týsdagur 11. februar 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
So eru Torradagarnir aftur á skrá 18. –
23. februar 2019, og eru tey, ið ynskja
okkurt sett á skránna vælkomin at gera
vart við seg á dw@klaksvik.fo ella ringja
til Klaks víkar kommunu.
Skráin er ikki liðug enn, men m.a. Sigmar
Bláberg, rithøvundur greið ir frá við støði
í bók síni ”Stállínuskipini í aðra vinnu
1962-64”. Fiskivinnutingið tekur saman-
um fiskivinnulóggáv una og verður ein
partur av leikpallinum á Torradøgunum í
Spinnarínum hesaferð.
Norðoya Sparikassi fyllir 100 ár í 2019
og hava teir lagt seg uppat skránni á
Torradøgunum við ymiskum tiltøkum,
fleiri teirra verða í Spinnarínum og verður
m.a. søgan hjá Spinnarínum eisini fortald
har við søguligum afturliti. Tí verður
skráin nokkso rúgvusmikil hesaferð.
Eisini
verða
ymsar
hugnaløtur
í
Smæruni við m.a. Alfred Olsen sum
greiðir frá um Dannebrogsmannin, við
Jonnu Johannessen, ættað av Hellunum,
sum greiðir frá uppvøkstri sínum har, og
um tíðina í Grønlandi, tá ið menn vóru til
lands við opnum bátum, har hon eisini var
við. ”Søgur av Flemish Kap” verður aftur á
skrá, við framløgum og práti við sjómenn,
sum hava verið á Flemish Kap.
Heilsurenning, Heilsukáfé og Matiné er
eisini á skrá. Ein serstøk framløga verður í
Spinnarínum við kenda tíðindamanninum
hjá DR, Steffen Gram, har spurt verður,
”Eta Putin og Trump fisk”?
Her verður tikið í nakað um tað neyðuga
av, at Føroyar hava fría marknaðaratgongd
bæði í EU, Russlandi og sanniliga eisini í
USA – Hvat hendir, um Trump spælir ov
nógv við musklunum og leggur ov nógvan
toll / bann á hetta og hatta? EU hevur jú
boykotta Russland, men hevur tað kanska
verið ein “fyrimunur” fyri Føroyan – ella?
Torradagarnir verða 18. - 23. februar
og sum sagt er skráin ikki liðug enn, men
verður meir at frætta seinni.
Tey, ið ynskja okkurt sett á skrá
kunnu gera vart við seg á dw@klaksvik.
fo ella ringja til Klaksvíkar kommunu á
tel. 410000.
18. - 23. februar
Myndir: Dávur Winther
So eru Torradagarnir aftur á skrá 17. – 23. februar
2020, og eru tey, ið ynskja okkurt sett á skránna
vælkomin at gera vart við seg á dw@klaksvik.fo
ella ringja til Klaksvíkar kommunu.
Skráin er ikki liðug enn, men m.a. Fiskivinnutingið
tekur saman um fiskivinnulóggáv-una og verður
ein partur av leikpallinum á Torradøgunum í
miðhøllini á Skúlatrøð hesaferð.
Eisini verða ymsar hugnaløtur í Smæruni við m.a.
Jógvan Arge, rithøvundi sum greiðir frá um tíðina
í Føroyingahavnini í Grønlandi, tá ið menn vóru
til lands við opnum bátum. Kári P. Højgaard, sum
hevur roynt hetta í verki, fer at greiða frá sínum
royndum í við opnum báti har og um sambandi
millum manningarnar, ið har vóru.
”Søgur av Flemish Kap” verður aftur á skrá, við
framløgum og práti við sjómenn, sum hava verið
á Flemish Kap. Eisini verður víst brot úr filminum
Trolmenn, sum sjónvarpssnillingurin, Zacharis
Hammer er í ferð við at gera.
Njál Djurhuus kemur at greiða frá serstaka lívi
sínum við nógvum hendingaríkum á leiðini. Bókin,
sum kom út um hann fyri stuttum, er útseld, tó at
hon er komin í tveimum uppløgum.
Ein serstøk framløga verður um Arktis og tær
broytingar, har henda vegna broytta veðurlagið.
Tikið verður upp hvørjar fylgjur hetta kann hava
fyri fskiskap á okkara leiðum.
Ein myndamaður úr Eysturríki, Christoph Ruhsam,
sum hevur verið í Arktis, greiðir frá í myndum
um broytingar í ”landslagnum” har. Vinmaður
hansara, Wolfgang Schöner, professari, greiðir
eisini frá um hesi somu viðurskifti við eini meira
gjøllari sjóneyku.
Heilsurenning, Heilsukáfé og Matiné er eisini á skrá.
Matstovurnar plaga at spíla seg út við nógvum
áhugaverdum
á
matarseðlinum.
Spennandi
fiskabufféin hjá Umsorganarheiminum, Gloria
verður aftur á skrá og so mangt annað.
Torradagarnir verða 17. - 23. februar og sum sagt
er skráin ikki liðug enn, men verður meir at frætta
seinni.
Tey, ið ynskja okkurt sett á skrá kunnu gera vart
við seg á dw@klaksvik.fo ella ringja til Klaksvíkar
kommunu á tel. 410000.
Gott um hetta tilfarið – Heiti, staðseting og tíð
var okkum í hendi í seinasta lagi 10. februar
2020.
17. - 23. februar
17. - 23. februar
N O R Ð LÝ S I Ð
M Y N D I R : D ÁV U R W I N T H E R