Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 6 25. februar hava hjúnini Henny og Børge Egholm í Havn verið gift í 70 ár. – Jú, kærleikin er har enn, annars høvdu vit ikki hildið saman. Men tað er meira friðarligt nú, sigur Henny Egholm. Tað sjáldsama er, at tey hava eitt vinarpar í Nólsoy, ið eisini hevur jarnbrúdleyp í februar FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO H óast hann júst er vorð­ in 90 og hon er 88, so eru tey væl fyri, tá ið tey taka móti út­ send­ingunum frá Sosialinum, ið koma at vitja í heimi teirra á Ham­arsgøtu 22 úti á Tórgarði í Eyst­urbýnum. Eini stór hús frá 70-un­um við íbúð í kjallaranum. Veggirnir í stovuni eru mest sum tapeseraðir við rúgvuvís av myndum, serliga familjumyndir. Í sofuni situr Børge og hyggur eftir snooker í sjónvarpinum. Hetta minnir um biljard, men er bara við kúlum. – Mær dámar sera væl at hyggja eftir snooker. Vit plaga eisini at hyggja eftir tennis, og vit kunnu eisini hyggja eftir einum filmi, sjálvt um tað verður seint. Vit eru náttarravnar og skulu jú ikki tíðliga upp næsta morgun, sigur Børge. – Vit eru virkin og kunnu gleð­ ast um, at vit hava havt hampiliga góða heilsu, sigur Henny Egholm. Børge er tó vorðin eitt sindur lamin og kemur ikki eins nógv út longur. Eyguni eru eisini farin so mikið, at hann fær ikki lisið, uttan hann hevur sjóneyku. Tað strævna minnast vit best Tað er valentinsdagur í dag, og kær­leiki í hjúnalagi og parlagi verður hálovaður. – Tá ið vit vóru ung, vistu vit ikki, hvat valentinsdagur var fyri nakað. Men tað er eitt sindur stutt­ ligt, at vit fyri 33 árum síðani fingu okkara fyrsta langommu- og lang­ abba­barn á valentinsdegi. Hon býr í Sørvági, sigur Henny Egholm. Í 70 ár hava hjúnini upplivað mangt og hvat, men kærleikin er har enn. – Kærleikin er ikki á sama hátt, sum hann var fyrr. Tá var nógv á skránni, og vit upplivdu eina rúgvu. Okkum dámdi sera væl at vera út í náttúruni, og vit gingu nógvar túrar og ferðaðust sera nógv kring landið. Vit hava eis­ini ligið í tjaldi ymsastaðni í land­in­ um. Tað var ofta nógv at bera og kravdi nógv av okkum. Men tað, sum var strævið, minnast vit best. Í dag orka vit ikki tað sama. Nú er tað róligari, sigur Henny Egholm. Fylgja við í counter-strike Sjónvarpið er enn frá í stovuni. Eitt hevur serligan áhuga, og tað er counter-strike, ið er eitt teldu­ spæl. – Vit eiga ein ommu- og abbason, Lukas Egholm Rossander, sum er liðformaður á danska liðnum Astralis. Vit plaga at fylgja við, tá ið teir spæla, sigur Henny. – Eg havi ikki peiling fyri regl­unum í spælinum, men vit síggja, tá ið teir fáa stig og lurta PERSÓNSØGA Jarnbrúðarpar: Eg havi ikki peiling fyri reglunum í spælinum. Kanska dámar mær ov væl at reypa, men abbasonurin situr í miðjuni og sigur, hvat hini skulu gera. Brúðarmyndin av Henny og Børge Egholm, tikin í 1950. Myndin varð tikin í H.N. Jacobsens bókahandli, og fotofgrafurin æt Kristina, og hon var úr Gøtu. KÆRLEIKIN ER HAR ENN Í DAG, MEN Á EIN ANNAN HÁTT