Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Eftir Dávur Winther Í skránni fyri torradagar, sum fevna um dagarnar 17. -23. februar, verður farið á mangar hugans ferðir, og vit fara heilt til Sibiria saman við Sigert í Kirkjubø og Óla Jacobsen. Vit ferðast saman við Njáli Djurhuus eftir lívsleið hansara, og vit fara eisini við Karin K til Eysturgrønlands í 1959 við 10 útróðrarbátum, har Jógvan Arge, rit­høvundur, greiðir frá. Í skránni fyri torradagar er opið skip um­borð á Draganum, har eisini verður sagt frá ferðini til Eysturgrønlands í 1959. Kári P. Højgaard fer at greiða frá, tá hann í 1969 róði út í Ravn Stóroy við maskinbátinum, Sigmundi ll av Toftum. Vit vitja eisini á Arktis, har eitt nú ein mynda­maður úr Eysturríki, Christoph Ruh­sam, hevur verið. Hann fer við mynd­ um at greiða frá broytingum í ”lands­lag­ num” har. Vinmaður hansara, Wolfgang Schöner, professari, fer eisini at greiða frá um hesi somu viðurskifti við eini meira gjøllari sjóneyku. Bill Justinussen, løgtingsmaður, fer at greiða frá fundum um Arktis umvegis norð­ur­lendskt politiskt arbeiði, hann hevur verið við til. Morgunkafé í Gloria og ymiskar aðr­ar kaféir eru á skrá, Café Gloria við Stangaveg 14. TorraCafé verður á Biskups­torgi, og sjálvandi eru allar hin­ ar mongu kaféirnar í býnum eisini opnar og hava nógv ymiskt spennandi á borð­ seðlinum. Gamla Seglhúsið hevur lista­fram­sýning í torravikuni við Arnold Vegg­hamar, har Frits Johannesen eisini letur upp nýggja framsýning seinni í torra­vikuni. Í Spaniastovu verður ymiskt á skrá, har næmingar og lærarar hjá Klaksvíkar Tón­listarskúla framføra tónleik. Andras Sól­stein, savnsvørður, fer at greiða frá um Símun Steffensen, skúlalærara í Kun­oy. Og leygarkvøldið verður boðið til stóra kon­sert við Hanusi G. Johansen. Tú kanst renna við Treystinum leygar­ dagin, og tú kanst eisini fara inn á Sjúkra­ húsið og fáa ein lesikidrykk. Á Sjúkrahúsinum kanst tú fáa mátað blóð­trýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Her kanst tú eisini fáa eina konditest, og tú kanst eitt nú máta feitt­ virðið í kroppinum. Á morgunkaféini í Betesda verður tað Olaf Olsen, sum fer at greiða frá sínum sjólívi – frá línuskipi til trolarar og til troll­virkið, Vónina. Við høvið fer eisini sang­bólkurin Vitin at spæla og syngja. Tað verða Helgi Jacobsen, rithøvundur og Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, sum fara at greiða frá byrjanini til rækju­ fiskiskapin undir Grønlandi við eitt nú John Dam. Eisenberg Hansen og Kjartan Joen­sen fara eisini at greiða frá. Í skálanum verður “Syngið við kvøld”, og her verður eisini boðin ókeypis drekka­munnur. Jú, her verður nógv ymiskt á skrá á torra­døgum, sum tú um heimasíðuna www.klaksvik.fo kanst lesa nógv meira um. SO ERU TORRADAGAR AFTUR Í KLAKSVÍK Eins og undanfarin ár, verður aftur hesaferð ein heilur hópur á skránni á torradøgum í Klaksvík Lýsingagrein Vilmund Jacobsen B lómuhandilin Akkuleya í Niels Finsens­gøtu í Havn hevur fingið eina sjálvøku við blómum, sum rætti­liga hevur havt viðburð. Sjálvtøkan stendur beint uttan fyri handil­in, og hóast hon ikki kom upp fyrr enn í endanum av farna ári, hevur Eyðrit Ejdes­gaard longu nakrar ferðir upplivað, at sjálvtøkan er tóm fyri blómur. - Sjálvtøkan er altíð opin, og vit leggja dent á at fylla í hana aftur, tá hon tømist. Tað eru átta rúm og soleiðis átta blómu­ tyssi í sjálvtøkuni, tá hon er full. Eyðrit Ejdesgaard vísir á, at hitin í sjálv­tøku­ni, sum er bygd til endamálið, er átta stig, og tað hevur stóran týdning fyri liv­andi blómurnar, at hitin er støðugur. - Ein kaldan vetrardag ella ein heitan summardag er hitin í sjálvtøkuni framvegis átta stig. Hon sigur, at tey altíð hava ymisk blómu­tyssi í sjálvtøkuni, og tey royna eisini at hava blómur í ymiskum litum og sløg­um. - So, hevur tú hug at gleða onkran, kanst tú altíð keypa eitt livandi og lit­ fagurt blómutyssi, sigur hon. Blómutyssini kosta ávikavist 350 og 400 krónur, tá 400 krónur eisini er mark­ ið fyri tað, tú kanst keypa, uttan at sláa kotuna á kortinum inn. Fríggjadagin 14. februar er valentin­ dag­ur, og hesin dagur fer ikki aftur við borðinum hjá Blómuhandlinum Akkuleya. - Vit hava altíð opið klokkan 9, og henda dagin fara vit at hava opið til klokkan 19. Handilin er á tremur við alskyns blómum og prýðislutum til eitt hvørt høvi, og vit hava eisini serstøk blómu­tyssi til valentindagin. Eyðrit Ejdesgaard sigur, at fólk eru hjarta­liga vælkomin á gátt, og hon dylur ikki fyri, at hon eisini kundi hugsað sær at sæð enn fleiri konufólk keypt til menn­inar ella dreingirnar henda dagin. - Tað vísir seg, at tað serliga eru kvinn­ ur­nar, sum fáa blómur henda dagin, men valentindagurin er minst líka so nógv ætlaður monnunum, sigur hon brosandi. Hon leggur aftrat, at sjálvtøkan við blóm­um er so mikið væl umtókt, at tað meira enn so er komið fyri, at fólk, sum eru komin inn í handilin, heldur fara út aft­ur í túnið og velja sær eitt blómutyssi úr sjálvtøkuni. - Vit eru fegin um, at hetta riggar, og vit vilja sjálvandi gera okkara til, at úrvalið altíð verður fjølbroytt og forvitnisligt, sig­ur Eyðrit Ejdesgaard. BLÓMUR Í SJÁLVTØKUNI GANGA SUM HEITT BREYÐ - Tað vísir seg, at tað serliga eru kvinnurnar, sum fáa blómur á valentindegnum, men dagurin er minst líka so nógv ætlaður monnunum, sigur Eyðrit Ejdesgaard í Akkuleya í Havn