týsdagur 11. februar 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. februar 2020 · Nr. 18
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum sýndu samkenslu og hjálpsemi,
tá kæra kona, mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Anni Thomsen
f. 16. juni 1948 – d. 25. oktober 2019
doyði og varð jarðað.
Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri hjálp og góð orð.
Tøkk til tykkum øll á Hamragarði
fyri, at tit vóru so væl um hana.
Tøkk til tykkum mongu,
sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar
og tær peningagávur,
ið lætnar vórðu Parkinsonfelagnum.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Pade, Berit og Hans Jón
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda
samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Asta Jacobsen
f. 18.08.30 - d. 27.10.19
andaðist og varð jarðað
Av hjarta tøkk fyri blómur, kransar og
peningagávurnar til Heimarastovu á
Lágargarði.
Ein serlig tøkk til starvsfólkini á
Heimarastovu á Lágargarði, fyri fantastiska
røkt, umsorgan og kærleika, tíðina hon var
har.
Tøkk til Sonju Klein prest fyri sera vøkur
og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar,
sangarar og gravarar og til øll sum veittu
eina hjálpandi hond. Takk til tykkum øll sum
bakaðu og hjálptu til á annan hátt.
Ein hjartans tøkk til øll, sum fylgdu henni til
hennara síðsta hvíldarstað.
Fyri tey avvarandi
Sigrun, Djóni og Marianna v/familju
TØKK
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og fyri
hjálpsemi, tá elskaða mamma okkara, omma,
langomma og vermóðir
Kristina Sloan Norðberg
18. mai 1925 – 16. juli 2019
andaðist og varð jarðað.
Starvsfólkum og búfólkum á Ellisheiminum veita
vit okkara inniligu tøkk. Somuleiðis tykkum, ið
góvu
Zarepta eina gávu, og fyri blómur og kransar. Takk
til tykkum, ið bóru fram troystarorð og á annan hátt
hjálptu til við jarðarferðini. Hjartaliga takka vit
øllum tykkum, ið fylgdu Kristinu til seinasta
hvíldarstað
hennara her á fold.
Familjunnar vegna
Niels Pauli, Ella, Mikkalina og Andrew
”Tá ið eg skrivi nýggjan dag,
og fari yvir á næsta blað,
veit eg, at eg eri ein dag nærri
tí bústaði, ið tú mær Harri
ger til reiðar, og tú lat tað skriva niður,
at tú ynskti at hava okkum hjá tær – sælur friður,
fyri at vit skulu skoða dýrd tína
og í allar ævir skína.”
Kristina, 12/7-1982
TØKK
Mariann Haldansen
f. 26.12.1978 – d. 17.11.2019
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara
elskaða mamma, dóttir, systir, fastur og
mostur andaðist og var jarðað
Stóra tøkk til familju, vinir, starvfelagar og
kenningar bæði uttanlands og heima, fyri
allan kærleika og trúfesti við at vitja, ringja
og skriva ímeðan Mariann var sjúk.
Takk til Diakonissestiftelsens Hospice fyri
veita umsorgan og tykkara nærlagni undir
hennara sjúkralegu.
Stóra tøkk til Charlotte Clante prest fyri
góð og troystarrík orð og til Andras Olsen
fyri vakrar tónar í Nordre Kapel á Vestre
Kirkegård.
Takk til tykkum øll, ið á ymsikan hátt hjálptu
til við kórsetingini í Valby og í Vestmanna.
Stóra tøkk til Marjun í Kálvalíð prest, til Hall
Joensen, Trónd Enni & Angeliku Nielsen,
Vestmanna Sangkór, Vestmanna Hornorkestur
og Vestmanna Kirkjukór fyri varkan sang
undir Minningarløtuni í Vestmanna Kirkju.
Takk til tykkum sum fyrireikaðu ervi í
SFO Firkløveren og í Missiónshúsinum í
Vestmanna.
Takk fyri gávur sum eru veitar syninum
Magna og Dánjal.
Vegna Familjuna
Elsa, John, Jan, Birita, Magni & Dánjal
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
ÁRSAÐALFUNDUR
Týskvøldi 25. februar kl. 19
hevur Kappróðrarfelagið NSÍ ársaðalfund
í Kappróðrarneystinum á Glyvrum.
Øll eru vælkomin.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Kappróðrarfelagið NSÍ
Aðalfundur
Aðalfundurin hjá
arbeiðarafelagnum Lýsing verður,
fríggjadagin 6. mars 2020
kl. 18.00 á skrivstovu felagsins
Dagsskrá sambært
lógum felagsins.
Nevndin