Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 14. FEBRUAR 2020 Í politikki eru summir politikarar og flokk­ar, sum bara skulu hoyrast. Tey royna at finna okkurt mál, sum fólk leggja til merkir, og so koyra tey á. Uttan mál og mið, bara fyri at larma fyri at verða hoyrd. Vit kenna hetta so væl hjá okkum, tá pol­itikarar fara upp at gáka bara um okk­urt. Tað kann vera fosturtøkur, tað kann verða rættindi hjá samkyndum at gift­ast ella okkurt annað. Í Danmark er hetta eisini kent. Tey hava Danska Fólkaflokkin, sum er ein flokk­ur av fólkum, sum mangan larma illa bara fyri at verða hoyrt. Eitt sum tey elska at arga okkum føroyingar við er her­skylda. Nú hevur talsmaður floksins í rík­is­fel­ags­skapinum skotið upp fyri Fólka­ting­i­num, at føroyingar og grøn­ lend­ing­ar skulu hava herskyldu, eins og all­ir aðrir danir. At hetta er tað reina humbukk vita øll. Bæði í Føroyum og i Danmark. Eing­ in annar flokkur tekur Danska Fólka­ flokk­in fyri fult í hesum máli – og tí hev­ ur Høgni Hoydal einki at óttast, hóast ein sam­bandsløgmaður situr í Tinganesi. Føroyingar hava ongantíð verið í kríggi. Í øllum førum ikki síðani vík­ing­a­ tíð­i­na. Føroyar drepa heldur ikki fólk og hava ikki gjørt tað, síðani skæl­ings­syst­ kini á sinni vórðu deyðadømd og háls­ høgd í 1706. So í so máta eru vit frið­ar­ fólk. At ein tilvildarligur skræðugákur í danska Fólkaftinginum mjarrar um her­ skyldu til føroyingar hevur ongan týdn­ ing. Hvørki danska stjórnin ella danska Fólka­tingið megnar at kroysta ungar før­oy­ingar í hermannabúna – ella fyri tað senda okkara unga fólk sum ka­n­ón­ føði onkrastaðni langt burturi fyri at fjepp­ast fyri einum amerikanskum for­ seta. Hevði tað komið so langt, so høvdu før­oy­ingar sagt nei. Men tað kemur ikki so langt. Danska her­inum tørvar ikki fólk, ovmikið eru av sjálv­bod­num, sum vilja sleppa. Hvørki føroyingar ella grønlendingar eiga at gera herskyldu – og skuldu vit havt herskyldu, so hevði tað verið í okk­ ara egna heri – men vit hava ongan her og fáa ongan her og skulu ikki hva nakr­ an her. Tað er ikki av ongum, at Danski Fólk­ a­flokkurin er tódnaður niður í næst­an einki. Eingin føroysk herskylda Eftir nýggju reglulunum eru summir bilar vorðnir nógv dýrari - og tað var ikki meiningin Tað skal verða bíligari at keypa stórar vørubilar. Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og tí ætlar hann at leggja uppskot fyri Løgtingið í næstum um at lækka avgjaldið á stórum vørubilum. Nøkrum árum síðani varð farið frá skipanini, har vektin á bilinum var avgerandi fyri, hvussu høgt avgjaldið til landskassan var. Ístaðin skuldi avgjaldið roknast eftir, hvussu stórt útlátið av veðurlagsgassum frá teimum var. Í hesum sambandi samtykti Løgtingið eisini fyri einum góðum ári síðani, at útlátið skuldi ikki roknast eftir NEDC - háttinum, men eftir WLTP - háttinum – Hetta seinasta hálva árið hava bilasølur gjørt vart við, at CO2 avgjaldið á stórum vørubilum er hækkað munandi aftur ímóti tí tað var, tá ið tað varð roknað út eftir NEDC - háttinum, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at ætlanin við broytingini var ikki, at avgjaldið skuldi hækka munandi fyri nakað bilaslag. M Bíligari at keypa bil FÍGGJARMÁLARÁÐHARRI Fugla- og náttúru­ vinurin Erik Mort­ ensen til minnis síða 26 Kristian Djurhuus kemur á ting Siðsøga síða 24-25 Ongantíð áður hava so mong ferðast um Vága Floghavn Nú tá árið 2019 er farið afturum er greitt, at heili 424.281 fólk komu og fóru um flogvøllin. Hetta er ein øking á 12.3% í mun til árið frammanundan. “Hóast ilt er at spáa um framtíðina er í løtuni er einki sum bendir á, at hetta talið fer at lækka” sigur Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, og heldur áfram at “økta talið av flogsetrum til og úr Føroyum tykist sambært okkara tølum ikki at hava havt neiliga ávirkan á talið av ferðandi við føroyska flogfelagnum, ið somuleiðis hevur lagt nýtt og spennandi ferðamál afturat sínum rutuneti. Regin heldur fram og sigur, at “heldur enn at køkan bert er skorin øðrvísi bendir alt á, at tann samlaða køkan bara er vorðin størri”. Hetta er til stórt gagn fyri føroysku ferðavinnuna og væntandi er enn meira í væntu, nú gistingarmøguleikarnir økjast nógv komandi tíðina. “Hetta leggur eitt støðugt trýst á okkum sum veitari av undirstøðukervi, men tí trívast vit væl við. Tað er alneyðugt hjá okkum støðugt at bøta um karmarnar, og eitt tað fyrsta vit mugu seta okkum fyri er at byggja ferðafólkafarstøðina út sum skjótast, endar Regin I. Jakobsen við at siga. Júst farna árið var somuleiðis fyrsta árið, har Vága Floghavn hevur savnað inn hagtøl um bústað hjá ferðafólkum. Hetta gevur heilt nýggja vitan um hvørji vitjandi koma til Føroya og kann gagnnýtast til at málrætta eitt nú sína kunning og marknaðarføring at ávísum landafrøðisligum økjum. Útlendski veitarin av hagtalsskipanini kennir ongan annan flogvøll, ið hevur tílíka skipan, sum - hóast hon byggir á sjálvbodna skráseting - má metast at vera ógvuliga neyv. Tað er soleiðis, at ferðafólk bert sleppa ígjøgnum trygdarkanning við at trýsta á ein skerm, har tey upplýsa sítt bústaðarland. FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 SOSIALURIN 19 24 25 Óli Jacobsen Komandi partur Í komandi parti verður millum annaðn áhugaverdar frásagnir hjá Kristani frá tingarbeiðnum. Óli Jacobsen 36.partur S einasta mikudag vóru 125 ár síðan, Kristian Djur­ huus var føddur. Tí er hóskandi at taka áhuga­ verdu søgu hansara fram. Hann greið ir frá nógvum, sum als ikki hev ur verið kent fyrr enn nú. Seinasti partur endaði við, at Kristian Djurhuus stillaði upp til løgtingsvalið í 1932. Hann skuldi avloysa gamla sam bands høvd­ ing in Oliver Effersøe, sum kanska ikki heilt sjálvboðin hevði lagt frá sær. Fyri suðringar fór tað skrivliga valstríðið mest fram í tí lokala Før oyatíðindi, og her var heldur ikki spart við kanónunum. Fyri Petur Mohr Dam stóð nógv uppá spæl. Javnaðarflokkurin var komin inn á ting fyrstu ferð við valið í 1928, tá ið hann fekk tveir tingmenn. Hetta var so ein góð byrjan. Síðan tá hevði Dam staðið fyri teirri stór fingn­ um Ís virkisætlanini við virki og skip um, sum skuldi vísa á heilt nýggja leiðir í okkara vinnu lívi. Hetta skuldi kunnað givið javnað­ ar flokkinum stóra fram gongd. Men so fór alt á húsagang áðr­ enn valið. Hetta var sjálvsagt ein vanlukka fyri javnaðarflokkin og førdi til eitt beiskt blaðstríð millum Petur Mohr Dam og hans­ ara mótstøðumenn. Dam vísti á tær ringu tíðirnar, meðan hansara mótstøðumenn hildu tað vera galið við leiðslu og fyriskipan. Tað er annars nógv skrivað um hend an spurning, sum ikki skal kom ast inn á her. Valevnini ferðaðust um oynna at hava valfundir eina viku undan valinum. Her vóru tað P.M. Dam, Edward Mitens og eg, sum vóru nr. 1 á okkara listum, sum luttóku á hesum valfundum. Tað var luta­ k t h ø ið k ldi f t ur at taka orðið á fundunum. Tí­ betur var tað ikki eg, sum skuldi leggja fyri. Stemningurin var ymiskur frá bygd til bygd, alt eftir hvør flokk­ ur, ið var størstur í økinum. Ser­ liga í Sumba kendi eg meg væl. Her var Sambandsflokkurin nógv størstur. Í øllum bygdunum utt­ an í Hvalba og Sandvík høvdu vit stóra framgongd. Eg giti, at um­ røddu skrivarin av lesara brøvum móti mær, sum greitt varð frá í sein asta parti, hevði sína ávirkan í hesum bygdum. Ein av stuðlunum hjá Effersøe, Dánjal á Hólum, í Hvalba var av sam huga við Effersøe farin í sjálv stýrisflokkin. Hetta kann kanska eisini hava gjørt mun. Valið gav Sambandsflokkinum reinan meiriluta í tinginum. Tað høvdu vit ikki havt í fleiri skeið. Hetta er eisini seinastu ferð, at ein flokkur hevur einsamallur havt i il t á ti i Sambandsflokkurin fekk tvey umboð í Suðuroy, Niels Nolsø og meg sjálvan. Mitens varð valdur fyri sjálvstýrisflokkin. P.M. Dam varð valdur fyri javnaðarflokkin. Umframt hann varð Mourentius Viðstein eykavaldur fyri flokkin í Suðurstreymoy. Hetta var eitt óvæntað og sera gott úrslit fyri Sambandsflokkin. Samansetingin í tinginum bleiv nú 11 limir til Sambandsflokkin, 8 til sjálvstýrisflokkin og tveir til javn aðarflokkin. Í Dimmalætting 23. januar takk aði Andras Samuelsen velj ar­ nar fyri undirtøkuna. Hann bjóð­ aði hinum flokkunum samstarv, sum var serliga neyðugt, sum tíð­ ir nar nú vóru. Tingakrossur hevði ta við­ merk ing, at fyri Sambands flokk­ in hevði tað týdning, at flokkurin til hetta valið hevði betri valevni enn til valið undan hesum. Blaðið hevði eisini eina við­ merking í samband við Oliver Effersøe. Sagt varð, at sum øllum kunn ugt vildi Effersøe verða upp aftustillaður, men hann varð vrak aður, og sjálvandi munnu Suð uroyar sambandsmenn halda seg hava fingið eitt gott býti. Men man Effersøe halda tað? Hann helt í hvussu er ikki Kristi an Djur huus duga til at fylla sýslu­ mans embætið eftir seg. Man hann hava meira álit á honum í løg tings sessinum? Vónbrotin Dam Í valstríðnum legði Petur M. Dam stóran dent á sosialismu og at fáa pening til sosialar batar. Eisini varð lagt eftir Herluf Thomsen fyri at hava ábyrgdina av, at eg varð stillaður upp, hann sum skuldi vera tann stóri aft ur­ haldsmaðurin í kommununi. Dam var ógvuliga vónbrotin av úrslitinum. Hann hevði væntað sær eitt nógv betri úrslit í Suð­ uroy. Umframt Ísvirkið hevði Dan­ bjørg, sum var nr. 2 á listanum, ein leiklut í hesum úrsliti. Okkurt split hevur verið í flokkinum, tí N. P. Strøm hevði stillað ein serligan lista, sum tó var í valsamgongu við javnaðarflokkiin. Danbjørg var vónbrotin um, at kammeratarnir í Vági høvdu gjørt henda listan og harvið høvdu minkað um hansara møguleikar at verða valdur. Tískil fór Danbjørg at halda ser ligar valfundir, meðan Dam var norðanfyri í ørindum. Hann var eisini á Tvøroyri. Men hesir fund ir gjørdu ilt verri. Hann kundi ofta vera veruleikafjarur, men ongantíð so ringt, sum hesa ferð. Hann tosaðu mest um útlendskar kapitalistar. Men hetta var ikki tað, sum veljararnir høvdu áhuga fyri. Men Danbjørg fekk altíð nógv­ ar atkvøður í Porkeri, sum fram­ veg is er ein uppá seg størsta javn­ að arbygdin í landinum. Danbjørg kom so á ting á næsta valinum í 1936, og hann sat á tingi stórt sæð rest ina av lívinum. Føroyatíðindi um valúrslitið: Tað er ikki ov nógv sagt, at tað nýggja løgtingið, sum nú kem­ ið ó d Nú byrjar eitt heilt nýtt skeið í lívsleiðini hjá Kristiani. Hann kemur inn á ting. Men sýslumansembætið kravdi framvegis sítt. SIÐSØGA ímill um, vil fáa stórar upp gáv ur og nógv mál at røkja og varð veita. Støð an verður nú tann, at Sam­ bands flokkurin fær slíkan av­ gjørd an meiriluta, at hann gerst førur fyri at fáa mál og sak ir ígjøgn um, sjálvt um hinir flokk­ arnir skuldi verið ímóti. Dimmalætting kundi gotta sær Tað var ikki so løgið, at Dimma­ lætt ing gottaði sær mótvegis Sjálvstýrisflokkinum um valúrs­ litið. Í grein “Tallene taler”, verður skrivað: Da Selvstyrepartiet ved Valget i 1918 opnaaede Flertal i Lagtinget, var Tingakrossur i den første Sejrsrus ved at eksplodere af Vigtighed og Overlegenhed. I Tingakrossur for 27. April (1918) skrives saaledes bl.a.: Í 12 ár livdi sambandið í Før oy­ um. So var komið á deyðastrá; tað fall og tess fall var stórt. Endin var syndarligur..... 1. juni sama ár verður skrivað: So mikið er vist. Sambandið í Føroyum kemur aldri aftur á føtur. Tað fall við alla... Síðan verður víst á, at í 1918 fekk sjálvstýrisflokkurin 3.052 atkvøður og Sambandsflokkurim 2.959. So munurin var bara um 100 atkvøður. Hetta gav sjálv­ stýris flokkinum 11 tingmenn og sam bandsflokkinum 9, takkað skeiv leika á valskipanini. Men við valið í 1932 fekk Sam­ bandsflokkurin 3.955 og Sjálv­ stýrisflokkurin 2.930. Her var mun urin 1.000 atkvøður fleiri at­ kvøður til Sambandsflokkin. So Dimmalætting gav ikki nógv fyri spádómskynstrið hjá Tingakrossi. Hetta kann vátta danska orðatakið, at “den der lyves død lever længe”. Syrgiligar hendingar og kappar Men sýslumansembætið kravdi framvegis sítt og hevði álvar­ samar avbjóðingar. Tann 18. desember 1931 fekk eg t l f b ð t i t l i t náttina var forlistur sunnanfyri Fámjin. Eg fór hagar beinanvegin. Tá var ikki koyrandi, so eg mátti fara við báti til Øravíkar og so til gongu til Fámjin, har eg fekk víst, hvar vanlukkan var hend. Eg skrivaði grein í Dimmu um hetta. Eg vísti á, at tað skuldu fyri langari tíð síðani verið komin koyrivegur til Fámjin. Illveður og brim kundi í langa tíð forða fyri, at tað kundi komast til bygdina frá sjónum. Tað var við forbergið beint við bygdina, at tað var hendur hes in sorgarleikur. Ein trolari úr Hull við 11 monnum, ið gleddu seg til at koma heim og halda jól sam­ an við familjuni, sigldi á land við Skortaberg, og eftir fáum min utt­ um var trolarin farin í sor í brim­ in um sum var. Orsakað av náttarmyrkri og regndisi var sýnið ógvuliga vána­ ligt. Her var heldur eingin viti, og hetta hevur verið ein orsøkin til, at tað gekk sum tað gekk. Beinanvegin fólkið í Fámjin varnaðist, at tað var hend ein vanlukka, bleiv gjørt tað, sum kundi gerast fyri at bjarga manningini. Men tað var skjótt greitt, at eingin av monnunum var komin frá vanlukkuni á lívi. Tað varð eisini roynt at bjarga teimum deyðu, men hetta var eisini nyttuleyst í fyrsta umfari. (brot úr greinini) Langs det berygtede over 1100 Fod høje Reyðabakki’s stejle Skraaninger klatrede det modige og behjærtede Bjærn ings­ mandskab, der bestod af omtrent hele Bygdens mandlige Beboere, samt tilkaldte 6 “Bakkamænd” fra Vaag, og Kommunelægen var ogsaa med. Det 600 Fod høje Forbjerg “Skorta berg” skilte dog Rednings­ mand skabet fra Vraget, der stadig væk laa i en Heksekedel af Brænd ing. For at faa Vished for, at ingen af de forulykkede laa ved Bjergets Fod tilbød af Bakkamandskabet Jacob Magnussen, Marius Olsen og Poul Magnussen at lade sig hejse ned over Forbjerget, der h ld b t d li tf h ilk t gør “siðið”, saa meget mere farligt. Som den yngste blev det Poul Magnussen, der først skulle gøre Forsøget. Han blev bundet i Linen og hejst saa langt ned, at han til sidst var forsvundet i Brændingen for dem, der stod oppe paa For­ bjerget og passede Linen. Han blev dernede saa længe, at han med sikkerhed mente at have kon­ stateret, at ingen Lig var skyllet i Land ved Klippens Fod, og at absolut ingen kunne have bjerget sig levende i Land. Tað var við sorg í sinni, at bjarg­ ingarmanningin fór heim. Teir høvdu í hvussu er vónað, at um eingin var sloppin við lívinum, so kundi onkur teirra koma í vígda jørð. Tað varð framvegis leitað fram við bergið. Sjey nætur gingu, men náttina millum 1. og 2. Jóladag vóru fýra lík rikin á land. Tey vóru av umsorgarfullum hondum borin inn í bygdakirkjuna, og jarð­ arferðin var dagin eftir. Í hesum sambandi mátti eg em­ bætisins vegna fara til Fámjina 2. Jóladags morgun. Meðan eg saman við økislæknanum, Ras­ mus sen, sýnaði líkini í forkirkj­ uni, kom tveir menn inn við hvør sín um likamsluti. Hjálptir av tatoverinigum bar til at eyðmerkja líkini. Henda eyð­ merking var sera hørð, og eg bleiv illa tilpassar av henni Presturin Gullak Jacobsen helt eina hugtakandi gravartalu um hesar menn, sum vóru falnir á “Ærens Mark” eins og nógvir før­ oysk ir starvsfelagar, sum vóru farnir á sjónum. Kvinnurnar í Fámjin høvdu eisini syrgt fyri, at kirkjan var pyntað við blómum, og øll bygdin luttók í hesi minning um farnu menn irnar. Seinni var eg við Gullak Jacob sen, presti, sóknar stýr is ­ for mann inum, Albinus, og um­ boðs manninum, P. M. Mort en sen, umborð á enska sjó verju skin um Cherwell og tók ímóti ein um krusfiksi og øðrum lutum, sum vóru latnir til kirkjuna í Fámj­ in. Hetta var í takksemi givið av reiðaranum á hesum Hull trol­ aranum, sum kallaðist Gurd le­ ness. Etast ella í kirkjugarðin Sum sýslumaður kundi ein fáa løgn ar fyrispurningar. Aftaná forlissið í Fámjin bleiv eg uppringdur av einum manni suðuri í oynni. Hann fortaldi, at hann hevði funnið eitt bein, har kjøt hekk við. Hann visti ikki, um hetta kundi vera mannabein ella kanska var úr eini tunnu av saltkjøti, sum trolarin hevði havt við sum proviant. Hann vildi fegin vita, um eg helt, at hann kundi eta tað. Sjálvandi svaraði eg aftur, at um hann ikki var púra vissur í, at hetta ikki stavaði frá einum menniskja, so skuldi hann ikki so mikið sum hugsa um at eta tað. Men hvat skuldi hann so gera? Mítt svar var, at hann mátti grava tað niður í eitt horn í kirkjugarðinum. Enn ein vanlukka Nøkrum ár seinni hendi ein líkn­ andi vanlukka, tá ið ein trolari forlisti við Hvalba. Tá druknaði eisini øll manningin. Hetta reisir spurningin, hvat ið kann gerast fyri at fyribyrgja slíkum hendingum. Eitt er at seta vitar. Sum er, er eingin viti frá Mykines til Sumbæ, her er talan um 60 fjórðingar. Tað skuldi verið so upplagt at havt ein vita í Fámjin. Um vanlukkuna í Hvalba greið­ ir Kristian frá: Man hejsede Mandskab ned paa vestsiden af Grímsfjall, under hvis Fod, der var skyllet flere Lig i Land. Saa vidt jeg husker skulle Formanden for denne Aktion være Jens Jensen, Jens í Garðsenni. Han var som ung faldet med i fjeldene og havde knust sin højre skulder. Den daværende kredslæge – Jørgensen ­, som var en meget dristig og dygtig kirurg, der til trods for meget primitive forhold foretog mange store og vanskelige operationer. Han fik til opgave at flikke Jens sammen og gjorde det på den måde, at han fjernede det knuste skulderblad og satte armen fast til det, der var tilbage. Ein skuldi trú, at Jens eftir hetta var púra avlamin, og ikki kundi gera stórvegis av arbeiði. Men Jens lat seg ikki sláa út. Hann helt fram við øllum arbeiði bæði innan­ og uttangarðs sum til útróður og fuglaveiðu. Hann var altíð millum teir fremstu. Tað var ótrúligt ta orku, sum hesin maður hevði. Hann gjørdist 80 ára gamal og arbeiddi við at lossa kol til tað seinasta. Kristian Djurhuus kemur inn á ting Ísvirkið skuldi vera tann stóri trumfurin hjá Petur Mohr Dam til valið í 1932, men tað gekk heilt øðrvísi. Nú kom Kristian Djurhuus inn á ting, har hann kom at hava stóra ávirkan. Tekning Jan s G ttesen Ein skakandi vanlukka hendi sunnanfyri Fámjin í 1931. Líkini av sjólátnu bretunum bretunum vórðu borin inn í kirkjuna, og bygdarfólkið gav monnunum eina virðiliga jarðarferð. Ein trolari gekk seinni burtur við Hvalba Her gjørdu hvalbingar eisini nógv fyri at bjarga líkunum Í blaðnum... Ongantíð so nógv ferðandi um flogvøllin Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri