týsdagur 11. februar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Vilmund Jacobsen
Hvat er ein góður mannfólkatúrur?
Henda spurning hava vit sett Eyðuni
Berg, stjóra í NAX, sum skipar fyri tiltøk
um og túrum av ymiskum slagi og eftir
ynskjum og tørvi.
Tilboðini hjá NAX venda sær til fyri
tøkur, bólkar og ferðavinnuna annars.
Eyðun Berg ásannar, at tað oftari eru
kvinnur enn menn, sum sita við borð
endan, sum hann tekur til, tá útferðir hjá
arbeiðsplássum skulu skipast og leggjast
til rættis.
- Kvinnurnar eru ofta meira djarvar
og hava størri hugflog enn menninir.
Tað er ein myta, at tað eru menninir, sum
slóða fyri, tá avbjóðingar skulu veljast og
setast út í kortið. Okkara royndir vísa, at
menninir ofta sita aftan fyri kvinnurnar
og goyma seg. Men, tá so menninir eru
komnir avstað, er teir eisini óførir.
NAX skipar fyri nógvum ymiskum
starvsfólkaútferðum, og fyritøkan
ger nógv við toymismenning og tað at
menna starvsfólk og arbeiðspláss við
upplivingum og stuttum, ítøkiligum - og
ikki akademiskum - fyrilestrum.
Eyðun Berg sigur, at ein slíkur fyri
lestur ofta tekur støði í týdninginum av
samstarvi, samskifti og samanhaldi.
- Vit leggja stóran dent á virðingina
fyri hvørjum øðrum og soleiðis fyri ein
staka menniskjanum, ymiskleikanum
- tí persónliga í hvørjum menniskja, og
hvør viðkomandi er. Lyklaorðið í okkara
arbeiði er at tora at virða hvønn annan
fyri tað, sum fólk í veruleikanum eru,
sigur hann.
Ein mannfólkatúrur
Eyðun Berg vísir á, at ein mannfólkatúrur
saktans kann vera ein túrur við ribbáti út
í Hest.
- Farið verður á land í bygdini í Hesti,
har gingið verður upp um oynna, og
vestan fyri verður so siðið niður á helluna.
Tá menn eru komnir í turrdrakt niðri á
helluni, verður lopið á sjógvi og síðan
verður svomið út til bátin. Nú verður
siglt inn á botn í Húsagjógv, og teinurin
innar er einar 300 metrar. Síðan verður
svomið út gjøgnum Trongugjógv, og
hesin teinurin er einar 200 til 250 metrar.
Eyðun Berg sigur, at menninir
ongantíð eru einsamallir á túrinum.
- Tað eru instruktørar við, og er tað
onkur, sum ikki dugir so væl ella ikki
orkar so væl at svimja, verður viðkom
andi hjálptur út gjøgnum gjónna og út til
ribbátin, sum liggur útfyri. Hetta er eingin
trupulleiki, og vit brúka sum oftast eisini
streymin til hjálpar út úr Trongugjógv.
Hann vísir á, at tá menn eru komnir
aftur í ribbátin, verður siglt norður til
Álvastakk undir Hestoynni.
- Her verður klintrað upp á helluna.
Hetta er rein hella, og her ganga vit síðan
eftir helluni undir bjørgunum og hoyra
fuglin yvir okkum. Vit fortelja um trygd
á sjónum, og hvussu vit best bera okkum
at, um onkur skuldi komið í eina slíka
støðu í gerandisdegnum.
Eyðun Berg vísir á, at um illa vildi til í
dagliga lívinum, og maður var komin so
leiðis fyri, at hann lá í sjónum og royndi
at koma upp á helluna, so hevði verið
skilagott at brúkt náttúrukreftirnar.
- Í einari slíkari støðu er ógvuliga um
ráðandi at vera róligur og hugsa klárt.
Sleppir tú ikki upp úr sjónum og upp á
helluna fyrstu ferð, er eingin orsøk til at
missa mótið. Tá er at taka seg út aftur
og í størst møguligan mun gera nyttu av
streymi og náttúrukreftum, sum eru, sig
ur hann.
Eftir ein slíkan túr verður eisini høvi
til ein betri bita í hugnaligum umhvørvi.
Nógvir møguleikar
Eyðun Berg sigur, at NAX hevur nógvar
møguleikar til ein góðan mannfólkatúr,
og her er bert ein møguleiki av mongum
nevndur.
- Okkara mál er at skapa serstakar
upplivingar og persónligar avbjóðingar,
har luttakarar - í hesum føri mannfólkini
- undir tryggum umstøðum og kørmum
hava møguleikan at flyta mørk og røkka
málum, sigur Eyðun Berg.
Í konseptinum hjá NAX eru nógvir
ymiskir túrar, og her eisini høvi eitt nú
at rógva í kajakkum ymsastaðni á sjónum
kring landið.
MENNINIR GOYMA SEG
AFTAN FYRI KVINNURNAR
- Okkara mál er at skapa serstakar
upplivingar og persónligar avbjóðingar,
har luttakarar - í hesum føri mannfólkini
- undir tryggum kørmum hava
møguleikan at flyta mørk og røkka
málum, sigur Eyðun Berg hjá NAX
Siglt verður heilt inn á botn í Húsagjógv, og síðan verður svomið út
aftur gjøgnum Trongugjógv. Hjálparfólk eru við allan vegin
Lopið verður á sjógv úr ribbátinum og svomið verður inn móti helluni, har
menn royna at koma sær upp á land. Síðan verður gingið eftir helluni
Samrøða
Her byrjar ein mannfólkatúrur
út í Hest í skjóttgangandi
ribbáti. Tá komið er út í bygdina,
verður gingið upp um oynna