leygardagur 18. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
11
VIÐMERKINGAR
Beistagerðin móti suðringum
Hergeir Nielsen
Einki nýtt spurdist burturúr
miðnámsskúlanum í Vági.
Fíggjarnevndin
nevnir
hvørki skúla ella røktar-
heim, nú hon kom útaftur
við uppskoti sínum.
Tá vit viðgjørdu málið á
tingi í fjør royndi Jóanes
Eidesgaard at birta undir
klandur og stríð millum
syðru og norðaru helvt av
oynni.
Onkur hevði lopið út í
orð, at almanna- og heilsu-
skúlin á Tvøroyri møguliga
kundi brúkt okkurt fakhøli í
nýggja skúlanum í Vági, og
tað mátti ikki koma upp á
tal, segði formaður javnað-
arfloksins.
Tað er "øgiliga vesintligt
at a&h-skúlin er har á Tør-
oyri, og man eigur at hava
eitt vakið eygað við, at
hetta ikki verður veruleiki,
hetta at bjóða fasilitetir út á
einum øðrum stað."
Formaður Javnaðarfloks-
ins var á hesum tingfundi
staðiliga biðin um at lata
vera við at sáa ósemjur og
klúgva Suðuroynna, vís-
andi til, at vit sum búðu her
suðuri fegin vilja liva í sátt
og semju hvør við annan.
Sundurlyndið kom ikki
fyri seg tá, og vit fingu í
friði og náðum fyri javnað-
arflokkinum loyst fleiri
stórmál fyri Suðuroynna.
Tveir skúlar, ein Smyril,
tvey havnaløg og ein tunnil
komu á tekniborðið, og tað
mesta var komið undir land.
Men eingin skal kannað
sær bitan, fyrrenn hann er
svøgldur. Løgmaður hevur
boðað frá, at kommunurnar
í Suðuroyni skulu taka ein
skúla, sum hevur ligið í
Vági í eina fjórðingsøld,
burtur haðani.
Vágs kommuna eigur
bóltin
Hvussu leikur víðari fer, er
ikki gott at vita hjá okkum,
sum sita í andstøðu, men
málið um miðnámsskúlan í
Vági liggur fyri so vítt í
hondunum á býráðnum í
Vági.
Sambýlið er bygt í uttara
enda av býnum, og tað er
hvørki fíggjarliga ella fak-
liga skynsamt at byggja eitt
eldarbýli í vestara enda
eisini.
Vágs býur skal gyrðast
inni í eldrabústaðum fyri
eystan og fyri vestan, siga
teir somu, sum nú støðga
framkomnum verkætlan-
um, tí tað skal vera so nógv
bíligari at sambyggja skúl-
ar, sum enntá einki hava við
hvønn annan at gera.
Byggiøkið fyri vestan
bleiv av bygginevndini ma.
valt og av kommununi játt-
að til skúlaøki, tí at ítróttar-
økið lá har. Skattaborgarin
hevur longu borið stórar út-
reiðslur av stásiligari
nýgerð í hesum sambandi.
Byggiloyvið til ein mið-
námsskúla kann ikki brúk-
ast til annað enn ein mið-
námsskúla, og tað er ein
kommunal uppgáva at geva
byggiloyvi.
Tað er tí ein kommunal
avgerð, um Vágs kommuna
fer at siga tey almennu
virði frá sær, sum vit hava
lagt hagar í sátt og semju
við somu kommunu.
Eingin onnur kommuna í
landinum hevði slept einum
fugli í hondini fyri 10 á
takinum, so tað fer Vágs
kommuna vónandi heldur
ikki at gera.
Hvat ætlanin er á eldra-
økinum í Suðuroynni er
fyrst og fremst ein komm-
unalur
spurningur,
og
haðani má setast út í kortið.
Lesa vit fíggjarlógarupp-
skotið, nú tað kom aftur frá
fíggjarnevndini, so er einki
har, ið bendir tann vegin, at
landskassin fer inn í nakað
projekt hesum viðvíkjandi.
Tað er tí at vóna, at
kommunurnar í Suðuroynni
framhaldandi leita saman
um røktartørvin í oynni, og
vísa frá sær lítið virðiligu
fantasiprojektinum um at
loysa arbeiðsloysisspurn-
ingin við eldrarøkt.
Suðringar skulu sjálvandi
hava nøktandi umstøður, og
var ætlan okkara, at roynd-
irnar av Sandoyarætlanini
skuldu gerast fyrimyndin
fyri víðari menning á hes-
um øki.
Sakligt orðaskifti
Mourits M. Joesen hevur
eina stak áhugaverda, upp-
lýsandi og sakliga grein í
bløðunum um miðnáms-
skúlan í Vági, og sóknast
hann ma. eftir, hvørja støðu
vit tingmenn hava til málið,
og ta vend, tað hevur fingið.
Tá vit viðgjørdu málið
um at byggja miðnámsskúl-
an í Vági í løgtinginum í
fjørvár, segði Jóannes Ejd-
esgaard, at hann var ímóti
at miðnámsskúlin í Suð-
uroy lá í Vági.
Í sama viðfangi legði
hann dent á, at javnaðar-
flokkurin fór at hava eitt
vakið eygað við, at al-
manna- og heilsuskúlin ikki
varð fluttur útaftur av Tvør-
oyri.
Hendrik Old, sum hevur
orðið í flestøllum málum á
tingi, kleiv ikki í tvey um
hesa søguliga stóru íløgu í
Suðuroynni. Hann hevur
hinvegin havt eitt vakið
eyga við, at miðnámsskúlin
verður fluttur út úr Vági.
Johan Dahl var munin
meira aktivur, og legði fram
uppskot um at raðfesta og
byggja ikki minni enn tveir
skúlar í Havn í staðin fyri
hendan í Vági.
Tíbetur sótu hesir tríggir
menn í andstøðu, tá vit rað-
festu og settu hol á søguliga
stóru íløgurnar á sam-
ferðslu-,
vinnuliga-
og
mentanarliga økinum fyri
Suðuroynna.
Tíverri manna teir í dag
valdið í landinum, og hava
sett sær fyri at týna tí fram-
burði, sum vit slóðaðu fyri,
og sum teir høvdu so ilt av.
Hetta nýbrotið í føroysk-
um politikki - at skræða
skúlar niður fyri at byggja
røktarheim upp - kundi
bent á, at landið flýtur í
mjólk og hunangi. Men so
er tíverri ikki.
Parlagið Dahl/Old reypar
av, at landið fer at rinda all-
an kostnað av at bróta nið-
ur, byggja upp og reka.
Lesa vit fíggjarlógarupp-
skotið, og lesa vit álitið frá
fíggjarnevndini, so síggjast
ongar nýggjar íløgur á
eldraøkinum
"Ríkið borgar" siga teir
báðir kortini, sum nú í
minni enn eitt ár og hava
skuldskrivað landskassan
fyri 1/2 mia.kr. í halli.
Faklig krøv
Fyri einum mánaða síðan
sóknaðust fakfólk í eini
sera væl grundgivnari grein
eftir svarum upp á eina røð
av viðkomandi spurning-
um:
Jeanna í Lágabø og Sirið
Stenberg fregnaðust ma.
eftir
• einum skipaðum eldra-
politikki,
• raðfestingum á økinum,
• stovnsbygging
sum
menning á eldraøkinum,
• tænastum
til
heima-
búgvandi,
• ynskjum um at búgva
longst møguligt í egnum
heimi,
• flyting út av stovnum, og
integratión í samfelagið,
• betri stuðulsskipanum, ar-
beiðspláss,
dagtilboð
oam.,
• smærri eindum tillagað-
um tí einstaka,
• ætlaða døgnrøktarskipan-
in,
• útbygging
av
økis-
psykiatriini,
• ovurdýra meirkostnaðin-
um av at byggja og reka
røktarheim, í mun til at
hjálpa fólki í egnum
heimi, vardari íbúð ella á
sambýli,
• óvirðiliga framferðarhátt-
inum mótvegis teimum
eldru,
• talið á arbeiðsplássum utt-
an at byggja stórar stovnar,
men tað var sum at rópa í
oyðimørkini - svar fingu
tær einki.
Í staðin fyri verður farið
við teimum gomlu og
óhjálpnu, sum tá seyður
verður rikin í rætt, og við
ungdóminum, sum galt tað
um at sløkkja seinasta
neistan í barmi teirra sum
skjótast.
Miðnámsskúli í
fjórðingsøld
Tað berandi í málinum er at
týna miðnámsskúlanum í
Vági, og har finna Jóannes
Eidesgaard og javnaðar-
flokkurin
ikki
hentari
amboð enn Hendrik Old.
Meðan tað ikki hvøtti úr
hesum seinast nevnda í fjør
- hvørki undir fyrstu, aðru
ella triðju viðgerð- av hes-
um stóra byggimáli í Vági,
lovaði hann undir viðgerð-
ini av fíggjarlógini fyri
stuttum,
at
vágbingar
skuldu koma at nísta og
pípa, nú hann fór at taka
skúlan frá teimum aftur.
Tíbetur bendir einki á, at
Sverri Midjord hevur ætl-
anir um líknandi konseret-
ferð á Tvøroyri, har javnað-
arflokkurin hevur eitt vakið
eygað við, at a&h-skúlin,
sum vit løgdu har, ikki
verður tikin burtur aftur.
Tá røktarheim, miðnáms-,
almanna- og heilsuskúli
verða sett upp, hvørt móti
øðrum, av hatri og øvund, er
støðið lagt, og tá verður
neyvan nøkrum teirra lív
lagað.
Landskassin hevur brúkt
6 mió. kr., og kommunu-
kassin hevur brúkt nakað til
byggibúning og ítróttarøkið.
Ein vanlukkan fyri og
onnur eftir slettir nú inn
yvir landshúsarhaldið, og
ongar strategiskar, politisk-
ar ella vinnuligar ætlanir
eru frameftir, siga sam-
gongumenn.
Einki talar fyri, at lands-
kassin er førur fyri øðrum
størri íløgum ella hægri
rakstrarkostnaði í bræði.
Landskassin er skuld-
skrivaður fyri 1/2 mia.kr.
yvir tvey fíggjarár, og
inntøkugrundarlagið viknar
á flestu fiskimiðum.
Hildið verður, at inntøk-
urnar til landskassan kom-
andi ár verða 44 mió.kr.
lægri
enn
upprunaliga
hildið.
Tey sum hava gamla skuld
hangandi, fáa hana strikaða,
og tey sum hava ráð at rinda
skatt, fáa skattalætta.
Samgongumenn hava nú
støðgað miðnámsskúlanum
í Vági, og einki sett í staðin.
Fyrst varð meginbóka-
savnið tannlað burturúr
ætlanini, og nú kom so
túrurin til sjálvan skúlan.
Tølini á fíggjarlógini
standa har til pynt, og verða
borin heimaftur í lands-
kassan so hvørt, sum árini
líða.
Útbjóðingarumfarið er
støðgað, og 1/2 av játtanini
fyri í ár borin aftur í lands-
kassan.
Talan var ikki um at
leggja ein skúla í Vági av
nýggjum. Skúlin hevur
verið í Vági eina fjórðings-
øld, men nú vóru so løgir at
taka lívið av honum.
Og tað var nú ein
syndarligur endi á einum
annars skilagóðum átaki.
Hvørja ferð tá Landsbanki
Føroya lýsir við nýggjum
lánsbrøvum, verður ein
sokallað lánsbrævalýsing
(prospekt) almannakunn-
gjørd. Í lánsbrævalýsing-
ini, vera allar treytir lýstar,
og eisini vera øll hugsandi
fyrivarni tikin. Hetta verð-
ur gjørt fyri at veita trygd
fyri, at allar misskiljingar
verða beindar av vegnum,
og fyri at tryggja, at láns-
brøvini veruliga hava sítt
fulla virði.
Eitt av fyrivarnunum,
sum hvørja ferð verður
skrivað í lánsbrævalýsing-
ina er, at ein og hvør rætt-
indahavari hevur heimild
til at uppsiga brævalánið
alt fyri eitt "hvis Lands-
styrets muligheder for at
opfylde sine forpligtelser i
forbindelse med obligati-
onslånet bliver væsentligt
forringet,
eksempelvis
som følge af en udtræden
af Rigsfællesskabet med
Danmark".
Landsbanki Føroya og
Nordea Bank, sum gera
lánsbrævalýsingina, taka
við hesum tað fyrivarni, at
kreditvirði Føroya kann
minka munandi, um til
dømis Føroyar fara úr
ríkisfelagsskapinum við
Danmark. Í tí førinum
kann brævalánið verða sett
úr gildi, og harvið missir
landskassin gjaldføri. Har-
afturat kann tað vera trup-
ult hjá landskassanum at
útvega nýtt gjaldføri, tá
kreditvirðið er versnað.
Og júst kreditvirðið
hevur stóran týdning í hes-
um døgum, nú løgtings-
fíggjarlógin fyri 2005 vísir
hall, meðan tøki peningur-
in í Landsbankanum er
lítið omanfyri minstakrav-
ið í lógini.
Um vit ímynda okkum,
at Føroyar høvdu verið
fullveldi, so høvdu inntøk-
urnar hjá landskassanum
verið munandi lægri enn
tær eru, undirskotið hevði
verið nógv størri og
møguleikarnir
fyri
at
fíggja undirskotið høvdu
eisini verið nógv avmark-
aðir. Talan hevði verið um
eina sera óhepna støðu
fyri Føroyar.
Vit hava brúk fyri kred-
itvirði og vit hava brúk
fyri ríkisfelagsskapinum.
Samstarv er vegurin
fram.
Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
Samstarv er vegurin fram