Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BORÐTENNIS Tróndur Arge Leygardagin varð fimta Grand Prix-umfar í borðtennis spælt í høllini á Hálsi í Havn, og hækkandi talið av luttakarum í føroyskum borðtennis held­ ur fram. 46 leikarar luttóku, og hetta er tað hægsta lut­takara­ talið í fleiri ár. Fyri tveimum árum síðani lá miðal luttakara talið um 28, í fjør var tað 31, men í ár er tað farið upp um 40. Grand Prix-kappingin er býtt upp í seks umfør, og kappingin er skipað soleiðis, at øll spæla ímóti øllum óansæð aldur og kyn. Kappingin er býtt upp í bólk­ar, har øll kunnu hittast alt eftir styrki. Nýggir leikarar byrja í niðasta bólkinum, og so er møguleiki at vinna seg upp­ eftir. Stig verða givin alt eftir hvar leikarar enda í teimum ymisku bólkunum, og tá ið øll seks umførini eru av verða stigini tald saman saman og heiðursmerki latin til trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki. Luttakararnir leygardagin vóru í aldrinum sjey til 51 ár. Nú manglar bara eitt Grand Prix-umfar av ársins kapping. Tað verður spælt í høllini á Hálsi í Havn tann 29. februar. FM fyri ung verður í Trongis­ v­ági 20. og 21. mars, og FM fyri vaksin verður í Havn 17. og 18. apríl. trondur@sosialurin.fo Tað var góð undirtøka tá ið fimta Grand Prix-umfar í borðtennis varð spælt í høllini á Hálsi um vikuskiftið. 46 leikarar luttóku, og tað er tað mesta í fleiri ár Borðtennis: HÆGSTA LUT­TAK­ HÆGSTA LUT­TAK­ ARATAL ARATAL Í FLEIRI ÁR Í FLEIRI ÁR Bólkur A 1. Pætur Albinus (Tór) 2. Peter H. Niclasen (Tór) 3. Sveinur M. Nolsøe (Tór) 4. Tórur Eið Eliasen (Tór) 5. Vagnur Nolsøe (TBF) 6. Ári F. Jensen (Tór) 7. Heri Lava Láadal (Tór) 8. Petur Dagfinn Højgaard (Tór) Bólkur B 1. Britt Michelsen (TBF) 2. Marin Elisabet Poulsen (TBF) 3. Anja Wongwai (TBF) 4. Hjalgrím F. Højgaard (TBF) 5. Silas Rasmussen (Tór) 6. Gunnar Vang Niclasen (Tór) 7. Josvá F. Højgaard (TBF) Bólkur C 1. Bárður Enni Danielsen (Tór) 2. Maria Albinus (Tór) 3. Hanna F. Højgaard (TBF) 4. Reinar Garðshamar (TBF) 5. Hans Elias Arge (Tór) Bólkur D 1. Hans Jacob Petersen (TBF) 2. Jákup Margar Debess (Tór) 3. Poul Knút Poulsen (TBF) 4. Rólant Hansen (TBF) 5. Kristian Niclasen (TBF) 6. Páll H. Sørensen (TBF) Bólkur E 1. Regin Dam (Tór) 2. Saxo Patursson Vase (Tór) 3. Tummas Wilhelm (Tór) 4. Atli Skaalum (Tór) 5. Tobias Garðshamar (TBF) 6. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) 7. Ingálvur Lahmhauge (Tór) Bólkur F 1. Búgvi Dávisson Skála (Tór) 2. Jónas Weihe Markling (Tór) 3. Elias Krogh Sørensen (TBF) 4. Vár Højgaard (Tór) 5. Lias Arnason (TBF) 6. Eyðun Høgenni (Tór) Bólkur G 1. Ragnar Dahl Højgaard (Tór) 2. Aleksandur Ellefsen (Tór) 3. Maria Niclasen (Tór) 4. Erika Niclasen (Tór) 5. Bragi á Rógvi (Tór) 6. Kjartan Gray (Tór) 7. Bjartur Niclasen (Tór) 5. GP-umfar - úrslit Hans Elias Arge úr Tór í Havn Hans Jacob Petersen úr TBF á Tvøroyri