mánadagur 10. februar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTARFELØG
uppskotið um at veita ókeypis
hallarleigu, eisini um sum
marið, varð einmælt samtykt.
Málið verður nú beint aftur í
býráðið til tvær viðgerðir sum
eykajáttan.
- Fyribils verður mett, at
broytingin við ókeypis hallar
leigu fyri ítróttafeløg og ser
sambond alt árið vil kosta um
leið kr. 700.000 í 2020, stendur
at lesa í fundarfrágreiðingini
frá býráðsfundinum.
Í fundarfrágreiðingini sæst,
at stuðulin frá kommununi
eftir ætlan í praksis verður
fluttur á rakstrarkontuna hjá
Ítróttaanleggum, sum er um
sitingin av hallum og vøllum í
kommununi.
Tórshavnar kommuna hevði
í síðstu viku hoyringsfund fyri
ítróttarfeløgunum í Havn, har
tey løgdu fram um ítróttar- og
frítíðarpolitikk í kommununi
og eitt nú vísti á, at tey á
dygdargóðum stigi vilja stuðla
undir ítrótt í fremstu røð og
eggja til ein virknan lívsstíl fyri
flest allar borgarar.
Stuðulin við at lata ókeypis
venjingartímar er ikki einans
ætlaður
lokalu
ítróttar
feløgunum, men eisini sersam
bondum, tað verið seg til eitt nú
landsliðsvenjingar hjá teimum
ymisku ítróttargreinunum.
- Vit vilja, at høvuðsstaðurin
tænir øllum føroyingum í av
gerandi leikluti sínum at ganga á
odda í menningini, skrivar kom
munan í visjónunum.
Forkvinnan í H71, Anna Dam,
sigur, at felagið hevur brúkt
umleið 30.000 krónur árliga
fyri at venja um summarið.
Hon hevur virðing fyri, at
hetta eru pengar, men hon
heldur ikki, at tað er nøkur
kollvelting, at kommunan
nú fer at taka sær av hallar
leiguni um summarið.
Hon heldur tað vera púra
burturvið, at tey yvirhøvur
hava verið noydd at rinda
fyri hallarleigu.
- Tað má hava staðið 'idiot'
á pannuni á okkum, tá ið vit
hava staðið í SMS og selt
tombola-seðlar fyri at hava
ráð at goldið kommununi.
Tað var kommunan, sum átti
at tveitt pengar í nakkan á
okkum, sigur Anna Dam.
- Vit gera eitt stórt sam
felagsgagnligt arbeiði við at
taka okkum av 400 til 500
ungdómum hvørja einastu
viku, sigur hon.
Hon er eisini í øðini um,
at fótbóltsfeløg ikki einans
sleppa undan at rinda fyri
leigu av vøllum, men har
umframt eisini fáa ein ár
ligan
fíggjarligan
stuðul.
Innlit, sum H71 hevur fingið
frá kommununi, og sum
Sosialurin eisini hevur sæð,
staðfestir, at HB, B36 og AB
árliga fáa 250.000 krónur í
stuðli. FC Hoyvík fær 175.000
krónur og Undrið fær 75.000
krónur.
Hondbóltsfeløgini
hava
einki fingið.
- Tað finst eingin logisk
forkláring upp á hví man
hevur gjørt so stóran mun
á tveimum ítróttargreinum,
sigur Anna Dam, H71-for
kvinna.
Í Havnini húsast kurvabólts
feløgini Hamar og Sporð
drekin, og saman við menn
ingarsambandinum
fyri
kurvabólt í Føroyum hava
tey merkt, at tað hevur verið
dýrt at vant um summurini.
Ein slíkur nýliga endur
stovnaður
ítróttur
sum
kurvabóltur
hevur
ikki
nógvar pengar um hendi,
og tískil hevur tað verið
sparið við venjingum um
summurini, tá ið tey annars
kundu hugsað sær at vant
eina rúgvu.
- Tað er jú um sumrarnar,
at fyrireikingarnar eru í
hæddini,
sigur
Magnus
Jakobsen, formaður í Sporð
drekanum, vísandi eitt nú
til oyggjaleikirnar, sum eru
annaðhvørt summar.
Undan oyggjaleikunum
á Gibraltar í fjør fyrireikaði
landsliðið í kurvabólti seg
fyri tað mesta í Klaksvík, tí
har kundu tey venja ókeypis.
Kurvabóltur í Føroyum
fær ikki stóran stuðul sam
anborið við aðrar ítróttar
greinar, og av teimum krón
unum, sum hava verið í
kassanum, er ein stórur part
ur farin til hallarleigu.
- Hallarleiga er ein stór
og keðilig útreiðsla, heldur
Magnus Jakobsen.
- Tað hevði verið fantast
iska gott, um vit kundu
komið inn at vant ókeypis
um summurini, og hetta
hevði eisini givið møguleika
fyri betri fyrireikingum og
tildømis at fingið eitt ung
dómslandslið, sigur hann.
- Annars hevði alt ligið
lamið hjá okkum frá mai
til august. Tíðin er farin frá
at man bara íðkar helvtina
av árinum, sigur Magnus
Jakobsen.
H71-forkvinnan:
Kurvabóltur:
Stóð 'idiot'
í pannuni
á okkum
Skapar
møguleikar
fyri menning