Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Hví valdi tú at fáa tær hoyritól? Havi næstan altíð havt vánaliga hoyrn á vinstra oyra. Tá so høgra byrjaði at gerast veikari og eg hevði trupulleikar at hoyra, tá eg var saman við nógvum fólki, fekk eg mær hoyritól. Hetta man hava verið 5-10 ár aftaná, at eg fekk at vita frá oyra- nøs- hálslæknanum, at eg átti at fingið mær hoyritól. Hvønn týdning hava hoyritólini havt fyri teg? Størsti týdningurin er, at eg kann fylgja við, tá ið fólk tosa. Var tað ein trupul avgerð at fáa tær hoyritól? Nei, tá ið eg tók avgerðina at fara til Juttu, so hevði eg ongan iva. Havi sett hoyritólini í oyruni hvønn morgun, tá ið eg vakni og úr aftur, tá ið eg farið í song. Hvussu reagera fólk, tá ið tey síggja, at tú brúkar hoyritól? Tey eru áhugaði, eri altíð opin um tað, smæðist ikki um tað. Fleiri fólk eru komin til mín og hava sagt, at tey hava fingið sær hoyri tól, eftir at eg fortaldi, hvussu væl tey riggaðu. Hvat slag av hoyri- tólum brúkar tú? Eg brúki Phonak Audeo M90-R, sum kunnu løðast. Hvørjir snildir møguleikar eru við tínum hoyritólum? Bluetooth til at tosa í fartelefon beinleiðis gjøgnum hoyritólini og at hoyra sjónvarpið beinleiðis. Hvat ert tú glaðast fyri við tínum verandi hoyritólum? At tey hava alt og at battaríini halda til ein langan dag – og eina nátt, um tað skal vera. Í dag eri eg keddur av, at eg valdi eitt minni modell tvær tær fyrstu ferðirnar. Skuldi havt valt toppmodellið beinanvegin. Eg skuldi valt topp- modellið beinanvegin Lucas Debesar gøta 3 · Tórshavn · tel. 321731 · hoyrnin@hoyrnin.fo www.hoyrnin.fo Kom inn og hoyr meira! Bílegg eina ókeypis hoyri- roynd á telefon 321 731 ella hoyrnin@hoyrnin.fo – í dag! Jon Hestoy Prentari og svimjari Starv: Stjóri á Føroyaprent Aldur: 60 ár Hevur brúkt hoyritól í 9 ár