Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR - Tað vóru teir sum helst vildu hava meg, sigur føroyska stórtalentið 17 ára gamli føroyski hond­ bólts­snillingur, Elias Ellefsen á Skipagøtu, hevur verið eitt heitt navn í Evropa, síðani hann í summar við føroyska U17-lands­liðnum, vann stóru Euro­pean Open-kappingina í Göte­borg. Nú er greitt, at tað verða svensku meistararnir úr IK Sävehof, sum fáa gleðina av føroyska spælskiparanum, og hann kann vænta sær fitt av tíð á vøllinum. - Tað vóru teir, sum helst vildu hava meg, og vildu geva mær nógva spælitíð. Hini liðini vildu helst hava meg sum ein fram­tíðarleikara, sigur H71- leikarin við Ítrottarsosialin. - Eg havi verið í samband við IK Sävehof rættiliga leingi. Tað var tað fyrsta staðið eg vitjaði og mær dámdi sera væl – so eg noydd­ist ikki at vitja fleiri støð, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu greiður á málinum. Kortini hava nógv feløg víst føroyinginum áhuga, men sum vant er 17 ára gamli før­ oy­ing­urin loyndarfullur, og vil ikki avdúka nakað. Men tað eru nógv, skilja vit á lag­ num á Eliasi Ellefsen á Skipa­ gøtu, sum sunnudagin spældi rættiliga leingi í sera tepra hálvfinalusigrinum á Neista­ num og skoraði fýra mál. Tað var leingi í mun til seinastu mánaðirnar, har ein skaði hevur darvað høgru økslina. Men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki í mun til sáttmálan við Sävehof. - Tað er eingin trupulleiki yvir­høvur. Hetta verður skjótt yvirstaðið, sigur Elias og leggur afturat at næsta dyst ætlar hann at royna at spæla við fullari ferð aftur. - Tað er ræðuliga irriterandi at vera skaddur, sigur Elias og vit minnast brádliga aftur, at hetta bert er ein 17 ára gamal drongur sum vil spæla hond­bólt. Tað sleppur hann í Sävehof næsta summar. Nýggjur venjari vil hava Elias Venjarin, sum hevur lovað Eliasi spælitíð byrjar sam­ stund­is sum føroyingurin í felag­num. Í Sävehof hava tey í nógv ár dyrgt eftir at fáa fyrrverandi leik­aran hjá sær, Michael Appel­gren aftur í felagið sum venjari. Appelgren fór sum leikari úr IK Sävehof til Spania í 2013 og spældi sínar sein­astu dystir sum leikari í norska stórfelagnum Elverum árini eftir hetta. Venjari í Elver­um var tá Christ­ian Berge, sum gjørd­ist norskur lands­liðs­ venj­ari í 2016, og Appelgren var valdur at avloysa. Hann er nú farin í holtur við sítt fjórða ár sum venjari, og stevnir ímóti fjórða norska meistaraheitinum. Í summar vistu svenskir miðlar so at siga, at Sävehof hevði fingið venjaran aftur fyri millióna­ upp­hædd. Og nú hava tey so eisini fingið sín føroyska leik­ ara. Fer at traðka kendar gøtur IK Sävehof er felagið úr lítla býnum, Partille, beint uttanfyri Götebrog. Har fer føroyska stórtalentið at traðka á kendar gøt­ur, tí har hevur hann við H71 spælt heimsins størstu hond­ bólts­kapping, Partille Cup. Tað er eisini í samband við Partille Cup, at European Open-kappingin verður hildin. Hesa kappingina – ta størstu fyri U17-árgangin – vunnu Før­ oyar í summar. Elias Ellef­sen á Skipagøtu var tá valdur týdn­ ingarmesti leikari í kappingini. Tað var hann eisini við U18-landsliðnum, sum var til evropiska kapping á sumri í 2018 og í innbodnu kappingini fyri U18-landslið, sum Føroyar spældu í Týsklandi beint fyri nýggjár. Svøríkismeistarar og Heimsins størsta felag IK Sävehof erpar sær av, at vera heimsins størsta hond­ bólts­felag, tá ið mátað verður eftir íðkandi limum. Fleiri enn 2000 leikarar manna nevnliga ung­dómsliðini hjá IK Sävehof. Men tað er altso við fremsta mans­liðið, at Elias Ellefsen á Skipagøtu skal spæla frá kom­ andi summar. Mansliðið er, eins og kvinnuliðið, svenskur meist­ari. Liðið spælir eisini í Champ­ions League, har liðið er á triðja plássið í bólki C í løtuni, tvey stig aftanfyri Sporting úr Portu­gal. Føroyski hond­bólts­snill­ing­ ur­in sigur við Ítrottarsosialin, at hann hevur skrivað fýra ára sátt­mála við svensku risarnar. ELIAS ELIAS TIL SVENSKU TIL SVENSKU MEISTARARNAR MEISTARARNAR Elias Ellefsen á Skipagøtu (í svørtum) hevur verið darvaður av skaða í ár. Men Sunnudagin var hann til reiðar at stríðast aftur Elias Ellefsen á Skipagøtu í sínum fyrsta Evropa Cup-dysti í heyst. Nú kann hann fáa møguleikan at spæla Champions League við Sävehof