Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-11, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Í fleiri ár var ”Transfer Deadline Day” millum størstu dagarnar hjá fótbóltsmiðlunum kring allan heimin. Øll sótu bara og bíðaðu eftir, at okkurt felag keypti ein spælara fyri nógvar pengar, sum kundi hjálpa upp á lagið hjá áskoðarunum. Tað bleiv nærmast fólka­ krav, at eitt felag skuldi rista eitt ess úr ermuni. Ongantíð betri um talan var um ein spennandi álops­ kendan spælara, sum ongin ordiliga kendi. Onnur feløg spældu síni kort øðrvísi. Her bleiv bíðað eftir at okkurt annað felag meldaði út og vildi hava ein spælara. Tá bar til at sita við trumfinum og blíva væl betaltur fyri spælaran, tí klokkan rennur undan og keyparin er kroystur at keypa. Serliga í 2011 stóð allur fót­ bólts­heimurin stillur, meðan Liver­pool leitaði eftir einum av­loysara fyri Fernando Torres, sum fór til Chelsea fyri næstan eina hálva milliard krón­ur. Andy Carroll og Luis Suarez komu til í einum januar- transfer deadline day, har yvir ein milliard krónur bleiv brúkt. Andy Carroll kom við tyrlu úr Newcastle, meðan Sky Sports og aðrir miðlar sendu bein­leiðis langt út á náttina. Sky Sports verturin, Jim White, bleiv nærmast víðagitin fyri sínar frásøgnir, meðan klokk­an gekk móti midnátt og gula slipsi bleiv eitt súmbol upp á dagin. Fyri tveimum árum síðani blivu heilar fimm milliardir krónur brúktar upp á spælarar. Liver­pool keypti Virgil van Dijk fyri 630 milliónir krónur, meðan FC Barcelona keypti Philippe Coutinho hevur áleið 800 milliónir krónur. Tað er enn óvist hvat samlaði prísurin verður fyri Philippe Coutinho, tí ein partur av prísinum kemur við treytum. Fótbóltsheimurin er broyttur Fótbóltsheimurin bleiv broyttur, tann dagin í 2017 leiðslan í Paris Saint-Germain møtti upp á Camp Nou við einum kekki upp á 1,56 milliardum krónum fyri Neymar Jr. Nú eru Kylian Mbappe (Monaco til PSG), Ousmane Dembele (Borussia Dortmund til FC Barcelona) og João Félix (Benfica til Ateltico Madrid) farnir um milliarda-markið. Um ikki ein bobla brestur, so verður ein milliard krónur fyri ein spælara vanligt í fram­tíðini. Vit síggja eisini viku lønir, sum eru fleirfalda hægri enn vit hava sæð seinnu árini. Alexis Sanchez, sum er útleigaður til Inter Milan, fær áleið fýra milliónir um viku­ na frá Manchester United, meðan Mesut Ozil sigst fáa um­leið tríggjar milliónir krón­ ur um vikuna frá Arsenal. Báð­ ir spælarar, sum ikki eru av­ gerandi fyri síni feløg í løtuni. Manchester United og Odion Ighalo Tað blivu brúktar beint yvir sjey milliardir krónur í hesum flytingarvindeyganum. Av teim­ um blivu 2,3 milliardir krónur brúktar í Premier League. Manchester United stóð fyri størsta keypinum og tí mest óvæntaði tilgongdini. Tað tók Man­chetser United ein mánað at fáa keypt Bruno Fernandes leysan úr Sporting Lisbon. Bretskir miðlar skriva í kvøld, at prísurin í fyrstu atløgu er um 412 milliónir krónur, men kann blíva upp til 600 milliónir krónur, um eitt nú Manchester United kemur í Champions League og hvussu væl Bruno Fer­nandes klárar seg sum ein­ staklingur. Sporting Lisbon vildi í fyrstu atløgu hvørki ganga við til prísin ella treytirnar fyri eyka­ gjøldini. Við tíðini blivu part­ ar­nir samdir og 25 ára gamli portugisiski miðvallarin hevur skift til Manchester United. Tíðliga í januar royndi Man­chester United eisini at fáa fatur á norska Erling Braaut Håland. Venjarin hjá Manchester United, lands­ maðurin Ole Gunnar Solskjær, er eisini fyrrverandi venjari hjá unga áleyparanum, sum tó valdi týska Borussia Dort­ mund. Manchester United leitaði tí til tað seinasta fyri at finna ein fyribils avloysara í álopinum, nú Marcus Rashford er skadd­ ur. Valið fall á 30 ára gamla Odion Ighalo. Áleyparin úr Nigeria hevur fyrr spælt við Wat­ford í Premier League. Bretskir miðlar sum Sky Sport skriva, at 30 ára gamli áleyparin verður leigaður í fyrstu atløgu fyri eitt stað millum 15 til 35 milliónir krón­ ur. Avbjóðingin er at lønin hjá honum er ovurhondsstór. Hann vinnur um 2,6 milliónir krón­ur um vikuna í Kina. Her skrivar Sky Sports, at Manchester United skal gjalda áleið ein triðing av lønini, meðan hann er í Manchester Uni­ted. Tað er áleið 900 túsund krón­ur um vikuna. Hetta er enn ein dømi um, at líka mikið hvussu væl feløgini fyri­reika seg, fyri ikki at enda í ein­um rokið á seinasta degnum í flytingarvindeyganum, so slepst ikki undan. Tað er eisini søgur um at FC Barcelona royndi til tað sein­ asta at keypa ein áleypara, tí Osumane Dembele er skaddur. Tað eydnaðist teimum ikki. TRONDUR@SOSIALUIN.FO Fríggjakvøldið 31. januar 2020 lat flytingarvindeygað aftur í flestu av stóru fótbóltsdeildunum í Evropa. Rokið, sum fyrr hevur sett sín dám á seinastu dagarnar undan at flytingarvindeygað letur aftur, hevur lagt seg seinnu árini - og tó. Tað var inntil at Manchester United valdi at leiga 30 ára gamla Odion Ighalo Flytingarvindeygað: FLYTINGARROKIÐ FLYTINGARROKIÐ ER STEÐGAÐ ER STEÐGAÐ – OG TÓ – OG TÓ 10 tey dýrastu keypini í januar 2020: 1. Bruno Fernanes 410 milliónir krónur (Sporting Lisbon til Manchetser United) 2. Giovani Lo Celso 265 milliónir krónur (Real Betis til Tottenham) 3. Dejan Kulusevski 265 milliónir krónur (Atalanta til Juventus) 4. Reinier Jesus 225 milliónir krónur (Flamengo til Real Madrid) 5. Steven Bergwijn 224 milliónir krónur (PSV til Tottenham) 6. Krzysztof Piatek 201 milliónir krónur (AC Milan til Herta Berlin) 7. Jarrod Bowen 200 milliónir krónur (Hull City til West Ham) 8. Sander Berge 194 milliónir krónur (Genk til Sheffield United) 9. Stanislav Lobotka 190 milliónir krónur (Celta Vigo til Napoli) 10. Lucas Tousart 179 milliónir krónur (Lyon til Herta Berlin)