Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. februar 2020 · Nr. 18 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Gera nýggja farleið út í Hólmin Seks almennir stovnar og leikarar í ferðavinnuni mæla til at gera eina nýggja farleið út í Mykineshólm, so at gingið verður uttanum Lamba, størsta lundalandið í Føroyum. Hetta skal gerast fyri at verja fugl og lendi og fyri at kunnu hava eina burðardyggari ferðavinnu í oynni Frants Jensen frants@sosialurin.fo Visit Faroe Islands, Sørvágs Kommuna, Umhvørvisstovan, Havstovan, Visit Vágar og Tjóðsavnið hava orðað 10 felags tilmæli um, hvørji átøk eiga at verða sett í verk í Myki­ nesi. Millum annað verður mælt til: – At leiðin gjøgnum Lamba verður stongd í bútíðini, til av­ tala er gjørd um eina burð­ar­ dygga umsiting av økinum. Tó kann verða skipað fyri ser­lig­ um túrum við ferðaleiðara fyri avmarkaðum skara í turrum veðri eftir fastari mannagongd, sum tryggjar, at fuglur og lendi ikki verður overvað. Mykines er í serstøðu Teir seks stovnarnir og leik­ar­ arnir í ferðavinnuni siga eisini: – Kanningar hjá fugla­frøð­ ing­um hava staðfest, at lundin, serliga sildberin, verður nógv órógvaður og heldur seg burt­ ur, tá ið fólk eru á gøtuni. Kann­ingar vísa eisini, at fleiri hol­ur tætt við gøtuna eru tóm­ ar, og tess longri tú fert frá gøt­uni, tess fleiri lundaholur eru, sum lív er í, stendur í til­ mæl­inum. Teir vísa á, at ríka fuglalívið og náttúran í oynni hava givið Mykinesi eina serstøðu sum vælumtókt ferðamál og sum ramsar-øki, ið inniber, at Før­ oyar binda seg til at seta í verk verndarátøk fyri sermerktu økini.   Galdandi lóggáva er ikki nøktandi Felags tilmælini eru úrslit av eini longri tilgongd og nógvari umrøðu um, hvussu ferða­ vinn­an eigur at verða skipað í oynni. Áskoðanin hjá hesum seks er, at alt ov lítið hevur verið gjørt fyri at verja oynna og skipa eina góða ferðavinnu. – Hóast grannastevnu­sam­ tykt­ir og fleiri tilmæli hava verið frammi um at seta í verk vernd­arátøk og avmarkingar, hevur tað víst seg at vera trupult at fremja tað í verki. Myki­nes er gott dømi um, at galdandi lóggáva als ikki er nøkt­andi, tá ið tað snýr seg um at verja týðandi náttúruvirði, skriva partarnir. Teir eru á einum máli um, at tað væl ber til at seta í verk avmarkingar, samstundis sum ferðavinnan í økinum verður ment. – Tað er átrokandi at seta inn nú. Fyrsta stigið eigur at vera at flyta ferðsluna burtur frá størsta lundalandinum í Før­oyum, ið liggur á leiðini út í Myki­neshólm.  Gongd fram við Eggini Eitt av hinum tilmælunum er at gera eitt alternativ til leiðina út í Hólm. Har verður mælt til at merkja alla farleiðina fram við Eggini soleiðis, at fólk kunnu ganga túrin út á Rógv­ una at hyggja at fugli og síðani ganga eystur eftir eggini, til komið verður til hagamarkið eyst­an fyri bygdina. Øll far­ leiðin eigur at vera umvæld og, har tað ber til, at verða breiðkað so mikið, at tvey kunnu ganga lið um lið, so tað slepst undan gásagongd, ið slít­ur nógv. Sagt verður eisini, at neyð­ ugt er at gera nýtt kunning­ar­ til­far, faldarar, skelti og annað, sum vísa á nýggju farleiðina, um­framt skelti, ið vísa á rætt­ an atburð, tá ið gingið verður. Hetta arbeiði kann Visit Faroe Islands standa fyri, verður sagt. Visit Faroe Islands vil rinda Aðrastaðni í tilmælinum stend­ur soleiðis: ”Ein partur av inntøkunum eigur eisini at vera brúktur til at fíggja neyðugt kanning­ar­ar­ beiði, gøtur, kunningartilfar og annað, sum kann hava við sær, at ferðavinnan í oynni verður betur skipað og burðardyggari. Visit Faroe Islands er sinnað at rinda part av hesum kostnaði.” Tilmælini vórðu send rams­ ar-nevndini fyri Mykines til kunn­ingar 10. januar 2020, og tey vórðu løgd fram fyri bygd­ arfólkið og jarðareigarar í Mykinesi 7. februar. Hós­ kvøldið 13. februar klokkan 19 verða tilmælini løgd fram á borg­arafundi í Sørvági. Lands­ stýrismaðurin við um­hvørv­is- og vinnumálum, Helgi Abra­ ham­sen, fer eisini at greiða frá yvirskipaðu politisku ætlan­ un­um á økinum. LÓGGÁVAN STEÐGAR BROYTINGARMØGULEIKUM – Vit mangla lóggávuna, og tí fáa vit ikki gjørt so nógv annað enn at koma við tilmælum, sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari fyri menningardeildina hjá Visit Faroe Islands, tá ið hann verður spurdur um, hvat fer at henda víðari í málinum um ferðavinnuna í Mykinesi Frants Jensen frants@sosialurin.fo Visit Faroe Islands er ein av høvuðspørtunum í tilmælin­ um um náttúruvernd, fugla­ vernd og ferðavinnu í Myki­ nesi. Seinasta summar høvdu teir fingið amerikumannin, Nath­an Reigner, til Føroya, og hann vitjaði nøkur av teimum best umtóktu ferðavinnu­ plássunum í Føroyum. Hann hevur skrivað PhD, og hevur millum annað starvast fyri íslendska ferðavinnuráðið, har hann hevur royndir við tjóðarparkum og burðar­dygg­ ari ferðavinnu. Hann hevur skrivað eina frágreiðing um støðuna eins og nøkur til­ mæli. Út frá hesum hava teir seks partarnir skrivað um­ rødda tilmælið. Áhugamálini kunnu ikki sam­einast Tað eru fyrst og fremst jarð­ ar­eigararnir í Mykinesi, ið kunnu gera broytingar í Myki­nesi, men tað er ikki altíð, at áhugamálini hjá teim­ um seks pørtunum og jarðar­ eig­arunum í Mykinesi eru tey somu. – Vit hava tosað við jarð­ar­ eig­ararnar í fleiri umførum, men tað eru ikki øll áhugamál, ið kunnu sameinast, sigur Jóhan Pauli Helgason. Hann vísir á, at gjaldið eisini er ein trupulleiki. – Av tí gjaldi, ið verður kravt inn, sær ikki út til, at nógv verður gjørt fyri at verja náttúruna og fuglalívið, sigur menningarleiðarin. Hann vísir á, at í fyrsta um­ fari er tað Mykines, ið tilmæli verður gjørt um. Men hann afturvísir ikki, at okkurt til­ mæli verður gjørt um okkurt annað av vælumtóktu ferða­ vinnuplássunum í landinum í framtíðini. Nú skal gerast meira fyri at verja fuglalívið í Mykinesi