Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Steinar Patursson Laphroaigh 10 Cask Strength Eg havi valt eina Laphroaigh 10 Cask Strength, sum mær dámar øgiliga væl. Hon kemur út í batchum á hvørjum ári, og júst hendan, sum eg havi tikið fram, er batch 9. Tað er meira av tilvild, at eg havi valt batch 9, men mær dámar allarbest whiskey í tunnilsstyrki - cask strength. Tað er tí, at við cask-strength sleppur tú undan, at whiskeyið er kølifiltrerað. Tá whiskey verður vatnað niður frá tunnilsstyrki niður á 43 prosent ella har á leið, verður tað kølifiltrerað. Tá sita nógv av smaksevnunum eftir í filtrinum. Tú fært eitt størri smaksupplivilsi, um tú drekkur tunnilsstyrki, og tú kanst altíð koyra meira vatn í, heldur tú, at tað er ov sterkt. Mær dámar hesa øgiliga væl, og mót­ satt vanligu Laphroaigh 10 er hendan fyri ein part lagrað á sherryføtum. Hon hevur eitt sindur myrkan lit og hevur eitt sindur av søtum royki aftrat, sum komplimenterar hesum meira medisinala saltlakaroykinum hjá Laphroaigh. Sherry og roykur riggar sera væl saman. Glenfarclas 25 Tann næsta, sum eg havi valt, er ein Glenfarclas 25 ár. Hon er niðurvatnað til 43 prosent. Hetta er ein fantastisk drekkiwhiskey, og tað er sum at drekka saft at drekka hesa her. Hon smakkar ótrúliga væl. Hetta er næstan sum eitt jólawhiskey - smakkar av nýbakaðari kaku og dadlum og líknandi. Kanska eitt sindur madeira- aktigt. Hon er øgiliga fyldig í smakkinum og hevur ein hunangssøtleika. Hon smakkar eisini eitt sindur av nýbrendum kaffibønum - sterkt og kraftigt whiskey. Hon minnir eitt sindur myrka sjokolátu. Tað veldst um, hvørjum samanhangi, tú drekkur hana í. Hevur tú drukkið whiskey áðrenn - kanska eina roykta whiskey - so fer hendan at smakka søt og innbjóðandi. Tað er øgiliga ofta, at tað er ikki so, at tú bert drekkur ein dramm, og so er tað smakkurin. Smakkurin veldst um, hvat tú hevur etið tann dagin, og hvat tú hevur drukkið tann dagin. Tí er tað altíð áhugavert at fara aftur til eina fløsku, smakka hana umaftur seinni og vita, hvussu smakkurin hevur broytt seg. Glen Scotia Tað triðja distillaríið, sum eg havi valt, er eitt Campbelltown distillarí, sum eitur Glen Scotia. Eg havi valt eina single cask fløsku, sum kundi keypast gjøgnum Whiskeybase á sinni. Whiskeybase er tað, sum svarar til Facebook fyri whiskeyfløskur, har tú kanst skráseta whiskeyfløskur. Whiskeybase selur av og á eisini whiskey, og hetta er so ein, sum eg havi keypt frá teim­um. Hetta er ein limited release - avmarkað útgáva - og tað eru bert 171 fløskur av hesum whiskeynum. Hendan er so eisini cask strength. Tá talan er um single cask whiskey, so fært tú bara tær fløskurnar, sum komu úr tunnuni, og so verður tað ongantíð at fáa aftur. Campbelltown er eitt distillarí, sum hevur tikið annað skinn um bak seinastu 10 árini. Tey høvdu - milt sagt - eitt øgiliga vánaligt produkt í nógv ár, men fyri kanska 10 árum síðani legði distillaríið seg eftir einum heilt øðrum marknaði og at gera whiskey við heilt aðrari góðsku. Tað er eitt pinkalítið distillarí, og tað gevur ikki nógvar fløskur út um árið. Men whiskeyið hevur ein heilt serligan karakter. Tað er øgiliga oljut - altso tað dreg­ur øgiliga nógva olju úr tunnunum, soleiðis at tað næstan smyr allan munn­ in, tá tú drekkur tað. Karakterurin fyri hesa fløskuna er, at hon er oljerað og salt­ laka­kend. WHISKEY Rúni Nielsen er whiskeykennari. Vit hava fingið hann at greiða frá um trý forvitnislig sløg av whiskey, sum hann hevur við hús Samrøða Faktaboks: Rúni Nielsen Aldur: 40 ár Bústaður: Tórshavn Hjúnarstøða: Livir saman við Unn Thomsen Børn: 3 børn Starv: Økissølustjóri hjá Food Diagnostic Apps fyri Føroyar, Ísland og Grønland