týsdagur 11. februar 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. februar 2020 · Nr. 18
40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Aðalfundur
hjá
Eftirlønargrunni Føroya
Arbeiðarafelags
Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin
28. februar 2020 kl. 10.00 í hølunum hjá Havnar
Handverkarafelag, Stoffalág 60, Tórshavn.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga
í hendi innan 14. februar 2020
Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:
1) val av fundarstjóra
2) frágreiðing frá nevndini um farna ár
3) framløga av ársroknskapi við
grannskoðaraátekning til góðkenningar
4) val av nevnd
5) val av grannskoðara
6) innkomin uppskot
7) ymiskt – m.a. kunning og orðaskifti um
aldurstillaging av íløgum
Aftaná 14. februar 2020 kunnu limir grunsins síggja
møgulig innkomin uppskot á skrivstovu felagsins.
Nevndin
Havnar Arbeiðarafelag
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur felagsins verður Leygardagin, 29
februar 2020 kl. 15:00 á Hotel Føroyum
Skrá fyri aðalfundin:
1.
Frágreiðing frá farna ári
2.
Framløga av roknskapi til góðkenningar
3.
Val av tveimum nevndarlimum:
Fyri vali standa Jóhan Carl Dam og Martin
Wennerström. Teir taka við afturvali.
Harumframt stillar upp: Kári Johansen,
arbeiðsmaður
4.
Val av tiltakslimi
5.
Val av gannskoðara
6.
Ymiskt:
Tryggingarserkøn fólk frá Betri
koma at greiða frá um eftirløn og
tryggingarviðurskifti.
Aftaná fundin verður døgurði.
Bussur koyrir úr Steinatúni til hotellið 20 min.
áðrenn fundin
Møtið fjølment
Nevndin
Broytingar í
byggisamtyktini fyri Sands
Kommunu
Sambært § 6 í løgtingslóg nr 13 frá 21 mai
1954 um býarskipanir og byggisamtyktir
við seinni broytingum verður við hesum
gjørt kunnugt, at kommunustýrið á Sandi,
á fundi 28.10.2019 samtykti broytingar í
byggisamtyktini fyri Sands kommunu.
Ætlaða broytingin er, at alt matr.nr. 311c
verður sethúsaøki.
Tilfar, sum lýsir uppskotið, liggur frammi
á kommunuskrivstovuni frá 12.02.2020 til
04.03.2020 í vanligari avgreiðslutíð.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot
verða at lata Sands kommunu skrivliga, í
seinasta lagi 25.03.2020
Mørkin Mikla 3 | | FO-210 Sandur | Tlf. 661030 | www.sandur.fo
Starvsfólk til dagrøktina
í Viðareiðis kommunu
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella starvsfólki at
arbeiða 40 tímar um vikuna. Starvstíðin byrjar 1.
mars 2020. Starvstíðin er fram til 1. juli 2020.
Tann, ið settur verður, skal:
Megna at arbeiða við børnum, ið hava serligar
avbjóðingar.
Duga, við støði í námsætlanum og stevnumiðu-
num, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum
ymisku aldursbólkunum.
Hava hug og áræði at skapa og íverkseta ein
mennandi, tryggan og stuttligan og, til tíðir,
øðrvísi gerandisdag saman við børnum og
starvsfeløgum, í teimum ymisku tiltøkunum, ið
verða fyriskipað.
Duga at vísa og útinna tolsemi, virða og vísa
umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum
og starvsfeløgum.
Vera jaligur, sjálvstøðugur, ábyrgdarfullur og
hava góðan munnligan og skrivligan málførlei-
ka.
Duga at virka í góðum samstarvi við starvs-
felagar og leiðara.
Verða álítandi, nærverandi, nærlagdur og
reiðuligur.
Vit bjóða tær:
•
Eitt avbjóðandi starv og jaligir starvs-
felagar, ið virða og rúma ymiskleika.
•
Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at
leggja dagin tilrættis.
•
Eitt spennandi og mennandi starv við
nógvum avbjóðingum.
•
Tíð til námsfrøðiliga fyrireiking.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Tann, ið
settur verður, eigur at tola broytingar starvi-
num viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt
dagliga virksemið hjá dagrøktini, sum fevnir um
børn í aldrinum 1 - 10 ár.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
geravarafelag.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 20. feb. 2020 kl. 12.00 saman við møguli-
gum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at
vita við at venda sær til Dianu Borgnáyrdóttir,
leiðara á tel. 231084.
Umsóknin skal sendast sum bræv til:
Dagrøktin á Viðareiði
Eggjarvegur 4
750 Viðareiði
ella sum teldubræv til:
vid.dagroktin@kallnet.fo
Ársaðalfundur
hjá Arbeiðarafelagnum LAGA
verður í bowling 27. februar 2020 kl. 19:00
Tekning á tlf. 213292 ella 213215
Arbeiðarafelagið LAGA
Aðalfundur hjá
Føroya Heimavirkisfelag
verður leygardagin 29. feb frá kl.15.00
Er fundurin ikki viðtøkuførur,
Verður eykaaðalfundur ½ tíma seinni.
Fundarskrá sambært lógum felagsins
Nevndin
Minnist til haldargjaldið