Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD SARITA ER HEIMSMEISTARI Pætur Albinus BOGASKJÓTING Bogaskjótifelagið Tambar í Havn skipaði um vikuskiftið fyri kapping, har børn og ung kappaðust á 15 metrar fjarstøðu leygardagin og vaksin kappðaust á 18 metrar fjarstøðu sunnudagin. Hjá teimum ungu vann Hanna Ellefsen úr Vágaskoti finaluna á Tummasi Kárasyni úr Ørvi. Finalan endaði jøvn 5-5, men Hanna vann 9-6 í shoot-off. Í mansfinaluni í compound var tætt og spennandi, men tað var Kaj Johannesen úr Ørvi sum vann tepurt 143-142 á liðfelaganum, Nikkeli Petersen. Í recurve-finaluni hjá monnum var tað Jógvan Petersen úr Ørvi, sum vann 6-2 á Hans Boga Ellefsen úr Vágaskoti. Í recurve hjá kvinnum vóru fimm luttakarar, og finaluna vann Merry Eyð Joensen úr Tambar 6-0 á Rebekku L. Olsen, eisini úr Tambar. Nú komandi vikuskifti fara føroyskir bogaskjúttar til Íslands at kappast í einari kapping har. FLOGBÓLTUR Hálvfinalur í steypakappingini hava verið í Klaksvík um vikuskiftið. Hjá kvinnunum vóru tað Mjølnir og SÍ, sum vunnu sínar hálvfinalur og nú hava spælt seg í hálvfinaluna. Oddaliðið í landskappingini, Mjølnir, vann 3-0 á KÍF. Tær úr Kollafirði høvdu annars settbóltar at javna til 1-1 í settum, men Mjølnir vann 25- 21, 27-25, 25-18. Hin hálvfinalan var ein grannauppgerð ímillum feløgini úr Vágum, Drátt og SÍ. Tað var unga SÍ-liðið, sum tryggjaði sær pláss í steypafinaluni við at vinna dystin 3-1 í settum eftir settúrslitini 26- 24, 25-19, 23-25, 25-20. Steypafinalan verður spæld í høllini á Hálsi í Havn 22. februar. Í mansfinaluni verða tað Mjølnir og SÍ, sum hittast. SÍ vann ein sera tættan dyst ímóti Fleyr við 3-2. Settúrslitini vóru 25-23, 19-25, 23-25, 25-23, 15- 11. Í hinari hálvfinaluni loypti ÍF ein hvøkk á Mjølnir við at vinna fyrsta sett, men verandi greipuvinnararnir svaraðu væl aftur og vunnu dystin 3-1. Settúrslitini vóru 23-25, 25-18, 25-22, 25-22. Eisini mansfinalan verður spæld í høllini á Hálsi í Havn 22. februar. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen var flúgvandi, tá ið Bjerringbro- Silkeborg í gjár legði illa frá landi í ársins EHF Cup við einum 33-24-tapi á heimavølli ímóti portugisiska SL Benfica. Íkastið hjá føroyska høgra vonginum manglaði tó ikki. Hann skeyt heili 11 mál og var toppskjútti í dystinum. Hini liðini í EHF Cup-bólkinum hjá Bjerringbro-Silkeborg eru týska Melsungen og pólska Gwardia Opole. Tað gongur einki serligt hjá á íslendska KA av Akureyri, har Áki Egilsnes og Allan Norðberg spæla. Leygardagin tapti liðið 31-26 á heimavølli ímóti Selfossi, og hevur liðið nú tapt allar tríggjar dystirnar eftir vetrarsteðgin. Allan Norðberg skeyt eitt mál, meðan Áki Egilsnes sat uttanfyri við skaða. KA er nummar níggju av teimum 12 liðunum í deildini. INNIRÓÐUR Føroyski rógvarin, Sarita Kristina Hansen, gjørdist leygardagin heimsmeistari í bólkinum lættvekt fyri kvinnur 30-39 ár. Hon var eisini heimsmeistari í hesum bólkinum í fjør, so talan er um eina verju av heimsmeistaraheitinum. Kappingin var hesaferð í franska høvuðsstaðnum, París. Aðrir føroyskir luttakarar vóru Rúni Joensen, Elsa Magnussen, Bergur Robert Dam Jensen og Brandur Kjølbro, men tey vunnu ikki heiðursmerki. Róðrarsambandið skrivar, at Rúni Joensen róði hóast hann var darvaður av sjúku. Dánjal Martin Hofgaard var eisini sjúkur og var ikki við í ferðalagnum. KURVABÓLTUR Dystur í Trygd-kappingini var í gjár á Toftum, har Ravnur fekk vitjan av Sporðdrekanum úr Havnini. Sporðdrekin legði betur fyri og var á odda 9-2, men Sporðdrekin kom væl aftur og fór til hálvleiks á odda 24-21. Í triðja fjórðingini leikti eisini javnt á, men í síðsta fjórðinginum dró Sporðdrekin frá og vann dystin 54-40. Toppskjútti hjá Ravni var Bjarni W. Zachariassen við 16 stigum, og toppskjútti hjá Sporðdrekanum var Nicolai C. Fogh við 14 stigum. Støðan í Trygd-kappingini er tann, at Hamar 2 og Sporðdrekin eru á odda við fýra sigrum, Hávur hevur tríggjar sigrar, Hamar 1 tveir sigrar og Ravnur ein sigur. Næsti dystur verður ímillum Sporðdrekan og Háv í høllini á Argjahamri tann 29. februar. Savnsmynd frá tá Sarita fyrr í ár gjørdist evropameistari Sarita Kristina Hansen úr Miðvági vardi sítt heimsmeistaraheitið, tá ið hon um vikuskiftið luttók í heimsmeistarakappingini í inniróðri í París