týsdagur 11. februar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Samrøða
Steinar Patursson
T
að er torført at svara uppá, júst
hvussu mótin í vár sær út í mun
til mótan í fjør, heldur Høgni
Mohr. Mótin verður ikki koll
veltur, og yvirhøvur er talan um smærri
broytingar.
– Tað er sum so tað sama; eingin fer at
uppfinna djúpa tallerkin umaftur. Litirnir
broytast eitt sindur, og vit eru farin eitt
sindur meira yvir í avslappaðar jarðlitir.
Tað verður eitt sindur meira niðurtonað.
Um vit taka ein hettutroyggju, var hon
kanska ordiliga grøn fyrr, meðan hon nú
er eitt sindur kámari.
– Annars er tað rættiliga klassiskt,
men passformarnir broytast nakað. Tað
hevur fyrr verið øgiliga nógv slim; slim
buksur, slim skjúrtur. Men nú verður tað
eitt sindur meira pláss í buksunum, og
skjúrturnar verða eitt sindur leysari.
– Tá tað kemur til jeans vilja tey flestu
nokk hava, at tær sita eitt sindur tætt.
Men hetta, sum vit høvdu fyri nøkrum
árum síðani, at tær sótu klistraðar á, tað
er ikki meira. Tað verður meira behagiligt
at vera í nú.
Umhvørvisrák ger um seg
Stóra fokusið, ið hevur verið á umhvørvið
og burðardygga framleiðslu, ger eisini um
seg innan klæðir, og klædnaframleiðarar
eru farnir at leggja seg meira eftir at
framleiða burðardygg klæðir.
– Eitt, sum hevur vundið upp á seg, er
endurnýtsla innan klædnaframleiðslu.
Summir jakkar verður framleiddir úr
endurnýttum plastikkfløskum, og buks
urnar skulu nýta so lítið av vatni sum
gjørligt, tá tær skulu vaskast. Øll tey stóru
klædnamerkini hugsa nógv um hetta.
– Nógvar plastfløskur verða savnaðar
inn í Asia, sum so verða endurnýtt til
jakkar ístaðin fyri nylon. Og so verður
eisini farið yvir at nýta økologiska
bumull. Hetta rákið ger nógv um seg.
Er hetta nakað, sum kundin spyr eftir?
– Ja, tað er tað. Tað er sjálvandi onkur, ið
leggur meira í tað enn onkur annar. Men
vit vilja jú eisini gjarna fara tann vegin,
eins og øll onnur. Nú, tá tey stóru merkini
eru farin at hugsa um umhvørvið og
endurnýtslu, verður tað eisini lættari hjá
okkum at fáa fatur á hesum tingunum.
Tað er ein góð søga at fortelja kundunum.
Mótin fylgir sjónvarpinum
Tað, sum er at síggja í sjónvarpinum og
í biografunum, setir eisini stóran dám á
mótan, heldur Høgni Mohr.
– Mótin fylgir eisini nógv tí, sum hevur
verið populert í sjónvarpinum. Nú hevur
Peaky Blinders verið rættiliga populert,
og tá hava vit selt nógvar vestar. Vit síggja
nógv frá ymisku rákunum í filmum. Eina
ferð var tað Mad Men, sum var øgiliga
populert, og tá skuldu øll ganga nógv í
klædningi. So tað, sum er í sjónvarpinum,
stýrir avgjørt nógv.
Broytingarnar frá í fjør eru annars ikki
tær heilt stóru, men tað, ið kann kallast
casual fínt, heldur áfram at gerast meira
vælumtókt.
– Tað er tað, sum vit kalla casual fínt.
Tú ert fínur, men avslappaður.
Sum dømi nevnir Høgni Mohr einar
klædningsbuksur, ið verða settar saman
við sneakers.
– Sneakers eru kanska eitt sindur størri
í tí í ár, har teir fyrr vóru meira nettir.
Men tað er komforturin, sum menn fara
eftir. Tað er meira avslappandi at ganga í
einum sneakers enn í leðurskóm.
VÁRMÓTI 2020
Høgni Mohr er leiðari í Skálkur Man. Vit hava verið framvið
í handlinum at vita, hvussu harramótin sær út á vári í 2020
Høgni Mohr
Aldur: 33 ár
Hjúnarstøða: Í parlagi við
Gyðju á Argjahøvda
Børn: Eitt barn og
eitt aftrat á veg
Bústaður: Tórshavn
Starv: Leiðari í Skálki Man