hósdagur 13. februar 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 19
3
Greiðari reglur reglur um
hvør hevur ábyrgdina
Síðani eldraøkið var lagt til
kommunurnar í 2015 hevur
markamótanevndin tikið
nógvar avgerðir – nú skulu
reglurnar gerast greiðari
ARNI GREGERSERN
Í
2015 var eldrarøktin løgd út
til kommunurnar.
Í kjalarvørrinum komu
fleiri støður, har tað var
ógreitt, hvør hevði ábyrgdina av
ávísum persónum – kommunur
nar ella landið.
Serliga vísti tað seg, at tað var
trupult at taka hesar avgerðir, tá
ið talan var um persónar undir
67 ár, sum høvdu tørv á hjálp og
stuðli.
Samgongan arbeiðir við væl
ferðarlógini í løtuni og ætlar at
gera ávísar broytingar.
Men teir báðir Aksel V.
Johannesen, og Høgni Hoydal,
hava fyri ávikavist Javnaðarflokk
in og Tjóðveldi, lagt eitt uppskot
fyri tingið, sum broytir ávísar
ásetingar í lógini og ger reglurnar
greiðari.
Uppskotið, sum í løtuni er til
viðgerðar í trivnaðarnevndini hjá
Løgtinginum, ger uppgávubýtið
millum land og kommunur greið
ari.
Millum annað staðfestir upp
skotið, at kommunurnar um
framt at taka ábyrgdina av fólka
pensjonistum við ellisbreki ella
varandi sjúku, eisini skulu hava
ábyrgdina av borgarum undir
pensjónsaldri og sum hava var
andi sjúku. Tað vil siga sjúkur
sum versna. Tey skulu hava pláss
á ellis- ella røktarheimi.
Málbólkurin er millum annað
fólk við Alzheimers, demens og
sclerosu á øðrum stigi, sum eru
sjúkur sum í so máta elva til, at
persónur gerst óafturvendiliga
og alsamt meira røktarkrevjandi
Ein annar trupulleiki er, at fólk,
sum hava búð í vardum bústøðum,
gerast eldri og meira røktarkrevj
andi.
Tá vardi bústaðurin ikki longur
kann veita borgaranum eina nøkt
andi tænastu, so kann borgarin
fáa pláss á einum ellis- og røkt
arheimi ella eldrasambýli eins og
aðrir borgarar, sum eru fólkapen
sjónistar og hava tørv á hjálp og
røkt alt samdøgrið.
Í slíkum føri yvirtekur komm
unan ábyrgdina av borgaranum.
Talan verður um eina ítkøliliga
meting í hvørjum einstøkum máli.
Tað eru eisini nógvir persónar,
sum hava týðandi likamligt ella
sálarligt brek ella víðfevndar
sosialar trupulleikar, sum búgva
leingi í egnari íbúð við tænastum
frá Almannaverkinum og heima
tænastu frá kommununi.
Seinheilaskaði
Almannaverkið hevur stórar
avbjóðingar við at veita bústað
til eitt nú fólk við seinheilaskaða,
og hóast ætlanir eru um at byggja
fleiri bústaðir til henda málbólk,
so verður neyvan talan um at
byggja bústaðir kring landið.
Borgarar, sum hava seinheil
skaða og hava tørv á einum vardum
bústaði frá Almannaverkinum,
eru úr øllum landinum.
Tað er ein avbjóðing hjá Al
mannaverkinum at veita teimum
bústað í nærumhvørvinum, og
verða tey tískil noydd at flyta.
Møguleiki er nú sambært hes
um uppskoti fyri, at Almanna
verkið kann keypa búpláss á
einum røktarheimi ella einum
eldrasambýli og harvið geva borg
aranum møguleika fyri at búgva
so tætt familju og tí umhvørvi,
sum hann var partur av, áðrenn
hann fekk heilaskaða.
Skal ásetingin virka í praksis, er
alneyðugt, at land og kommunur
semjast um ein kostnað fyri bú
pláss, hvør frá øðrum.
Uppskotið hevur fleiri brot
har reglurnar verða nágreinaðar
so at ábyrgdarnýti millum land
og kommunur er greiðari -
bæði viðvíkjandi endurvenjing,
heimatænastu og annað.
Stórur pakki
Uppskotið frá andstøðuflokunum
er tikið við í pakkan rundanum
nýggju vælferðarlógina, sum
samgongan arbeiðir við.
Uppskotið um vælferðarlógina
var lagt fram í farn valskeiði, men
var ikki endaliga avgreity.
Í løtuni arbeiðir landsstýris
kvinnan við almannamálum, Else
beth Mercedes Gunnleygcsdóttu,
rvið ávísum broytingum.
- Í komandi viku fæ trivn
aðarnevndin eina kunning frá
landsstýriskvinnuni um hvussu
langt hon er komin og hvørjar
broytingar hon ætlar at gera,
sigur Uni Rasmussen, formaður í
trivnaðarnevndini.
Trivnaðarnevndin hevur fingið
tíðarfreistina at koma til tingið
við einum áliti longda.
- Tað er tí, at vit síggja hetta
sum ein part av vælferðarlógini
og viðgera alt meira ella minni
saman, sigur Uni Rasmussen.
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
Uni Rasmussen, formaður í trivnaðarnevndini
Eksebeth M.Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna