Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 mun inspireraður av persónligum royndum. – Eg skrivaði “Tá ið eg síggi teg” í 2017, og tá var eg stakur og búði enn á Oyrasundi. Í tekstinum her er okkurt, sum er inspirerað av kensluni at vera smáforelskaður, sigur Ingi Poulsen. – "Einsemi" er skrivaður út frá nøkrum lívsroyndum, og eg skrivaði hann í roynd og veru fyri at motivera meg sjálvan. Danny Baldursson og eg arbeiddu saman og fingu hann at ljóða væl. Í fjørsummar kom staklagið "Kostbar" út, sum snýr seg um kensluna, tá ein genta letur sum um, at hon ikki er áhugað, sjálvt um hon kanska er áhugað kortini. – Íblásturin til hendan stavar frá einari samrøðu við ein vinmann, sum nevndi okkurt um eina gentu, sum spældi kostbar. Eg hugsaði, at tað hevði verið genialt at skrivað ein sang um hetta, tí hetta er ein kensla, sum øll kenna til, sigur Ingi, sum ikki ivast í, hvørji løg hava havt mest at siga fyri hann á hansara yrkisleið. – “Kostbar” er tann sangurin, sum hevur broytt alt fyri meg. Hann hevur verið tað størsta hittið og hevur givið mær flest møguleikar. Tað er ordiliga eksploderað síðan hendan sangin, og nógv fólk hava sæð videolagið, soleiðis at fólk nú eisini vita, hvussu eg síggi út, sigur hann. – Men á persónliga planinum eru tað “Einki við at venda við” og “Einsemi”, sum hava havt mest at siga fyri meg. Fær norðoyingar at syngja á suðuroyarmáli Eyðkennið við tekstunum hjá Inga Poulsen er tað lætta gerandismáli, men serliga at hann syngur á suðuroyarmáli. Júst hetta er eftir hondini blivið ein partur av skrivistílinum hjá honum. – Tá eg skrivi ein sang, hugsi eg tekstin og orðini í suðuroyarmáli. Og eg vil bara brúka orð, sum eg sjálvur kann finna uppá at brúka í gerandisdegnum. Eg tími ikki at skriva okkurt flott poetiskt, bara fyri at fáa tað at ljóða væl. Tað er viktigt at vera tann, mann er, og ikki royna at vera onkur annar, sigur vágbingurin. At syngja á suðuroyarmáli er ikki nakað, hann hevur hugsað so nógv um, áðrenn hann byrjaði at skriva sangir. – Tá eg skrivaði “Tann Fittasta”, skrivaði eg hann á vanligum skriftmáli, og soleiðis sang eg hann eisini inn á fyrstu demoini. Hetta gjørdi eg mest fyri at fáa rímini við. Men tað føldist pátikið at syngja øll hesi orðini á norðoyarmáli, sum jú ikki er mitt upprunamál. Suðuroyarmálið føldist meira natúrligt fyri meg, sigur hann. – Tað føldist sum ein lítil risiko at geva sangin út á suðuroyarmáli, tí kanska tey norðan fyri ikki fóru at taka líka væl ímóti tí. Men eg má siga, at eg eri blivin positivt yvirraskaður av móttøkuni. Tá eg spæli norðanfyri, syngja tey enntá við á suðuroyarmáli, so tað er ordiliga stuttligt, sigur Ingi Poulsen og hugsar víðari. – Eg meini so við; tá tey kunnu syngja við til enskar og danskar sangir, so kunnu tey eisini syngja við til sangir á suðuroyarmáli. Sjálvandi, flennir hann. Suðuroyarmál er ikki ókul Ingi Poulsen heldur tað hava týdning, at suðuroyarmálið kemur til sín rætt aðrastaðni enn bara millum suðuroyingar. – Kjakast verður ofta um, at føroyska málið og dialektirnar detta burtur og alt fer at líkjast meira. Eg haldi, at mann gjøgnum tónleikin kann vera við til at varðveita málið, tí tónleikurin hoyrist jú um alt landið. Eg haldi tað eisini hava stóran týdning fyri tey ungu í Suðuroynni, at tey blíva meira tilvitað um málið og hvørji orð, tey brúka. – Tað nýtist ikki neyðturviliga at vera ókul at tosa suðuroyarmál, tá mann kemur norður eftir, sigur Ingi Poulsen. – Droymi um at liva at tónleikinum Ingi Poulsen hevur fleiri ætlanir fyri komandi tíðina. – Eg arbeiði allatíðina við at gera sangir, og beint nú arbeiði eg uppá at gera eina heildarútgávu. Eg skal innspæla nakrar nýggjar sangir í næstum, og so er ætlanin at fáa fløguna út seinni í ár við umleið 8-10 sangum, sigur Ingi Poulsen. Ambitiónin er at kunna vera yrkistónleikari burturav. – Tað byrjaði sum hygg og stuttleiki. Men nú er tað blivið meira seriøst, og eg byrji av álvara at droyma um at kunna liva av tónleiki. Eg hugsi møguliga eisini at royna at skriva sangir á enskum. – Men eg vil siga, at eg eri stillisliga ambitiøsur, sigur Ingi Poulsen. PATURE@SOSIALURIN.FO Samrøða “Kostbar er tann sangurin, sum hevur broytt alt fyri meg. Hann hevur verið tað størsta hittið og hevur givið mær flest møguleikar”