týsdagur 11. februar 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Vilmund Jacobsen
T
að eru brøðurnir, Oddmar og Rói
Ørvarodd, sum eiga og reka fyri
tøkuna, Ørvaroddar grilla.
- Vit hava altíð havt áhuga
fyri grilling, men í 2013 byrjaðu vit av
álvara at royna ymiskt á grillini, tó bara
heima fyri okkum sjálvum. Men, jú meira
vit løgdu út á Facebook, jú størri gjørd
ist áhugin, og fólk byrjaðu at seta seg í
samband við okkum.
Oddmar og Rói Ørvarodd vísa á, at tað
var í 2015, at teir fingu fyrsta fyrispurn
ingin um at grilla til eina veitslu. Hetta
hildu teir vera ógvuliga spennandi, og
tískil valdu teir at royna hetta.
- Vit hildu okkum koma væl burtur
úr hesum, og sum tíðin leið, byrjaði at
streyma inn við bíleggingum.
Hvat byggir tykkara tænasta á, hvussu
verða tit bílagdir til uppgávur, og hvussu
víða verður farið at grilla?
- Vit verða bílagdir umvegis okkara
Facebook-síðu, og vit grilla um alt Føroya
land, siga brøðurnir.
Grilla í øllum veðri
Hava tit bæði stórar og smáar uppgávur?
- Okkara uppgávur eru ymiskar. Vit
hava havt veitslur við umleið 1200 gest
um, og vit hava havt veitslur við umleið
30 gestum. Vit plaga at hava eitt minsta
mark, har vit taka umleið 30 gestir.
Kann tykkara tænasta umbiðast í
ymiskum stigum - ella er tað serliga sjálv
grillingin, tit taka tykkum av?
- Vit hava havt fyrispurningar um
borðreiðing, men tað eru vit ikki komnir
til enn. Vit gera bara matin, ið verður ser
veraður sum buffet.
Hvat er tað serliga, sum fólk ynskja
sær á grillina?
- Vit grilla bæði grísar, lomb, villsvín
og búffar, men tað, sum fólk oftast velja,
er heilstoktan grís, siga Oddmar og Rói
Ørvarodd.
Veita tit tykkara tænastu alt árið?
- Sum okkara logo sigur, so grilla vit
alt árið. Vit hava bæði grillað ein góð
an summardag, og vit hava grillað í
kavastormi, og bæði hava riggað fínt.
Útleigan og kjøtsøla
Ørvaoddar grilla leiga eisini út grillir,
bæði við og uttan kjøt, og hetta er nakað,
sum er rættiliga nógv eftirspurt og brúkt.
- Vit hava ymiskar pakkar. Fólk kunnu
leiga eina grill, og fólk kunnu eisini leiga
grill við grísi ella grill við lambskrovi.
Sum nakað nýtt leiga Ørvaroddar
grilla eisini út popkorn-maskinur, og hes
ar maskinur passa ofta væl inn í flestu
veitslur.
Er nakar munur á, hvat mannfólk
ynskja sær av grillini, og hvat konufólk
ynskja sær?
- Tað er ikki tann heilt stóri munurin.
Heilstokti grísurin er hin mest umbidni
av báðum kynum, siga Oddmar og Rói
Ørvarodd.
ØRVARODDAR
GRILLA Í ÓDN
SUM Í LOGN
- Tað er ikki tann stóri munurin, hvat
mannfólk ynskja sær av grillini, og hvat
konufólk ynskja sær. Í báðum føri er
heilstokti grísurin hin mest umbidni, siga
brøðurnir, Oddmar og Rói Ørvarodd
Samrøða