týsdagur 11. februar 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Vilmund Jacobsen
Hvat er góð mannfólkaheilsa?
- Tað er tað sama sum góð heilsa hjá
hinum kyninum. Heilsa er jú eitt breitt og
samansett hugtak, og yvirskipað inniber
heilsugóða lívið bæði at hava tað gott
kropsliga, sálarliga og sosialt.
Tað sigur Magni Mohr, formaður í
Fólkaheilsuráðnum.
Hann vísir á, at mannfólkaheilsa snýr
seg ikki bara um gularøtur og kropsliga
venjing, men eisini um samleika - at hava
góðar vinir, síggja meining í tilveruni og
ymiskt annað.
Eru nøkur serlig ráð, sum venda sær
meira til menn enn til kvinnur, tá ræður
um mannfólkaheilsu?
- Ja, menn hava generelt verri heilsu
enn kvinnurnar í okkara parti av
heiminum. Í Føroyum hava menn eitt
nú avbjóðingar viðvíkjandi royking, ov
stórari alkoholnýtslu og yvirvekt, sum
kemur av ov lítlari kropsligari rørslu og
minni góðum kostvanum.
Magni Mohr vísir á, at hetta eru eisini
avbjóðingar hjá kvinnum, men hesar eru
størri hjá okkum monnum.
- Tað er eisini okkurt, sum bendir á,
at menn yvirskipað eru í størri váða
enn kvinnur, tá talan er um váðar í
arbeiðslívinum og gerandisdegnum
annars.
Menn í størri váða
Hvørjir kunnu trupulleikarnir hjá mon
num vera meira - ella øðrvísi - enn hjá
kvinnum?
- Menn eru í størri váða enn kvinnur,
tá talan er um fleiri av sjúkunum, sum
standast av livihátti, arbeiðshátti og
næsadjarvni.
Magni Mohr vísir á, at tað serstakliga
er livihátturin hjá monnum, sum setir
okkum í størri váða.
- Tó sær tað út til, at kynsmunirnir í
heilsu eru tengdir at aldri. Nógvar gentur
og ungar kvinnur uppliva sálarliga
strongd, sum møguliga kemur frá einum
øktum avrikstrýsti, sum kanska serstak
liga sosialu miðlarnir eiga sín part av.
Hann vísir á, at tað harafturímóti eru
nógvir dreingir og ungir menn sum ikki
kenna, at teir passa so væl inn í dagsins
samfelagsskipanir.
- Summir velja kanska at flýggja inn
í digitala heimin, sum møguliga kennist
meira ítøkiligur. Tað eru fleiri tekin, sum
kundu týtt upp á stórar avbjóðingar hjá
okkara ungu, sum partvíst eru kyns
tengdir. Magni Mohr sigur, at hjá teim
um eldru er eitt nú einsemi størri hjá
monnum enn kvinnur.
Avbjóðingar tær somu
Er tað nakað serstakt, sum menn skulu
ansa eftir - ella gera - sum kvinnur ikki
nýtast at hugsa um?
- Heilsuavbjóðingarnar í dag eru fyrst
og fremst tær somu hjá báðum kynum,
so skilagóður liviháttur í mun til royking,
kropsliga rørslu, kost, sálarliga javnvág,
sosialan trivna og annað eru til bæði kyn
ini.
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum
heldur, at menn tó skulu royna betur at
passa inn í samfelagið, sum er kollvelt
andi broytt seinastu fáu árini.
- Vit menn skulu læra betur eisini at
vera bleytir, vísa veikleika, fara til læknan
í góðari tíð og vera umsorganarfullir -
uttan at vit missa okkara maskulinitet
burtur í øllum meldrinum, heldur Magni
Mohr.
Mugu ansa sær betur
Hagtøl siga, at kvinnur liva longri enn
menn. Hví liva menn styttri enn kvinnur?
- Í dag halda granskarar, at kvinnur
hava ein arvafrøðiligan fyrimun í mun
til menn, tá talan er um livialdur. Hetta
hongur møguliga bæði saman við
kvinnuligu kynshormonunum, og at
kvinnan hevur tvey X-kromosom. Hetta
merkir kanska fýrakantað sagt, at menn
eru meira útsettir í mun til óheilsuligan
livihátt.
Tað merkir, sigur Magni Mohr, at
menn mugu ansa betur eftir sær sjálvum
í mun til vanligu heilsuráðini.
- Tað liggur helst eisini í okkum
monnum, at vit duga ikki so væl at biðja
um hjálp í góðari tíð, tá heilsuvandar eru,
sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.
Samrøða
Magni Mohr, formaður
í Fólkaheilsuráðnum
MANNFÓLKAHEILSA ER
IKKI BARA GULARØTUR
- Vit menn skulu læra betur eisini at vera bleytir, vísa veikleika, fara til
lækna í góðari tíð og vera umsorganarfullir - uttan at vit missa okkara
maskulinitet burtur í øllum meldrinum, heldur Magni Mohr
- Tað liggur helst í okkum monnum, at vit
duga ikki so væl at biðja um hjálp í góðari
tíð, tá heilsuvandar eru, sigur formaðurin
í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr