av hesum um­vælingum. Hettta kann tó neyvan ger­ ast fyrr enn nýggi H-bygn­ ingurin er tikin í nýtslu. Gamla Alexandrina- hospitalið kann brúkast til palliativa deild Dronning Alexandrines Hospital skal helst hýsa eini palliativari deild.