Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24B ilar hava altíð havt mín áhuga, serliga bilar sum vit ikki eru von við at síggja her hjá okkum, sigur Jonny Nón í Runavík, sum eigur eina framsýning av flottum bilum. Seinasu árini hevur hann restaurerað og umbygt ein av hóp av sínum egnu bilum. Hetta er kanska eitt dýrt ítriv við so nógvum bilum, men tað er allar pengarnar vert. Ongin av bilunum er nýggjur, tann elsti um 50 ára aldur. Teir flestu eru bilar, ið eg havi innflutt sum brúktar og síðan gjørt ymiskt við teir. Onkrir eru í so góðum standi, at onki er at gera við teir uttan vanligt viðlíkahald. Johnny hevur seks bilar, teir eru: Chevrolet Camaro RS árg.1971, Buick Riviera árg. 1971, Chevrolet Chevy Van árg. 1995, Dodge Magnum árg. 2008, Chrysler PT Cruiser árg. 2003 og Alfa Romeo Brera árg. 2007. Eisini hevur hann tríggjar motorsúkklur: Kawasaki Z1000 árg. 2007, Yamaha VX 1900 (Black Dazzle) árg. 2002 og Harley Davidson árg. 1999. Tilsamans 9 akfør ið eru tilsamans 217 ár, og 38200 ccm við vatnskutarinum sum er 1800ccm. Øll akførini hava nummarpláur, eisini vognurin til vatnskutarin. Johnny sigur, at tað ljóðar ógvusligt við øllum hesum tølunum, men sannleikin er, at koyrt verður sera lítið við hesum akførunum. Her eru nakrar myndir av bilunum hjá Johnny. MYNDIR JOHN HAMMER OG JOHNNY NÓN Bilar - eitt spennandi ítriv Chevrolet Camaro RS frá 1971 Buick Riviera frá 1971 Chevrolet Chevy Van frá 1995 Alfa Romeo Brera frá 2007 Motorsúkklurnar framman fyri Buick Riviera MÍNIR FLOTTU Samrøða