mánadagur 10. februar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Michael Owen bleiv heims
kendur, tá hann í 1998 skoraði
eitt framúr vakurt mál fyri
Ongland móti Argentina í HM
1998, sum var í Fraklandi. Tá
var hann vara 18 ára gamal.
Hann hevði sligið ígjøgnum
hjá Liverpool og at kalla
ongin kláraði at steðga kvika
áleyparanum, sum bara helt
á fram at renna og koma til
málmøguleikar.
Hann er fitti drongurin,
sum ongin vil eiga í dag. Hann
er útskeldaður í Liverpool,
har hann spældi síni bestu ár,
er dottin niður millum hinar
Galacitos hjá Real Madrid, har
hann spældi í eitt ár, og hann
er beinleiðis hataður í New
castle. Eitt felag, sum ikki
hevði rætt til at keypa eina so
stóra stjørnu í 2005.
Í
hesi
bókini
fortelur
Michael Owen sína søgu.
Hann ætlaði ongantíð úr
Liverpool, hann treivst ikki í
Madrid og vildi aftur til Liver
pool, eins og Ian Rush gjørdi
á sinni, tá hann spældi eitt ár
í italska Juventus, fyri síðani
at koma aftur sum ein hetja.
Tað bleiv bara ongantíð til
nakað, tí Newcastle vildi gjal
da so nógv, at Real Madrid
ikki kundi selja áleyparan aft
ur til Liverpool.
Og so eru tað allir skaða
rnir. Sum bara 19 ára gamal
kemur fyrsti veruligi vødda
skaðin í baklærið og sum 27
ára gamal er Michael Owen
ikki longur tann Owen vit
kenna.
Tað eru altíð tvær síður
av hvørjari søk, og tað fært
tú veruliga smakk fyri í
hesi bókini. Michael Owen
vann Ballon d’Or í 2001, men
hann ræðist at koma aftur
til
Anfield.
Hetta
er ein perónlig bók,
har áleyparin loyvir
lesaranum heilt tætt
inn at kenslum og
avgerðum.
LES UM: Tú minnist
hatta
málið
móti
Argentina. Søgan um
Owen er spennandi
og gevasndi – eisini
fyri
viðhaldsfólk
hjá
Liverpool
og
Newcastle
IKKI LESA UM: Tja,
eg veit ikki ordiliga
hví tú ikki skuldi
lisið hana?
HVUSSU ER AT
LESA: Bókin er væl skrivað
og spennandi allan vegin
ígjøgnum. Tað hendir altíð
okkurt.
HVAT SIGUR TÚ: Er tú í 30
unum, so er hetta ein bók,
sum tú mást lesa.
FAKTA: Bókin fekk óvanliga
nógva
umtalu,
tá
hon
bleiv
útgivin,
tí
millum
annað verður Alan Shearer
útstillaður
Ummæli:
Michael Owen: Reboot
Vikan ið fór
Eli Hentze verður
settur sum nýggjur
hjálparvenjari á
A-landsliðnum í
fótbólti, meðan
Sámal Erik Hentze
verður útnevndur
nýggjur venjari á
U21-landsliðnum.
Steypahálvfinalur
eru í flogbólti, og
tað gerst greitt at
Mjølnir og SÍ hittast
í mansfinaluni
og Mjølnir og SÍ í
kvinnufinaluni.
Menninir hjá H71
og Kyndli spæla seg
í steypafinaluna
eftir teprar sigrar
á ávikavist
Neistanum og VÍF.
Sarita Kristina
Hansen úr Miðvági
endurvinnur
heimsmeistaraheitið
í lættvekt fyri
kvinnur 30-39 ár.
H71-kvinnurnar
spæla seg fyri
fyrstuferð í
steypafinaluna, har
tær skulu hitta VÍF.
Jóan Símun
Edmundsson er
á máltalvuni hjá
Arminia Bielefeld,
sum vinnur 6-0
á Regensburg
og stevnir ímóti
Bundesliguni.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Torkil Veyhe
Ítróttur: 30
Starv: Súkkling
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Klaksvík
2. Serbia
3. 2016
4. Borðtennissamband
Føroya
5. Kansas City Chiefs
6. NSÍ
7. Miðvágur og
Sandavágur
8. Bárður Johannesen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvar vórðu steypahálvfinalurnar í føroyskum flogbólti
spældar um vikuskiftið?
2 Úr hvørjum landi er Kyndils-málverjin, Jovana
Stranjanac?
3 KÍ-kvinnur vunnu í fjør FM fyri fyrstuferð síðan hvat ár?
4 BTSF er styttingin á hvørjum sersambandi undir ÍSF?
5 Hvør vann ársins útgávu av Super Bowl?
6 Hvat lið er nýtt í Betrideildini í kvinnufótbólti í ár?
7 Nevn annan av býunum, sum flogbóltsfelagið Dráttur
umboðar?
8 Hvussu eitur hondbóltsvenjarin á myndini?
Hvat er nýggi
leikluturin hjá tær hjá
Riwal-Readynez?
- At stýra fylginum, syrgja fyri
at vit vinna og at optimera
útgerðina.
Hvat hevur tykkara
wilrcard til Amstel
Gold Race at siga?
- Tað hevur heilt nógv at siga.
Tað vísir at vit eru á rættari
kós, at vit fáa størri kappingar
og
at
fyriskiparar
síggja
okkum sum ein seriøsan
kappingarneyta í kappingum.
Ávirkar tað tykkum,
at Bjarne Riis hevur
keypt seg inn í NTT?
- Nei, tað burdi ikki havt
nakra
ávirkan
á
okkara
virkan.
Hvat eru málsetningarnir
fyri 2020?
- At sleppa við til Amstel
Gold Race og fáa nøkur góð
persónlig úrslit.
Hvat er næsta kapping
í skránni hjá tær?
Eg skal súkkla Laigueglia í
Italia sunnudagin.
"Áskoðararnir fingu nakað fyri
pengarnar her í endanum, men vit
burdu ikki gjørt tað so spennandi."
Høgni Klein, venjari hjá Kyndli, eftir tepra samlaða
sigurin á VÍF
"Nei, eg svav ikki við
steypinum. Eg svav við
konuni. Hon er mítt steyp."
Andy Reid, høvuðsvenjari hjá Kansas City
Chiefs, eftir sigurin í Super Bowl