týsdagur 11. februar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
B
ilrøkt hevur fingið ein heilt
serligan Kia, ein sportsligan
sedan, ið kann kappast við teir
bestu í Evropa. Talan er um Kia
Stinger GT.
Tað er designtoymið hjá Kia í
Frankfurt, sum hevur teknað Stinger og
stendur fyri framleiðsluni av bilinum.
Fyri at tryggja sær at bilurin hevur somu
koyrieginleikar og komfort sum týsku
kappingarneytarnir hevur Kia fingið sær
ekspertisu við at keypa ein av fremstu
verkfrøðingunum hjá BMW.
Stinger GT hevur 3,3-litra V6 motor
við 370 hk og koyrir frá 0-100 upp á
4,9 sekund. Hann er 4x4 við 8-trins
automatgearkassa. Tað sigur nakað um
bilin, at toppferðin er 270 km/t.
Stinger er ein stórur bilur, hann er 4,83m
langur og 1.87m breiður. Viðførisrúmið
er 406 litrar. Bilurin er sportligur yvir
tað heila við t.d. 19” alufelgum, reyðum
Brembo-bremsukalibrum og fýra
útstoytsrør síggjast aftan eins og ljóðið
frá V6 motorinum við dupultari turbo er
nakað heilt serligt.
Stinger GT er ein sera framkomin bilur,
har til ber at broyta koyrieginleikarnar
eftir egnum ynski. Við Drive Mode Select
eru 5 ymisk koyriprogramm at velja
ímillum, tey eru Comfort, Sport, Sport+,
Eco og Smart. Bilførarin situr væl í flottu
leðursetrunum við útsýni til Head-Up
Display, har fleiri upplýsingar alla tíðina
eru at síggja í forrútinum.
Eins og allir Kia hevur Stinger GT
eisini 7-ára garanti. Stinger kann síggjast
og roynast hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu.
STINGER GT –
AUTOBAHNMISSIL FRÁ KIA
Jákup á Borg,
stjóri í Bilrøkt, við
Kia Stinger GT
Lýsingagrein