Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Pætur Hjalmar Evensson I ngi Poulsen telist millum absolutt heitastu sangararnar í landinum í løtuni. Men spyrt tú hann, so er hetta ikki nakað, hann hevði væntað fyri góðum trimum árum síðani. – Tað byrjaði til stuttleika, og eg visti ongantíð, hvat tað fór at blíva til, tá eg byrjaði. Men við tíðini er tað blivið meira og meira seriøst, og tað er sjálvandi stuttligt enn, sigur Ingi Poulsen. Vit hava hitt sjarmørin úr Vági fyri at hoyra nærri um mannin handan landaplágurnar "Tann Fittasta", "Tá ið eg síggi teg" og "Kostbar". Mamman uppdagaði evnini tíðliga At Ingi Poulsen er blivin tónleikari, kemur ikki av ongum. Hann er vaksin upp í einum musikalskum heimi, har hann er blivin tónleikaliga stimuleraður frá heilt ungum aldri gjøgnum síni foreldur, sum bæði hava spælt ljóðføri. Tí stóð eitt klaver eisini í stovuni í barndómsheiminum, og her sat Ingi ofta og trýsti á tangentarnar og sang við, áðrenn hann yvirhøvur dugdi at tosa. – Mamma legði merki til, at eg hevði gehør, og tí meldaði hon meg til musikkskúlan, nakað áðrenn eg fór í skúla. Har gekk eg til klaver og trummur, men aftaná eitt gott ár misti eg áhugan fyri at spæla eftir nótum. Nøkur ár seinni kom ein tónleikari á skúlan fyri at byrja eitt hornorkestur. Har slapp eg við, og tá byrjaði eg at spæla kornett, fortelur Ingi Poulsen, sum helt fram við kornettini í eini seks ár. Byrjaðu bólk í garasjuni Tað var ikki, fyrr enn Ingi Poulsen var 14 ára gamal, at hann kastaði seg út í tað rútmiska, tá hann saman við einum vinmanni byrjaði ein bólk. – Vit vildu sleppa at spæla til dans, men trupulleikin var, at eingin okkara dugdi ordiliga at spæla nakað rútmiskt ljóðføri. So tað var ikki annað at gera enn at skaffa okkum ein guitara og eitt trummusett, og so byrjaðu vit at venja í garasjuni, sigur Ingi Poulsen, sum her spældi trummur. Aftaná ikki so langa tíð høvdu teir ein fullmannaðan bólk, sum slapp at spæla konsertir á eitt nú Torginum í Vági, so tað koyrdi bara hjá ungu vinfólkunum. Eitt gott ár seinni fór guitaristurin úr bólkinum, so nú manglaði bólkurin ein guitarist. Ingi fór tí at royna seg við guitaranum, og tað gekk so mikið væl, at hann bara helt fram sum fastur guitaristur, meðan ein annar tók yvir sum trummuspælari. – So tað var meira ella minni av tilvild, at eg lærdi seg at spæla guitar. Og tað var eisini av tilvild, at eg fór at syngja. Tí tá sangarinnan seinni fór úr bólkinum, prøvaði eg at syngja, tá vit vandu. Tað endaði við, at eg bara bleiv fastur forsangari í bólkinum, fortelur Ingi. Bólkurin fekk vind í seglini har suðuri sum ein av teimum fáu lokalu bólkunum, og teir spældu til dans á allari oynni - bæði í Vági, Sumba, Hvalba og á Tvøroyri. Soleiðis hildu teir fram í eini tvey ár, inntil bólkalimirnir fóru hvør til sítt. Ingi gavst ikki, men helt fram at syngja og spæla uppá sín kassaguitara. Í 2013 flutti hann til Keypmannahavnar, har hann búði á Oyrasundskollegiinum. Hann skrivaði ikki so nógvar sangir um hetta mundið, men spældi av og á í Skarv og á skeinkistøðum í Suðuroynni, tá hann var heima. "Tann fittasta" kickstartaði alt Í 2015 var tað so, at Ingi fór undir at skriva sangin “Tann Fittasta". Ein skemtiligur sangur, har hann syngur um at finna fittastu gentuna í dansinum. Hetta er ein sangur, sum fekk nógv størri týdning fyri Inga, enn hann nakrantíð tordi at droyma um. – Eg skrivaði hann í roynd og veru bara í skemti. Eg fekk hugskotið til niðurlagið, sum eg helt virkaði fangandi, og eitt kvøldi, eg sat í kamarinum á Oyrasundi, royndi eg at gera eitt lag til hann. Í somu løtu, sum hann var liðugur tað kvøldið, legði eg hann út á YouTube. Eg hugsaði bara, at eg mátti vísa hetta fyri fólki, minnist hann aftur á. Demoútgávan av "Tann Fittasta" bleiv beinanvegin væl móttikin, og serliga vóru tað vinfólk hjá Inga har suðuri, sum byrjaðu at syngja sangin til ball o.a. – Fleiri bóðu meg gera meira við sangin og tónleikin yvirhøvur, og tað gjørdi, at eg byrjaði at fáa blóð upp á tonnina. Ingi gjørdi av at fara til tvørámannin Trónd Enni at innspæla sangin. Í studionum hjá honum varð sangurin gjørdur eitt sindur meira popputtur enn demoútgávan, og í 2016 kom sangurin so út til almenningin. “Tann fittasta” gjørdist skjótt ein sonn landaplága, sum stórur partur av føroyingum hoyrdist murra við til, tá hann varð spældur í útvarpinum - og tað bleiv hann fleiri ferðir um dagin í byrjanini. – Eg minnist, fyrstu ferð, hann varð spældur í útvarpinum. Eg jublaði og fekk ikki smílið vekk aftur, so glaður eg var. Tað var stuttligt og øgiliga løgið, at móttøkan var so góð. "Ingi er tann fittasti" Har eru tvey ting, sum ganga aftur við hesum sanginum, ið Ingi hevur lagt merki til. – Nógv halda, at eg syngi “Jeg, jeg tann fittasti”, altso at eg eri tann fittasti, flennir hann og fortelur víðari. – Tað hoyri eg altíð frá fólki, og tí eru tað fleiri, sum siga við meg: “Hatta er hann sjálvur, tann fittasti!”, tí tey halda, eg syngi um meg sjálvan, sigur hann og vísir á, at rætti teksturin er "Jeg, jeg fann ta fittastu". "Tann fittasta" hevur eisini ført við sær, at fólk eru blivin forvitin um, hvør hendan fitta gentan er, sum hann syngur um. – Tey flestu halda, at eg syngi um eina ávísa gentu, og tí ganga fólk ofta og gita um, hvør hendan gentan man vera. Men sangurin er ikki um nakra ávísa gentu, og eg hevði enntá damu, tá eg skrivaði hann. Teksturin er bara skrivaður í skemti og við orðum, sum eg helt ljóðaðu humoristisk og væl, ger Ingi Poulsen greitt. – Altso... eg syngi til dømis um “skrepugjóling”, og tað kundi eg ikki funnið uppá í dag, nú tað er blivið meira seriøst hjá mær, flennir hann. Íblástur frá persónligum royndum Í hinum sangunum er teksturin í størri TAÐ SUM BYRJAÐI Í SKEMTI ER NÚ DREYMURIN – Eg minnist, fyrstu ferð, sangurin "Tann fittasta" varð spældur í útvarpinum. Eg jublaði og fekk ikki smílið vekk aftur, so glaður eg var, sigur 26 ára gamli Ingi Poulsen, sum seinastu trý árini hevur ríkað føroyska sangskattin við sínum fangandi sangum á suðuroyarmáli Samrøða “Eg skrivaði hann í roynd og veru bara í skemti. Eg fekk hugskotið til niðurlagið, sum eg helt virkaði fangandi, og eitt kvøldi, eg sat í kamarinum á Oyrasundi, royndi eg at gera eitt lag til hann”