týsdagur 11. februar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. februar 2020 · Nr. 18
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Verjið kalva okkara
Johan Mortensen
Tað er torført at ímynda sær eina ferm
ing ella eitt gott ólavssøkuborð uttan
kalvasalat. Hesin okkara sera væl
smakkandi føroyski kalvin er ein týð
andi partur av matarskránni, tá blið
skapur skal sýnast. Ella ein væl stoktur
kalvi við nógvum smøri, smelti og
brúnum leyki og nýggjum eplum heim
an av Sandi – kann tað verða betri?
Men hvussu leingi hava vit kalvan?
Hann er torførur at fáa fatur á í dag, og
í teimum sølubúðum í Havn har hann
– av og á – fæst til keyps, liggur prísurin
í dag um 250 krónur fyri kilo og fer
longri upp.
Sannroynd er, at minni og minni er
til av kalva á føroyaleiðunum, og tað er
katastofalt at sokallaða “holið” í ein
útnyrðing úr Føroya Banka, har megin
parturin av kalvastovninum gýtur í
hesum døgum, ikki er totalfriðað fra
november til mars í minsta lagi. Tað
sigur seg sjalvt, at onki verður til av
kalva, verður allur gýtingarfiskurin
tikin!
Tað varð fleiri ferðir heitt á fráfarna
fiskimálárað um at seta hesa friðing í
verk, men onki varð gjørt. Tað er at
vóna, at núsitandi fiskimálaráðharri og
fólk hansara gera nakað við hetta
álvarsmál. Í Íslandi er kalvin friðaður í
løtuni.
Tað er ikki at vóna, at kalvin verður
sum “lundi á jólanátt”! Okkara upp
vaksandi
ættarlið
hava
neyvan
smakkað ein lunda ella ein lomviga.
Hetta tilfeingi, sum var ein partur av
dagliga kostinum hja foreldrum okkara
er burtur í dag og kanska fyri altíð.
Hummari okkara, sum hevur verið
ímyndin av gastronomiska rákinum í
Føroyum saman við igulkerum, er eis
ini komin á gravarbakkan vegna dálk
ing og ovurveiðu.
Tað ber til at týna náttúruna! Latum
okkum verja og fjálga um okkara fant
astisku føroysku náttúru , hana sum
vit bert hava til láns frá okkara abba
børnum.
Kalvi, lundi, lomvigi, hummari, igul
ker, alt partar av okkara mentanarliga
samleika og gastronomiska DNA!
Til minnis um Kristian Petersen
Mín allarbesti Kristian, tú kom í mítt
lív og gav mær so ómetaliga nógv.
Kristian kann lýsast við einum setn
ingi, heilt ólukksáliga fittur og blíður.
Ikki tí, tað kann sigast so nógv meiri
um Kristian, eg kann eisini lýsa hetta
fitta menniskja við nógv fleiri orðum.
Erligur, jaligur, hjálpsamur, eygagóður,
bersøgin, fryntligur, skemtiligur, verðs
ligur, tolin, góður og øll hini vælmein
andi lýsingarorðini, sum finnast.
Tú kom í mítt lív, tá eg var 12 ára
gomul, eg var á varðhaldi fyri hesum
fremmanda manni, og sum yngst av
fýra systkjum Frank, Hanusi og Erlu,
var eg helst tann ið allar minst ynskti,
at mamma skuldi síggja nakran annan
enn meg. Minnist meg hava siti í trapp
uni og bíða til tú fór avstað um kvøld
arnar, tí mammu skuldi tú ikki fara av
stað við. Eydnan var tó við mær
Kristian, tí “gulu” skótarnir skuldu til
Norra hetta summarið, og eg var ør
kymlað um, at eg ikki slapp við, men tá
var tú skjótur at rinda fyri mína ferð.
Tá eg, fjúrtan dagar seinni, var aftur í
Føroyum, vart tú fluttur inn í Handara
tún. Eg var nakað nipin, men hevði
havt ein frálíkan túr og ikki kann sigast
annað enn, at síðani tann dagin hevur
tú saman við mammu, verið mín
grundarsteinur í øllum viðurskiftum.
Tú hevur havt meg við, og eg slapp at
taka lut í øllum. Tú megnaði við tínum
góða, blíða og djúpa lyndi saman við
mammu, at vegleiða og flyta meg fram
á leið.
Tín alskur til Føroyar og føroysku
náttúruna hevur altíð myndað teg sum
menniskja, og at tú ert/vart tjóðveldis
maður um ein háls, hevur eingin nakr
antíð ivast í. Tær hevur altíð dáma sera
væl at farið á flot, gingið í haganum og
fingist við kríatúr. Tú kendi hvønn
tind, hvørt vatn, hvørt sker, hvønn
seyð, hvønn fugl og hvørja blómu og
grasstráð tú gekst framvið. Eg hugsaði
mangan, á mínum ungum árum, hvat
skal eg vita hetta til, men tú lærdi meg
eisini, at tað er júst hetta, sum er lívið,
tað at eygleiða og njóta tað tú sært á
leiðini.
Tú segði ofta, um tað var eitt hvørt
ið tyngdi, at tað skal nokk ganga góða,
og tað havi eg ofta hugsa um.
Uttan teg í mínum lívi var eg fátøk.
Takk, stóra takk fyri Kristian.
Heilsan dóttir tín, Sigrun
KJAK