mánadagur 10. februar 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
TÍÐINDI
ini. Tað vóru enntá tveir gittar
spælarar á pallinum, tí sangar
in Heri Joensen spælir eisini
gittar, so møguleikin at fáa
rocktyngd í framførsluna var
til staðar.
Onkur vildi sagt, at tað pass
aði væl til slíka breiða konsert,
at framførslan ikki varð ov
rockut, men tað hevði saktans
borið til at latið framførsluna
varierað nakað, so vit eisini
fingu
nakað
av
ordiligum
pumpandi gittarrocki saman
við symfoniorkestrinum.
Vokalparturin stóð sterkur
alla tíðina. Pettini við kvøðandi
kórsangi hjá Týr-tónleikarun
um og kórinum vóru imponer
andi og góvu framførsluni
flott flog.
Nýtt og gamalt
Sangirnir, sum vóru spældir
hetta kvøldið, vóru bæði nýgg
ir og eldri, og úrvalið umfataði
fleiri tíðarskeið hjá Týr – bæði
tað nýggja og tunga og tað
eldra og meira kvæðakenda.
Gjøgnumbrotssangurin hjá
Týr var eisini framførdur, og
hann var sum vera man eitt
hæddarpunkt hetta kvøldið.
»Ormurin Langi« er eitt lítið
rockmeistaraverk – ikki minst
tí júst tann sangurin setti hol á
alt hugtakið við kvæðarocki.
Upprunaligi sangarin í Týr, Pól
Arni Holm, sum nú er sangari í
Hamradun, var gestur til fram
førslurnar, og tað var eitt sera
gott val. Tað var ein viður
kenning av tí gamla Týr, og so
er Pól Arni eisini ein framúr
góður sangari – ikki minst til
kvæðakenda rockin, sum hann
eisini framførir í Hamdrun.
Fólkið
í
salinum
kravdi
eykalag frá Týr og orkestrin
um, og tað fingu tey eisini.
Hetta var eitt savnandi
konsertkvøld við rocksangum
í miðdeplinum, og valið av júst
Týr sum útgangspunkt tóktist
rætt, tí teir hava nakað ser
stakt føroyskt yvir sær, og teir
hava dugað væl at sett gamla
kvæðaarvin inn í ein nýggjan
samanhang.
Oddamaðurin í Týr, Heri
Joensen, segði á konsertini, at
júst ein framførsla av hesum
slagi var ein dreymur hjá hon
um, og hann fegnaðist um, at
hann hevði fingið møguleikan.
Framførslurnar vórðu film
aðar, og tey, sum ikki fingu
høvi at fara til konsertirnar,
kunnu gleða seg at uppliva
Týr og Føroya Symfoniorkestur
sum sjónvarpskonsert seinni.
Tá kann vera, at nýtt ljóðbland
kann geva framførsluni eitt
sindur meira rocktyngd.
Týr spældi tríggjar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri um vikuskiftið. Myndir: Álvur Haraldsen
Samspælið millum rockbólk, orkestur og kór var gott og trygt