Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 7 eftir viðmerkingunum. Teir hava vunnið eina rúgvu og spæla kring allan heim. Kanska dámar mær ov væl at reypa, men abbasonurin situr í miðjuni og sigur, hvat hini skulu gera. Fleiri samrøður eru eis­ ini við Lukas í sjónvarpinum, sigur Børge Egholm. Á konsert í Royal Arena Eitt annað, ið tey eisini hava sæð í sjónvarpium eru klassiskar kon­ sert­ir. – Í fjør hoyrdu vit, at André Rieu skuldi hava konsert í Royal Arena í Keypmannahavn. Tá ringdi eg nið­ ur til eina av døtrunum og bað tey skaffa okkum atgongumerki. Tað var ein ótrúliga góð konsert, sigur Børge Egholm. – Tá hevði Børge annars sagt, at hann fór ikki út aftur at ferðast, tí tað orkaði hann ikki. Men tað gekk væl, og vit høvdu eina sera góða ferð, sigur Henny Egholm. Flestu børnini uttanlands Sjálvt um tey eiga átta børn, so er bara ein lítil partur av familjuni í Føroyum. Fimm av børnunum búgva í Danmark, og tann eini son­urin, sum hevur addressu í Før­oyum, arbeiðir fyri tað mesta í Spania, og er tí ikki so nógv í Før­ oy­um. – Vit gleða okkum at fáa alla fam­iljuna heim at halda dagin saman við okkum. Teir fyrstu gest­ irnir koma longu seinnapartin (blaðm: fyrradagin), sigur Henny. 70-ára dagurin verður hildin leygardagin 22. februar í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, og tey vænta fleiri fólk koma at gleðast saman við teimum á hesum stóra degi. – Vit genturnar í skúlaflokk­ in­um hava hildið sera væl saman øll árini. Eg vænti, at tær, sum fram­ vegis eru á lívi, fara at koma. So eru tað nógv onnur, sum vit hava havt samband við umframt familjuna, sigur Henny Egholm. Sparkari førdi tey saman Nógv eru broytt hesi 70 árini, hjún­ ini hava livað saman í hjúnalagi. – Fyrstu ferð vit møttust og lærdu hvønn annan at kenna, var í Tróndargøtu. Tað var kavi, og Børge hevði ein sparkara. Eg sat, meðan hann stýrdi, sigur Henny og smílist. – Tað var ikki leingi, at eg slapp at stýra. Hon yvirtók skjótt stýr­ ingina, sigur Børge við einum skálka­brosi. Tey vóru 14 og 15 ár tá, og tvey ár seinni, tá ið tey vóru 16 og 17 rann saman teirra millum. Tey giftust í 1950, og tá var teirra fyrst barn komið í verðina. – Brúdleypið varð hildið í gamla Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Tað vóru 60 gestir. Vit tosaðu um tað, at nú er eingin av teimum gest­unum, sum vóru í okkara brúd­leypi, eftir á lívi. Tann seinasti var beiggi Børge, Åge, sum doyði fyri tveimum árum síðani, sigur Henny. Húsini kostaðu 14.500 krónur Henny og Børge búsettust í Lon, tætt við revagarðin. – Vit giftust inn í Niðarulon í tí uttastu íbúðini, har mamma búði. Har var sera lítið pláss, bara ein køkur og ein stova. Vit svóvu í stovuni, og mamma svav í køkinum, sigur Henny Egholm. Henny varð fødd á Velbastað. Pápin var norðmaður, men hann doyði við skipinum Ulf, áðrenn Henny varð fødd. Tá ið hon var hálvt ára gomul, flutti hon til Sumbiar, har hon vaks upp hjá einari gummu. Sum 12 ára gomul flutti hon til Havnar og búði aftur hjá mammu síni. – Vermóðir, Sanna, var fant­ a­st­isk. Hon var ein partur av húsarhaldinum. Eftir tvey ár í Niðarulon, keyptu vit eini hús á Landavegnum 2, har vit búðu í 13 ár. Húsini kostaðu 14.500 krónur. Sanna flutti við, og hon tók sær av børnunum. Tað vóru ofta nógv onnur børn, sum komu inn at spæla, og øll elskaðu ommuna, sig­ur Børge Egholm. Børge er uppvaksin mitt í Havnini, í Magnus Heina­son­ar­ gøtu. Við nógvum børnum í húsinum var ofta trongligt. Og tá ið ólav­ søka var, komu ofta nógvir gest­ir úr Sumba og aðrastaðni úr land­ inum at gista. – Tað var ofta sera trongligt inni. Ta einu ólavsøkuna høvdu vit átta liggjandi gestir. Fólk lógu allastaðni, sigur Henny. Nýggj hús við átta kømrum Í 1965 vóru húsini á Landavegnum vorðin ov lítil, og familjan flutti inn í nýggj hús í Brøttubrekku í Gundadali. – Tað vóru eini stór hús við átta kømrum. Vit hildu, at børnini skuldu fáa hvør sítt kamar, sigur Henny. Í Gundadali búðu tey til síðst Framhald á síðu 8 Børge og Henny Egholm búgva á Hamarsgøtu í Havn Børge gjørdist 90 ár í gjár, 13. februar. Henny er 88 ár og fyllir 89 1. apríl. Hjúnini giftust 25. februar 1950 og kunnu tí halda jarnbrúdleyp um nakrar dagar. Brúdleypið varð hildið í gamla Hotel Føroyum á Kongabrúnni (umleið 60 gestir), silvurbrúdleypið í Havnar klubba (umleið 200 gestir), gullbrúdleyp í Danmark hjá einari av døtrunum, diamantbrúdleyp í B36-húsinum (umleið 200 gestir) og jarnbrúdleyp verður hildið í hølunum hjá Starvsmannafelagnum 25. februar. Tey eiga 8 børn, 19 ommu- og abbabørn, 25 langommu- og langabbabørn, og 3 oldurommu- og oldurabbabørn. Fyrstu ferð vit møttust og lærdu hvønn annan at kenna, var í Tróndargøtu. Tað var kavi, og Børge hevði ein sparkara. Eg sat, meðan hann stýrdi Eftir tvey ár í Niðarulon, keyptu vit eini hús á Landavegnum 2, har vit búðu í 13 ár. Húsini kostaðu 14.500 krónur. Henny og Børge Egholm í Havn hava 25. februar verið gift í 70 ár. Mynd: Álvur Haraldsen Sigurd Gaard og Heinina Hansen úr Nólsoy hava eisini í hesum mánaðinum verið gift í 70 ár. Teirra brúdleypsdagur er 26. februar.