mánadagur 10. februar 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTARFELØG
Pætur Albinus
Á býráðsfundi 30. januar sam
tykti eitt samt Tórshavnar
býráð at fara víðari við tilmæli
num um at lata ítróttarfeløg
brúka ítróttarhallir í kommun
uni ókeypis um summurini.
Higartil hava ítróttarfeløg
havt ókeypis hallarleigu frá
15. august til 1. mai, meðan tey
restina av árinum, altso um
summarið, hava goldið frá 120
krónum og upp í 250 krónur
fyri hvønn tíma tey hava brúkt
hallirnar.
Hetta hevur havt nakað
av ónøgd við sær hjá fleiri
ítróttarfeløgum, sum halda tað
vera órímiligt at verða noydd
at rinda leigu tá ið tey umboða
kommununa, og eisini tí at
eitt nú tí at fótbóltsfeløg ikki
rinda leigu av vøllunum í kom
mununi.
Hjá summum smærri feløg
um hevur leiguprísurin nærum
verið ein spurningur um lív
ella deyð av tí at tey ikki hava
havt fíggjarligu orkuna til at
rinda roknigar upp á 1.000
krónur og meira um vikuna.
Alternativið hevur verið, at
virksemið í feløgunum hevur
ligið stilt um summarið, men
nøkur feløg hava eisini skipað
fyri tiltøkum fyri at fáa pening
í felagskassan fyri síðani at
lata teir til kommununa í
leigugjaldi.
700.000
Nú verður tó eftir øllum at
døma lagaligari hjá ítróttar
feløgunum at virka í Havnini, tí
Ítróttarfeløg í Tórshavnar kommunu hava stríðst við stóran leigukostnað fyri at venja um summurini,
men nú ætlar býráðið at syrgja fyri, at ítróttarfeløgini og sersambond kunnu venja ókeypis alt árið
STÓRT STIG
STÓRT STIG
FYRI ÍTRÓTTIN
FYRI ÍTRÓTTIN