Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Nú skal koyringin við føroyskum sjúklingum, sum eru á Hotell Tórshavn í Keypmannahavn, bjóðast út ímillum danskar veitarar- og eftir donskum treytum Boði Haraldson er settur í starv sum leiðari á Virkisdeildini hjá Landsverki Um vikuskiftið varð herverk framt á almena vesið í Hósvík. Hetta er ikki fyrstu ferð, og tí valdi kommunan at læsa bygningin fyribils Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fer nú at krevja barnaváttan frá teimum, sum søkja ávís størv. Hetta fyri at verja børn móti kynsligum ágangi. Týsdagin var lisitatión av útstykkingini á Fossum í Klaksvík. RTS átti lægsta tilboðið, sum var 31 milliónir, meðan J&K Petersen átti hægsta tilboðið, sum var 39,5 milliónir Suðuroyar Sjúkrahús hevur sett tveir radiografar í starv, so nú kann nýggi skannarin skjótt takast í brúk Internetsamband MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Nýggi dagstovnurin í Gøtugjógv fer at rúma tilsamans 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum, og starvsfólkini verða umleið 30 í tali. 112 112 Internetsambandið í Suðuroynni og Sandoynni hevur verið sera ringt hesa vikuna. Tað hava nógvir borgarar gjørt vart við, og tað hevur eisini fingið nakrar avleiðingar. Vánaliga internetsambandið í Suðuroynni legði næstan Miðnámsskúlan og Heilsuskúlan lamnar, tí internetið verður brúkt í stórum parti av undirvísingini. Suðuroyar Sjúkrahús hevur eisini merkt sviðan av ikki at hava optimalt internet. Brek kom á kaðalin ímillum Gomlurætt og Skopun, og FT-net hevur gjørt greitt, at trupulleikin verður loystur skjótast til ber. ”Alt á gosi, tí streymurin og internetið er farið. Altso, hvussu yvirlivdi man yvirhøvur fyrr?” ”Nú gongur móti ljósari tíðum. Tað hava vit sagt í fleiri vikur nú...« Tað er ómetaliga spennasndi at fylgja við í politikki, men tað er ikki altíð líka lætt at skilja. Vanligt vit og skil sigur ofta greitt, hvussu ein støða er og hvussu hon skal tulkast, men tá ið tað snýr seg um politikk, eru tað onnur atlit enn vit og skil, sum ofta telja. Serliga ger hetta seg galdandi, tá ið støðan hja einum flokki broytist á tingi, so hann fer frá at vera partur av samgonguni til at gerast partur av andstøðuni. Tað stuttliga er, at hetta er galdandi fyri so at siga allar flokkar og øll tingfólk. Flokkar kunnu hava sitið við ræðið í fýra ár, uttan at taka eitt mál uppá tungu, men so skjótt tey enda sum andstøða er tað altavgerandi at loysa hetta mál. “Meirluti var ikki í samgonguni”- umberingin er kend. Tað sum undrar er, at tá ið tey ikki fáa undirtøku fyri einum síkum máli í samgonguni, tey sótu í, hví halda tey so, at tað sum tá var andstøða og nú samgonga, fer at taka undir við tí? Ája! Vit hava í Føroyum hesi seinnu árini fingið tað, sum tey aðrastaðni kalla blokkpolitikk. Flokkarnir hava í stóran mun býtt seg í høgra og vinstra, meðan spurningurin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark tykist vera goymdur burtur. (Ja, burtursæð frá at Tjóðveldi rumblar eitt sindur við uppskotinum hjá Dansk Folkeparti um at føroyingar eiga at gera herskyldu í danska herinum.) Ein støða, sum tykist fastlæst í løtuni. Ája! Tað er eitt sindur friðarligt á politiska vígvøllinum í løtuni, tí landsstýrið og samgongan hugsaavna seg um at gera tey lógaruppskot, sum ætlanin er at koma við í hesi tingsetuni, klár at lata Løgtinginum 28.februar. Tá kemur ferð á aftur og sjálvandi fer andstøðan eisini at koma við nøkrum uppskotum eisini. Fíggjarnevndin arbeiðir tó í sínum lagi. Tað stóra málið er eykajáttanin til nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum verður minst dupult so dýrur, sum upprunaliga ætlað. Fíggjarnevndin arbeiðir við at finna ein leist, sum tryggjar at vit ikki aftur enda í so stórum byggigølum aftur, sum Glasir og Landssjúkrahúsið. Ája! Tað er vorðið ljósari aftur. Steypavinalur eru hetta og næsta vikuskiftið hjá hondbóltinum og flogbóltinum. Tað ber samstundis boð um, at fótbólturin skjótt byrjar aftur. Fyri tey, sum hava tunglyndi í myrku tíðini er tað kærkomið, at dagurin nú er longdur aftur. Nú er ljóst klokkan átta og eisini, tá ið fólk fara heim klokkan fýra ella fimm. Skjótt eru tvei mánaðir farnir síðani stytsta dag og bert fýra mánaðiur eru eftir til longsta dag. Átta ljósir mánaðir eru fyri framman. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At mikudagin var fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt tingfólk hevði 23 ára føðingardag? Tað er fyrst valdi tingmaðurin á seinasta løgtingsvali – og yngsta tingfólk nakrantíð, Beinir Johannesen, ið hevði føðingardag FRÍGGJADAGIN Hvassur vindur 17 til 22 m/s, møguliga upp í 27 m/s. Av út- synningi. Hitin millum 3 og 7 stig LEYGARDAGIN Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum veksur í strúk í vindi upp í skrið 15 til 20 m/s. Hitin millum 4 og 7 stig SUNNUDAGIN Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað, sundum regn. Hitin millum 2 og 6 stig 5-10 m/s 8-13 m/s 17-22 m/s