mánadagur 10. februar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Eg unni ítróttarfeløgunum í Havn at hava
fingið tveir vøllir í nýggju Stórhøllini á Hálsi,
men eg hati alt við hasi høllini. Hon er ímyndin
av makverki og manglandi ambitiónum. Eg
gleddi meg annars at fara í høllina í gjár, at siga
frá seinnu hálvfinaluni í steypakappingini í
hondbólti hjá monnum, men tað bleiv, sum tað
hevur verið síðani umbyggingina.
Sjarman er vekk. Sjarman, sum í yvir tjúgu ár
hevur gjørt at eg havi eitt forhold til høllina
á Hálsi. Høllin, sum hevur verið karmur um
nakrar av størstu ítróttarhendinginum í
føroyskari ítróttarsøgu, er nú ein venjingarhøll
uttan stemning. Hon rúmar slett ikki at hava
patent upp á steypafinalurnar í hondbólti
longur.
Samanrullaði setur up til lofti handan annað
málið, og eitt stórt lørift handan hitt málið.
Nøkur fá áskoðarapláss á langsíðuni og ein
tómu síðu til sjónvarpsvinkulin, har venjarar og
eykaspælarar sita.
DREYMURIN
Tað kom væl við hjá teimum flestu, tá
Tórshavnar Kommuna boðaði frá at høllin á
Hálsi skuldi byggjast út. Feløgini høvdu brúk
fyri hallartímum og dreymurin um ein ordans
finaluhøll var spennandi – men so bleiv ikki.
Ein høll, sum kundi rúma steypafinalum í
hondbólti og flogbólti, men eisini altjóða dystum
og kappingum. Ein høll, sum vit kunnu kalla
okkara tjóðarhøll. Ein høll, har vit kunnu bjóða
øllum Føroyum til landsdystir móti Danmark og
øðrum – so bleiv ikki.
Veruleikin bleiv tó ein annar. Í dag er høllin
bara ein ímynd av vantandi ambitiónunum.
Hon er skralla innan og teir fáu hentleikar,
sum vóru áðrenn eru vekk. Fyri hasar 80
milliónirnar hava vit fingið ein vøll afturat og
nøkur áskoðarapláss, sum ikki eru við til at
skapa góðan stemning í høllini, tá landsdystir
eru. Uppaftur verri er senan, tá dystur skulu í
sjónvarpið.
Í løtuni er miðlaumstøðurnar slett ikki
vánaligar, tí har eru ongar miðlaumstøður. Í gjár
mátti eg sita aftanfyri ein kameramann, sum
stóð og filmaði fyri Kringvarpið. Skalt tú upp á
balkongina, so skalt tú seta heilsuna í veg, tí tú
skal klatra upp og standa har uttan verju. Skal
tú gera samrøður beint eftir dystin, so er heilsan
hjá áskoðarunum eisini í vandan, um tú skuldi
mist takið á veg niður.
Um eina viku skal FM1 og Miðlahúsið aftur siga
frá steypafinalunum í hondbólti. Í fjør skuldu
vit upp gjøgnum ein stiga, sum stóð á einum
beini, fyri at koma upp á eina fyribils balkong.
Eg eri sentur at síggja hvussu tað verður
hesaferð.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Jóan Símun Edmundsson spældi
76 minuttir og skoraði eitt av
málunum, tá Arminia Bielefeld í
gjár vann 6-0 á SSV Jahn Regens
burg. Toftamaðurin skoraði til 2-0
aftaná 35 minuttir.
Tað var trýst á DSC Arminia
Bielefeld undan dystinum sunnu
dagin, tí kappingarneytarni úr
Hamburg SV og VfB Stuttgart vun
nu leygardagin. Heimaliðið hevði
Jóan Símun Edmundsson við frá
byrjan fyri fyrstu ferð í 2. Bundes
liguni í ár.
Tað skuldi vísa seg at verða ein
góða avgerð. Fyrst skoraði Cebio
Soukou og síðani Jóan Símun
Edmundsson
til
2-0.
Arminia
Bielefeld er í løtuni uttan mál
skjúttan
Andreas
Voglsammer
og toftamaðurin fegnast um, at
tey eydnaðist at avloysa skadda
áleyparan.
-Tað er deiligt at eg og Cebio
klára at koma á liðið og avloysa
Andreas Voglsammer. Tað er ikki
lætt, tí hann er ein týdningarmikil
spælari, men í dag riggaði tað,
sigur Jóan Símun Edmundsson við
heimasíðuna hjá felagnum.
Føroyska mál
Jóan Símun Edmundsson skoraði
til 2-0, tá tíggju minuttir vóru eftir
at fyrra hálvleiki. Talan var um
eitt skot við heldur kalda høgra
beininum og toftamaðurin mundi
ikki raka bóltin heilt reint, men
hann fór upp í málhornið.
-Vit vísti í dag, at vit eru eitt gott
lið. Eg blundaði bara og vónaði at
bólturin fór í málið, tí skotið var
við mínum veikara høgra beini,
sigur Jóan Símun Edmundsson.
Føroyski
landsliðsspælarin
spældi á miðjuni og bleiv skiftur út
aftaná 76 minuttir. Tá var støðan
3-0. Seinastu minuttirnar økti
Arminia Bielefeld tríggjar ferðir.
Arminia Bielefeld hevur 41 stig
og Hamburger SV hevur 40 stig.
Stuttgart hevur 38 stig. Tvey tey
ovastu liðini flyta beinleiðis upp.
Triðovasta liðið spælir uppflyt
ingardyst móti triðaftasta liðnum
í 1. Bundesliguni.
Brandur skoraði í Göteborg
Tað eru knappir tveir mánaðir, inn
til fyrsti føroyingurin fer at royna
seg í svensku landskappingini.
Sunnudagin 5. apríl fer Helsing
borg IF í fyrsta umfari í 2020 lands
kappingini at spæla á heimavølli
ímóti Varbergs BoIS FC.
Brandur
Hendriksson
Olsen
hevur síðani á nýggjárinum verið
í Helsingborg. Tað letur til, at hann
av álvara hevur fingið fatur í rætta
endanum.
Um vikuskiftið var hann millum
teir fyrstu ellivu, tá ið Helsingborg
spældi venjingardyst á útivølli
ímóti sigursvanda IFK Göteborg,
og Brandur var á miðvøllinum
allan dystin á tamb.
Úrslitið var 2-2, og tað var
Brandur Hendriksson Olsen, sum
níggju minuttir undan leikloki
javnaði til 2-2. Tað gjørdi hann við
høvdinum, eftir at bólturin varð
lagdur innfyri.
trondur@sosialurin.fo
JÓAN SÍMUN SKORAÐI
FYRI ARMINIA BIELEFELD
Útisetar:
Høllin á Hálsi er
enn eitt vónbrot
2. Bundesligan: Føroyski landsliðsspælarin byrjaði inni og skoraði
í storsigri í gjár. Eisini Brandur Hendriksson er í málhýri