týsdagur 11. februar 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Sosialurin
Mánadagur 10. februar 2020 · Nr. 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Jóan Símun Edmundsson
spældi 76 minuttir og skoraði
eitt av málunum, tá Arminia
Bielefeld um vikuskiftið vann
6-0 á SSV Jahn Regensburg.
Toftamaðurin skoraði til 2-0
aftaná 35 minuttir.
Tað var trýst á DSC Armin
ia Bielefeld undan dystinum
sunnudagin, tí kappingar
neytarni úr Hamburg SV og VfB
Stuttgart vunnu leygardagin.
Heimaliðið hevði Jóan Símun
Edmundsson við frá byrjan fyri
fyrstu ferð í 2. Bundesliguni í ár.
-Tað var sjálvandi deiligt
at byrja aftur. Vit hava ein
góðan hóp av spælarum, so
eg havi bara roynt at gjørt tað
gott til venjing, og vóna at fáa
kjansin aftur frá byrjan, sigur
Jóan Símun Edmundsson við
Sosialin.
Jóan Símun Edmundsson
skoraði til 2-0, tá tíggju minuttir
vóru eftir at fyrra hálvleiki.
Talan var um eitt skot við heldur
kalda høgra beininum og tofta
maðurin mundi ikki raka bóltin
heilt reint, men hann fór upp í
málhornið.
-Eg fekk bóltin í einari góðari
støðu, og har var einki annað
at gera enn at royna at svinga
høgrabeinið og so vóna tað
besta, sigur toftamaðurin um
skotið, ið fór upp í trýkantin.
Tað kom óvart á føroyska
landsliðsspælaran, sum eftir
málið tók seg til høgra beini og
haltaði.
-Jubilsenan var ógvuliga
spontan, men av tí at eg so og
ofta havi fingið at vita, at høgra
beinið er púra deytt, valdi eg
at gera tað sum eg gjørdi, sigur
Jóan Símun Edmundsson við
einum brosi.
Tað hoyrir við til søguna, at
toftamaðurin ikki rakti bóltin
heilt reint. Við heimasíðuna hjá
Arminia Bielefeld segði hann
eftir dystin, at hann blundaði
og bara vónaði tað besta.
Føroyski landsliðsspælarin
spældi á miðjuni og bleiv skiftur
út aftaná 76 minuttir. Tá var
støðan 3-0. Seinastu minuttirnar
økti Arminia Bielefeld tríggjar
ferðir.
Í harðari kapping.
Arminia Bielefeld liggur fremst
í 2. Bundesliguni hevur 41 stig.
Hamburger SV hevur 40 stig
og VfB Stuttgart hevur 38 stig.
Tvey tey ovastu liðini flyta
beinleiðis upp. Triðovasta liðið
spælir uppflytingardyst móti
triðaftasta liðnum í 1. Bundes
liguni.
-Vit liggja í tættari kapping
við nøkur sera stór feløg, har
trýstið nokk er munandi størri
á teimum at flyta upp, enn tað er
hjá okkum. Men um vit kunnu
blíva við at spæla líka frítt,
sum vit gjørdu í sunnudagin,
so haldi eg avgjørt vit hava ein
møguleika, sigur Jóan Símun Ed
mundsson.
Hann er í holt við at skapa sær
eitt navn í Arminia Bielefeld. Á
sosialu miðlunum hevur felagið
eisini knýtt ein setning saman
við toftamanninum.
”Top corner ist immer frei”,
sum kan numsetast til áleið ”Mál
hornið er altíð frítt”. Hetta segði
hann eftir eitt av sínum málum
fyrr í hesi landskappingini.
Aftur hesa ferð fór bólturin í
málhornið, sum altíð er fítt!
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Eg royndi bara at svinga høgrabeinið
og vóna tað besta, sigur Jóan Símun
Edmundsson, ið skoraði eitt av málini
í 6-0 sigrinum á SSV Jahn Regensburg.
Arminia Bielefeld hevur kós móti
Bundesliguni, men tað verður ikki lætt
Málhornið er altíð frítt:
JÓAN SÍMUN VIÐ KÓS
JÓAN SÍMUN VIÐ KÓS
MÓTI BUNDESLIGUNI
MÓTI BUNDESLIGUNI