leygardagur 18. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 243 - 18. desember 2004
Jólini nærkast og tað fer so eisini at
merkja bløðini, sum eftir eru.
Vit hava á hvørjum ári hesi seinastu
árini gjørt rættiliga fitt burtur úr
jólahaldi og jólatilfari sum heild. Og tað
gera vit aftur í ár. Saman við vanliga
vikuskiftisblaðnum, sum kemur út
jólaaftan, verður eitt stórt jólablað við
hópi av jolalesnaði og øðrum tilfari,
sum er gott at hava til at taka allar
jóladagarnar.
Millum jól og nýggjár koma vit út sum
vant hvønn gerandisdag.
Í seinasta blaðnum fyri nýggjar verður
tikið samanum tað, sum er farið fram í
árinum. Tað verður á ítróttarøkinum
men eisini innan samfelagsmál og
annnað, sum hent er.
Tit, sum skulu hava tilfar og lýsingar í
blaðið hesar seinastu útgávurnar fyri
nýggjár, latið okkum tað í góðari tíð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Bløðini restina av
árinum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Visiónsleys samanlegging
Johan Petersen
Avgjørt er nú, at ÚF og SvF
skulu leggjast saman. Men
tá ið einasta veruliga orsøk-
in er danofobi: ein barnslig
roynd at forða føroyingum
at síggja danskt sjónvarp,
er spurningurin , um hetta
ikki var betri ógjørt.
Løgtingið hevur - enntá
við stórum meiriluta - við-
tikið, at leggja ÚF og SvF
saman (les: Svf undir ÚF).
Hvørt mansbarn veit, at
orsøkin til hetta er, at fyrr-
verandi SvF-stjórin Mikkjal
Helmsdal í síni visión at
menna eitt veruligt føroyskt
sjónvarp, sá í eyguni, at
hetta bert og best kundi ger-
ast við at nýta alla fíggjar-
orkuna, sum SvF átti, til
veruligt føroyskt sjónvarps-
tilfar, og so nýta restina av
tíðini til beinleiðis at senda
DR1 ella DR2.
DR 1 og 2 tilverugrund-
arlagið
Hetta eru tær sjónvarps-
rásir, sum bæði síðan før-
oyskt sjónvarp sá dagsins
ljós, hevur verið tilveru-
grundarlagið og tað, føroy-
ingar vilja síggja. Hervið
spardi SvF pening til óneyð-
uga banding, týðing, tekst-
ing, inntalu, arkivering, pro-
grammlegging,
framm-
heinting og forskotna send-
ing av tilfari, flestu føroy-
ingar longu høvdu sætt. Og
alt hetta tilfarið hevur at
kalla verið ókeypis.
Men nú vann minniluta-
kenslan valdið og í reinum
danofobiskum ørskapi av-
gjørdi mentamálaráðharrin,
at leggja ÚF og SvF saman
fyri at forða SvF at senda
beinleiðis. Og fylgjan av
hesum kann bert blíva, at
tað fíggjarliga vælfunder-
aða ÚF yvirtekur tað veika.
fíggjarliga kroysta SvF.
Skal als ikki siga, at tað
undir ongum umstøðum
vildi verið ráðiligt at lagt
ÚF og SvF saman, men
hetta skuldi sjálvandi verið
gjørt grundað á visiónir um
at menna báðar stovnarnar
og í serdeilisheit fyri at
menna SvF. Og hetta skuldi
verið grundað á væl fyri-
reikað forarbeiði, soleiðis
at veruligur vinningur fekst
burtur úr eini samanlegging
í staðin fyri sum nú, eini
vón um vinning.
Nær, Jógvan á
Lakjuni, nær?
Nei, Jógvan á Lakjuni,
nógvar
ferðir
meiri
umráðandi enn ein saman-
legging er, at fáa lógloysið,
ÚF og SvF virka undir, upp
á pláss, við at fáa setta í
gildi eina fjølmiðlaábyrgd-
arlóg, so at Petur, Virgar,
Óli og undirritaði hava nak-
rar staðir at fara við okkara
átalum, tá ið ÚF og SvF
ikki kenna sær hógv. Upp-
skot um hesa lóg varð
framlagt longu í 1998, men
hevur
hegnisliga
verið
skúgvað til viks av full-
veldislandsstýrinum líka
síðan. Nær, Jógvan á Lakj-
uni, nær fáa vit eina fjøl-
miðlaábyrgdarlóg???
Hans Birgir Hansen
Eg havi áður skrivað um
Tórsvallarmálið og kundi
gott hugsað mær økið antin
uppi í Hoydølum, grasfløt-
an bleiv gjørd til nýggjan
Tórsvøll ella økið norð-
anfyri Hotel Føroyar.
Tí so kundu vit tikið og
flutt Tórsvøll úr Gundadali
niðan í Hoydalar ella niðan
til Hotel Føroyar. Kundi ein
slík ætlan vunnið stóra
undirtøku, kunna vit fyri-
reika flyting.
Eg kundi hugsað mær at
landsdystirnir verða spæld-
ir inni á Svangaskarði með-
an flytingin fer fram av
Tórsvølli, antin niðan í
Hoydalar ella niðan til Hot-
el Føroyar.
Og tá nýggjur studenta-
skúli verður bygdur úti við
Marknagilsvegin tá kundi
vit skipa Studentaskúlan í
Hoydølum sum ítróttarhá-
skúla at menna allan ítróttin.
Hvat siga ítróttarskrivar-
ar og ítróttarfólk til slíka
ætlan ið farast kann undir
beinanvegin, vinnir ætlanin
stóra undirtøku, kemur
hendan at gagna øll ítróttar-
feløg uppi í Gundadali.
Harafturat kunna allir
borgarar
í
Tórshavnar
kommunu, fáa atgongd til
nýggja Stadion ella frælsan
ítrótt, ið gevur øllum
møguleikan at spáka, ella
renna, runt um grasvøllin.
Tá høvdu øll sloppið undan
at spáka og renna úti í
nógvu ferðsluni, ígjøgnum
havnargøtur og vera luft-
dálkaði og fáa skaðiligu
evnini anda niður í seg, ið
setur gongd á sjúkurnar.
Skipa
kappingar
í
frælsum ítrótti í føroyskum
og í norðurlendskum og
europeiskum høpi, kundu
bæði heima og uttanlands
skapt áhugan, at taka lut í
slíkum kappingum.
Eg kundi hugsa mær at
gomlu ÍSF húsini vestan
fyri svimjihøllina blivu
flutt eysturum ítróttarhøll-
ina uppi á Nabb t.v.s. beint
yvir av Berg Motor við
parkeringsøkið.
Tað hevði verið uppá tíð-
ina at fingið eitt kjak um
slíka ætlan í eg her havi
umrøtt, og avtøku av Tórs-
vallargrunni og nevnd, ong-
antíð ovskjótt og fáa stadi-
on til frælsan ítrótt.
Grundøkið
vestanfyri
svimjihøllina, kundi verið
grivið so mikið niður at
Fótbólt Samband Føroyar
kundi havt eina hædd undir
jørð, og grundøkið kann
víðkast norður eftir ídag.
Tá hetta arbeiðið var lið-
ugt kundu vit fingið flutt
FSF húsini av Tórsvølli
niðan á hetta grundøkið,
hvat sigur ÍSF til eina slíka
ætlan, lat okkum fáa eitt
kjak um hesa ætlan.
Tá kundu vit fingið
Gundadal at blomsta sum
ongantíð áður, og njóta eina
Stadion til Frælsan Ítrótt, ið
kann spara øllum borgarum
í Tórshavnar kommunu
heilsuútreiðslur.
Eg haldi ikki at fótbóltur-
in einsamallur skal domin-
era her uppi í Gundadali,
har øll hava tørv á grund-
venjing, við atliti til øll
ítróttarfeløg, ið halda til
uppi í Gundadali.
Hetta kann eg venda aftur
til, við hvøssum atfinning-
um at tykkum ið eru um
Tórsvøllin og Fótbólt Sam-
band Føroyar ið umboðar
øll fótbóltsfeløgini í landin-
um í dag.
Tað er ikki rættvíst, at
Tórsvøllurin
skal
vera
stjórnaður av gomlum HV-
arum, Poul Michelsen og
Jógvan Páll Lassen ið eg
áður fanst harðliga at í
Tórsvallarmálinum.
Tórsvøllur, Hoydalar og Hotel Føroyar?