Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á Hálsi skuldu seinastu sek­ und­ini ongantíð verið tað, ið vit fóru at minnast dystin fyri. Held­ur skuldu vit minnast eitt kyndilsálop, sum var neyvari enn nakrantíð í ár. Bert ímóti Team Klaksvík hevur tað eyd­ nast Kyndli at rokkið fleiri enn 30 málum, men sunnu­kvøldið í Havn fóru bólt­arnir ­brád­liga inn. Tað sigur ikki so lítið um hvussu væl skjót­andi kyndils­menn vóru hetta kvøld­ið, at VÍF valdi at skifta Mladen Mjeri­macka út tá ið bert einir tígg­ju minuttir restaðu í. Kyn­d­il hevði funnið bestu upp­skrift­ina at steðga ferðini hjá VÍF: At skora. Og tað gjørdu kyndils­bakk­arnir. Høvdu ikki tíð til enn eitt mistak So einfalt var tað, og tað eydn­ aðist í so nógvum førum, at tað gjørdi einki at Kyndil tveit­ti heilar fýra bóltar burtur sein­ asta hálva annan minuttin, og VÍF bert var eitt mál frá at spæla seg í steypafinaluna. Fýra sekund resta í av dysti­ num. Filip Jojic stjelur bóltin og sendir hann í somu rørslu fram til púra leysa Jóhan í Garða­stovu. Tíðin er longu farin tá ið VÍF-vongurin fær hann í hendurnar. Tað fatar eing­in í ganginum á Hálsi fyrr enn Tórður Guttesen í Kyndilsmálinum hevur bjarg­að skotinum, og tey grønu tuska oman í hornið við kantin­u­ na. Eitt út av lagið vána­ligt kappingarár hjá Kyndli er gloymt eina løtu. Nú eru menn­ in­ir í steypafinaluni triðja árið á rað. H71 vardi og vendi dystinum Mótstøðuliðið hjá Kyndli verður tað sama sum í 2018: H71. H71 og Neistin skrivaðu hesa vikuna enn ein kapit­ tul í søguni um nýggju arva­ fíggindauppgerðina í før­oysk­ um manshondbólti, sum hevur leikað á í trý ár nú. Eins og í teimum fimm FM- finalunum í fjør og tveimum FM-finalunum fyrrárið, eydn­ aðist tað aftur H71 at koppa dystin sín veg í evstu løt­unum. Okkurt bendi á, at Neistin fór at eydnast hesaferð, tá ið Nicholas Satchwell rætt og slætt sýtti fyri at hoyvíkingar skuldu skora, meðan Dánjal Ragnars­son og Tróndur Mikkel­sen høgdu skot eftir skot inn í H71-málið. Neistin á odda 14-9 í hálvleikinum. Dánjal og Tróndur hava skotið fimm mál í part, meðan Nicho­las í málinum verður skrá­sett­ur fyri 12 bjargingar frá Ítrottar­ sosalinum. Men onkur má rætta okkum: Landsliðsmálverjin hev­ur heili 14 bjargingar eftir fyrsta hálva tíman. Men dystir ímill­um Neistan og H71 sleppa ikki at hava so stóran mun í hes­um árum. Frá byrjan í seinna hálvleiki er tað H71 sum sýtir fyri neistamálum. Tað gera teir við einari verju sum takklar hart, og eisini fær fitt av útvísingum. Neista­menn gagnnýta ikki yvir­tals­støðurnar, og H71 kann so við og við minka um munin – áðrenn tað eydnast at javna til 15-15 eftir góðar tíggju minuttir av seinna hálvleiki. Og so er tað sum vit minnast H71 og Neistan. Tað er eitt nerva­kríggj. Eitt pokerspæl. Dánjal Ragnarsson tekur tað upp á sínar herðar at skjóta mál, og leggur Neistan aftur á odda við tveimum. Ungi neista­maðurin skal spæla steypafinalu við dreingjum 18 næsta leygarkvøld, men hann ætlar sær avgjørt at spæla mansfinaluna fyrr um dagin eisini. Við einum 11 minuttum eftir at leika, skorar Dánjal til 19-17 til Neistan. Hann hevur staðið fyri øllum málunum hjá Neistanum í seinna hálvleiki, og hevur syrgt fyri at Neistin er á odda við einum máli í savnaða úrslitinum. Ov tungt í sjálvdrátti Men tað er ov tungt at vera Klokkan man vera hálvgum seks sunnukvøld, men av Hálsi og í Hoyvíkshøllina er ein øgiligur gangur. Eitt mál skilir H71 og Neistan eftir knappar 120 minuttir av hondbólti í Hoyvík og á Hálsi er støðan júst hin sama hjá Kyndli og VÍF. H71- og Kyndilsviðhaldsfólk bresta í gleðisróp tá ið tað eydnast liðunum at varðveita tepra munin og spæla seg í finaluna hjá monnum. Hjá kvinnum hava VÍF og H71 dagin frammanundan spælt seg í ársins steypafinalu HONDBÓLTUR Er tað nakað sum tíðindafólkið á Ítrottarsosialurin fegnaðist ser­liga um, var tað at aftur síggja fyltar hallir í teimum átta hálvfinaludystunum í viku­ni. Kortini kundu vit iðra okk­um um, at tað var ógjørligt at síggja allar átta dystir, tí at fleiri vóru leiktir samstundis. Hondbóltssamband Føroya sig­ur í viðmerking, at tað er eftir, sum hvørjum tykir. - Summi síggja helst at alt er hvør sína tíð, meðan summi dáma best at fleiri dystir eru í senn, har áskoðarar so frætta úrslit aðrastaðni so hvørt. Hetta kenna vit eitt nú frá fótbóltinum har flestu dyst­ir vanliga liggja sunnudag klokk­ an 15.00, sigur Ári Rouch av skrivstovuni hjá HSF. - Dystirnir nýtast ikki at liggja í senn og er tað í hvørjum føri ein savnað meting av teim­ um atlitum, ið skulu takast. Hesi atlit eru eitt nú vanligu dyst­ar­tíðirnar – nær fólk eru von at koma í høllina, at áskoðarar hava møguleika at síggja bæði kvinnur og menn og at fjølmiðlar hava møguleika at vera við, sigur HSF. Eitt nú H71 viðmerkti til kapp­ingarnevndina at felagið ynskti at spreiða dystirnar, so at fólk fingu møguleika at síggja allar dystir. Kvinnudystirnir miku­kvøldið lógu klokkan 18.00 og 20.00, men hóskvøldið vóru báðir lagdir klokkan 20.00, sum er vanliga dystartíðin hjá monnum í miðvikudystum. - Hugsanin var, at fólk fóru at hava trupult við at náa báðar dystirnar og fóru ikki at koyra til Vestmannar ímillum dystir­nar. - Leygardagin vóru báðir dystir­nir klokkan 18.00. Har vóru barnakappingar og ung­ dóms­d­ystir fyrr um dagin, so tað bar ikki til at hava dyst­ir fyrr og mett var ikki, at leyg­ ar­kvøld klokkan 20.00 var ein góð dystartíð. Ein møgu­ leiki kundi verið at havt kvinnu­dystirnar sunnudag – tí flogbólturin hevði sínar hálvfinalur leygardagin - men Fyltar hallir og alt í senn OG TÍ ELSKA VIT OG TÍ ELSKA VIT STEYPAHONDBÓLT STEYPAHONDBÓLT