Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 Í síðstu viku vórðu boraðir tilsamans 143 metrar av Sandoyartunlinum, 74 metrar í Traðardali og 69 metrar á Gomlurætt. Nú eru boraðir 2.831 av 10.785 metrum, sum tunnilin verður langur. Elsta búseting verður tryggjað Landsverk er nú farið í holt við at gera bakkaverju á Sondum á Sandi, har leivdir av Føroya elstu búseting eru Vilmund Jacobsen Ein partur av elstu búsiting í Føroyum hevur í fleiri ár staðið til at farið í havið. Talan er um fornu búsetingina undir landsvegnum á Sondum á Sandi. Undan bakkanum eru komn­ ar leivdir av búseting, sum verður mett at vera um­leið 1700 ára gomul. Í nøkur ár hava bæði Sands kommuna, Søvn Landsins og Landsverk víst landsins myndug­leikum á, at hesi jarð­ festu fornminni, ið mugu met­ ast sum fornfrøðiligir dýr­grip­ ir, eru um at fara fyri skeytið. Nógv dømi eru um, at lands­ ins myndugleikar hava gjørt bakkaverjur til vernd av forn­ minnum. Ytst á bakkatromini á Sond­ um stendur eisini eitt gamalt gróthús, og her eru bara senti­ metrar eftir, til útsynn­ings­ hornið rapar undan húsinum og endar niðri í fjøruni. Arbeiðið er byrjað Tað gleðir fólk í Sands komm­ unu, at Landsverk nú er farið í holt við hetta arbeiði til vernd av hesi aldargomlu búseting. Um dagarnar hevur nevni­ liga verið arbeitt við at leggja ein koyriveg niðri í fjøruni á Sondum, soleiðis at stórt grót kann koyrast til og leggjast í fjøruna til vernd móti brimi. Tað er Landsverk, sum í løt­ uni er í holt við hetta arbeiði, og sum skilst verður stórt verju­grót fingið til vega úr Skop­un. - Eg ætli at keypa mær bil Vilmund Jacobsen Tað var ein øgiligur rómur at hoyra, tá Margretha Lív Olsen í Sørvági í fyrstu royndini í Gekka-spæl­in­ um fríggjakvøldið rakti plett. Hjólið steðgaði beint á gula leypinum, har 550.000 krónur vóru í. Í Gekka-spælinum fekk hon fulla plátu og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 1,65 miljónir krónur, og Margretha Lív Olsen úr Sør­vági valdi at deila upp­ hæddina í teir tríggjar leyp­arnar. Tá gekka-hjólið longu í fyrsta drátti steðgaði á gula leypinum, var ein øgi­ ligur rómur at hoyra. - Áh my Good, túsund, túsund takk, segði fegna kvinnan. Tá gekka-vert­ur­ in so spurdi, hvat hon ætlar sær at brúka peng­ arnar til, var svarið: - Eg ætli at keypa mær ein bil fyrst. Verturin helt nú fyri, at hon saktans fór at fáa ein flottan bil fyri 550.000 krónur, men her var Margr­etha Lív Olsen skjót at svara, at hon ætlaði sær ikki at brúka allan vinn­ ingin upp á bilin. - Nei, tað ætli eg mær ikki at gera, legði hon aftr­ at. NORÐSKÁLI: Heilsutrygd hevur sett Heina Harryson í starv sum kommunulækna í Eiðis læknadømi, og hann tekur við viðtaluni við Norðskála hin 1. apríl í ár. Kryddsild í gløsum Sildin er veidd av føroyskum skipum, og hon er skorin, saltað og kryddað í Leirvík Vilmund Jacobsen Tað var tann tíð, tá Bakka­ frost á Glyvrum skar, saltaði og kryddaði sild, sum varð seld kring um landið. Men, tað eru mong ár síðan, at hetta helt uppat. Nú er so aftur føroysk sild á marknaðinum, veidd í norð­ urhøvum og virkað á Tavuni. Á Tavuni í Leirvík er sildin skorin til flak og í bitar, og síð­an er hon kryddað í tunn­ur. Tunnurnar verða sendar til fyritøku í Svøríki, sum gjøgnum fleiri ættarlið hevur virkað sild, og svenska fyri­ tøkan er kend fyri dygd­ar­ vør­ur á marknaðinum. Tavan í Leirvík hevur sam­ starv við hesa kendu fyritøku í Svøríki, og tað er haðani, at sildin - við ymiskum smakki - kemur heimaftur á føroyska marknaðin. Kryddsildin, sum nú fæst í Føroyum, hevur sín uppruna í norðurhøvum; hon er veidd av føroyskum skipum og skorin, saltað og kryddað í Leirvík. Vegur verður lagdur í fjøruni, so stórt grót kann leggjast til verju móti brimi Her eru bara sentimetrar eftir, til útsynningshornið á gróthúsinum endar niðri í fjøruni