mánadagur 10. februar 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
VFF kappingini
hava
fleiri
óroyndir
spæl
arar víst, at tað er
dugur í teimum.
Eitt
nú
Noah
Mneney
og
Ingi
Jonharsson.
Noah
hevur
í
VFF
kappingini
verið
í miðverjuni, har liðfor
maðurin Atli Gregersen hevur
verið fastur maður nógvu tey
seinnu árini. Atli hevur verið
darvaður av skaða í tjúkka
num. Hann hevur vant saman
við liðfeløgunum og verður iva
leyst við leygardagin.
Stóra søgan í Sarpugerði
leygardagin var, at Finnur
Justinussen
aftur
var
í
troyggjuni hjá Víkingi. Jákup
Johansen, sum í vetur flutti
av Skála og til Víking, er eitt
sindur darvaður av skaða.
Landsliðsspælari er skaddur
René S. Joensen hevur verið
illa darvaður av skaðum, síðani
hann síðsta summar flutti úr
Íslandi og aftur til HB. Hann
var ætlaður til sentralan leiklut
á miðvøllinum, men nú er
spurningurin, um hann verður
har ella í miðverjuni, nú Lasse
Andersen og Hørður Askham
ikki eru við. HB hevur arbeitt
við at finna miðverja, men
Jacob Egeris, sum í næstsíðstu
viku var í Gundadali, varð ikki
mettur at vera nóg góður, og
hann hevur síðani skrivað sátt
mála við Nykøbing FC.
HB hevur keypt Teit Jacob
sen aftur úr SønderjyskE, men
framrættaði maðurin er fram
vegis skaddur, og sum skilst
verður hann ódrúgvur undan
summarsteðginum.
Flúgva undir radaranum
Tað er nógv nýtt á Tvøroyri,
og tá ið TB ikki hevur tikið lut
í VFF kappingini, er tað ilt at
vita, hvussu tað stendur til við
Stórá.
Venjingardystir hava verið
ímóti KÍ og B36, tá ið hesi feløg
ini vóru á venjingarlegu í Vági.
TB vann 2-1 ímóti KÍ og tapti 3-1
ímóti B36.
At tað verður lagt nógv fyri,
nú TB við nýggjum venjara
og fleiri nýggjum útlendskum
spælarum fyrireikar seg til
nýggja kappingarárið, er síðsta
vikuskiftið góð staðfesting av.
Leygardagin vandu teir við
Stórá tríggjar ferðir, og aftur
í ár vóru teir á vøllinum bæði
fyrrapartin og seinnapartin,
áðrenn teir endaðu í Pálshøll.
Petur er stóri spurningurin
Ímyndin av NSÍ hevur nógvu
tey seinastu árini verið Klæ
mint A. Olsen. Í VFF kappingini
var hann ikki verið drúgvur, tí
hann hevur verið darvaður av
skaða. Nú er hann tøkur aftur,
og leygardagin var hann í 72
minuttir á vøllinum í Klaksvík,
tá ið NSÍ tapti 2-0.
Stóri spurningurin í NSÍ er,
hvussu tað verður við Peturi
Knudsen, sum er so týdn
ingarmikil í framrættaða parti
num. Eftir væl eydnaða túrin
í Vali í Reykjavík hevur hann
vant og spælt við NSÍ, men enn
hevur hann ikki skrivað undir
sáttmála, og møguleikin fyri, at
hann skal fara av landinum at
spæla fótbólt, spøkir framvegis.
Tað skilst tó, at stórt sannlíki
er fyri, at Petur verður í gula
NSÍ búnanum, tá ið tað um ein
lítlan mánað verður farið undir
landskappingina.
Búi Egilsson er so mikið
skaðadarvaður, at hann ikki
hevur spælt higartil í ár, og
Jann Martin Mortensen hevur
tvær tær seinastu vikurnar
gingið
við
brotnum
armi.
Tað verður ikki roknað við,
at hann verður førur fyri at
spæla í fyrstu umførunum í
landskappingini.
Sakna framrættað vápn
Útskiftingin hevur verið stór á
Skála. Í 2018 og fyrstu umførini
í fjør var framrættaði Edvin
Jakobsen sera eyðsýndur, men
hann hevur ikki verið at sæð
síðani 18. apríl í fjør. Henda
dagin fór hann av vøllinum
í 57. minutti. Skála tapti 2-1 á
heimavølli ímóti EB/Streymi,
og Edvin varð illa skaddur í
knænum og hevur ikki spælt
síðani. Edvin venur, men enn
hevur hann ikki verið við í VFF
kappingini.
Aksel
B.
Danielsen
var
ætlaður at vera fremsti álops
spælari á nýggja Skálaliðnum.
Nú er hann skaddur, og tað
verður roknað við, at hann
neyvan fer at vera førur fyri at
spæla fyrstu umførini í lands
kappingini.
Miðverjin rennur
Í 2018 varð Andras Ó. Olsen
eyðsýndur miðverji hjá EB/
Streymi. Tað var hann ikki í
fjør. Orsøkin var, at hann sleit
krossbandið fyri einum ári
síðani, tá ið hann og liðfelag
arnir fyrireikaðu seg til lands
kappingina í 2019.
Stinni miðverjin var ongan
tíð á vøllinum í fjør. Hann
hevur ikki verið við í VFF kapp
ingina, men í EB/Streymi vóna
teir, at hann verður førur fyri
at spæla um ikki so langa tíð.
Andras hevur styrksivant og
runnið í vetur. Um eina viku
fer hann at venja saman við
liðfeløgunum, og so fæst at
síggja, um hann verður førur
fyri at spæla, tá ið tað verður
farið undir landskappingina,
ella um hann fer at bíða eitt,
tvey ella trý umfør.
Teir flestu eru væl fyri
Í Fuglafirði leggja teir nógv fyri
í royndini at betra um úrslitini
og úrtøkuna, sum í fjør var sera
soltin.
Í VFF kappingini hevur
ÍF vunnið sjey stig og skal
leygardagin spæla um fimta
plássið ímóti NSÍ.
Dánjal á Lakjuni er fyri
stuttum síðani farin at venja
eftir skaðasteðg. Hann var við
í 1-1 janvleikinum ímóti Víkingi
leygardagin, tá ið hann varð
skiftur inn.
Gundur E. Petersen, sum
kann brúkast í øllum røðunum,
er skaddur og hevur ikki verið
við seinastu ferðirnar í VFF
kappingini.
Sorin aftur á Argjum
Í VFF kappingini hevur tað
verið sera soltið hjá AB. At tað
ikki hilnast væl undan sum
marsteðginum er ikki ókent
hjá argjamonnum, sum aftur
og aftur hava ment seg seinna
partin av kappingini.
Síðstu vikuna hevur venj
arin, Sorin Anghel, ikki verið
á Argjum. Hann hevur verið
saman við øðrum venjarum á
íblástrarferð í Brasil.
Ætlanin er, at venjararnir
í kvøld vera aftur í Føroyum.
Á Argjum kann Sorin Anghel
fegnast um, at David Langgaard
aftur er tøkur. Verjuspælarin
var leygardagin við, tá ið AB á
heimavølli tapti 6-0 ímóti B36.