Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 TÍÐINDI Stórfingna konsertuppsetingin av sangunum hjá rockbólkinum Týr var hugtakandi og fevnandi, men ljóðmyndin gav stundum rockúttrykkinum hjá Týr ov lítið pláss Eyðun Klakstein Tað var meira symfoniorkestur enn rockbólkur, tá ið Týr og Føroya Symfoniorkestur sam­ an við kóri høvdu konsert í Norðurlandahúsinum leyg­ar­ kvøldið. Tað var, sum fiólin skuldi hava størri leiklut enn gittarin, og tað gav fram­førsl­ uni slagsíðu. Týr og Føroya Symfoni­ork­ estur høvdu um vikuskiftið tríggj­ar útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum í Havn. Áhugin fyri sermerkta sam­ starvinum millum rockbólkin Týr, føroyska symfoni­ork­ estrið og kórið var sera stórur, og tað var skiljandi, tí hetta var eitt tiltrongt og áhugavert til­ tak, sum Norðurlandahúsið eis­ini spældi ein avgerandi leik­lut í. Týr byggir sín rocktónleik á kvæði og vísur, og tað riggar serstakliga væl sum rock­tón­ leikur. Týr er tann føroyski tón­leikabólkurin, sum hevur selt mest plátur í útlandinum, og teir ferðast um allan heimin at hava konsertir. Nú fekk kvæðarockurin so eina dimensjón afturat, nú stór­fingin uppseting við symfoniorkestri og kóri skuldi geva tónleikinum nýtt flog. Íslendingurin Haraldur Svein­ bjørnsson gjørdi útsetingarnar av teimum 15 rocksangunum hjá Týr, og nú skuldu tó­leik­ar­ arnir, sum vanliga spæla Bach og Beethoven, royna seg í rock­ framførslu. Dirigenturin Bern- hardur Wilkinson tóktist stór­ trívast í hesum óvanliga sam­an­hanginum. Misjavnt ljóð Framførslan leygarkvøldið gekk væl. Samspælið millum rock­bólk, symfoniorkestur og kór var sum heild gott. Lagt varð út við einum nýggjum og ferðmiklum sangi, sum skuldi undirstrika, at her var talan um rocktónleik. Trupulleikin var bara, at tað ljóðaði illa fyrstu løtuna. Serliga rock­ bólk­urin ljóðaði tamur og inn­ an­holaður. Tað undraði, tí hetta var triðja konsertin, og tí átti ljóðblandið at havt funnið sína legu. Ljóðið batnaði eftir eina løtu, og í seinna parti fram­førsluni var tað betur. Sum heild var stóri trupul­ leikin við ljóðblandinum, at rock­gittarin hoyrdist ov illa. Solo­spølini komu væl ígjøgn­ um, men tann pumpandi rock­ gitt­arin, sum hevði klætt fram­ førsl­uni væl í støðum, megnaði ong­antíð at toga seg fram í ljóð­myndina, har hon hoyrdi heima. Eitt sindur forherðað kundi verið sagt, at fiólin doyvdi gittarina. Um hetta var ætlanin, so var talan um eina skeiva avgerð, tí framførslan fekk til tíðir eina óneyðuga sym­foniska slagsíðu. Undan konsertin hevði Týr skift gittarspælara. Ungverski gittarspælarin, sum í fjør av­ loysti Terja Skibenæs, fór úr bólk­inum, og tíbetur kundi Terji traðka til aftur fyribils. Terji er sterkur rockgitt­ar­ spæl­ari, men tað var spell, at hann og hansara ljóðføri ikki fingu størri leiklut í ljóð­mynd­ STÓRFINGIN OG SAVNANDI KONSERT  Stundum var saknur í einari pumpandi rockgittar í ljóðmyndini