Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. februar 2020 · Nr. 18 Vibeke Backer, ið er professari og yvirlækni í lungnasjúkum og serlækni í astma, fer hóskvøldið 20. februar 2020 kl. 19.00 í Miðlahúsinum hjá Sosialinum at tosa um evnið astmasjúku og hvussu astmasjúka verður viðgjørd. Vibecke Backer sigur, at títtleikin av astmu er høgur, og hava nærum allar familjur onkran í familjuni, sum hevur astma. Hon greiðir frá, at astma er ikki bara astma. Astma kann vera t.d. ikki-allergisk ella allergisk astma, arbeiðstengd astma, infektiónsútloyst astma, moderat astma, sver astma, astma við yvirvekt, astma við inaktiviteti og fleiri onnur sløg av astma. Ein má finna út av, hvat slag av astmu tað snýr seg um, og síðan finna røttu viðgerðina. Astma er ein kronisk sjúka, sum sjálvdan hvørvur. Sjúkuintensiteturin broytist yvir tíð, og gevur hetta nógvar genur og vánaliga lívsgóðsku og gevur órógv í familjunum. Vibecke Backer leggur dent á, at tað er sera týdningarmikið, at fólk fáa rætta diagnosu/sjúkuavgerð og at rætta viðgerðin verður funnin. Tá rætta viðgerðin er byrjað, kann ein í samstarvi við egnan lækna ella um ein sjálvur hevur lært tað, regulera viðgerðina upp ella niður. Málið við viðgerðini er astma-kontroll, har sjúklingurin fær minst møguliga dosis av astmaheilivági. Tá hetta punkt er nátt, megna tey flestu at vera meira fysiskt aktiv í gerandisdegnum. Tiltakið í Miðlahúsinum við Vibecke Backer er alment og ókeypis. Øll áhugað eru vælkomin. Føroya Astma/Allergifelag er skipað sum lokaldeild hjá Astma-Allergi Danmark. Fólk sum eru limir fáa Astma Bladet sendandi við postinum 4. ferðir um árið. Tey, sum ynskja at stuðla Føroya Astma/Allergifelag kunnu tekna seg sum lim við at seta seg í samband við Astma – Allergi Danmark Tlfnr: 0045-43434299 og boða frá, at tey ynskja at tekna seg sum lim í Føroya Astma/Allergifelag. Árliga limagjaldið er 225 kr. sum skal gjaldast í netbankan Nykredit reg. 8117 konto 3073542 Alment tiltak um astma verður í Miðlahúsinum í Havn hóskvøldið 20. februar kl. 19.00 Nevndin í Føroya Astma/Allergifelag Starvsfólk til Tórshavnar Privata Vistarheim Á Vistarheiminum eru trý størv leys at søkja til setan skjótast til ber. Til fyrsta starvið verður søkt eftir sjúkra røktarfrøðingi. Til næsta verður søkt eftir náms­ frøðingi, heilsurøktara ella øðrum fólki við heilsufakligari útbúgving. Til triðja starvið verður søkt eftir hjálp arfólki. Til øll størvini er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava royndir innan psykiatriska økið. Øll størvini eru føst størv. Setanar­ brøkurin verður eftir avtalu og kann vera millum 0,5 og 1. Arbeiðið er í skiftandi vaktum, dag­ kvøld­ og náttarvaktir. Vistarheimið er eitt sambýli og heim hjá fólki við sálarligum sjúk­ um. Vit arbeiða miljøterapeutiskt. Vit arbeiða við at menna og stimbra, og við at skipa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri búfólkini. Vit vænta, at tú hevur áhuga at arbeiða innan psykiatriska øki, at tú hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul og tolin av lyndi. Løn sambært sáttmála millum Fíggjar málaráðið og avvarðandi yrkisfeløg. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Asbjørg Jacobsen leiðara, telefon 213381. Umsóknir við avritum av prógv um, viðmælum o.ø. skulu send ast til Tórshavnar Privata Vistar heim, Argjavegur 26A, 160 Argir, ella til teldupostaddressu: asbjorgja@av.fo. Umsóknarfreistin er 24. februar 2020 kl. 12.00. Hósdag 13. februar: Svínakambur · Royktur medistari Fríggjadag 14. februar: Rivjasteik · Lasanja Leygardag 15. februar: Fleskasteik Mánadag 17. februar: Bollar í karry · Fiskafrikadellur Týsdag 18. februar: Kókað neytakjøt · Høsnarungastykkir Mikudag 19. februar: Stoktur fiskur 65,- kr. · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-15.00 & Ley: 9.00-14.00 torshavn.fo Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Loyvið eru knýtt at bilstøðini AUTO. Umsóknin verður fylt út í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo. Umsókn Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi fríggjadagin 21. februar 2020. Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um hýruvognsreglur, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur vinnunevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu. Hýruvognsloyvi Dreymastarvið finnur tú á in.fo