Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 8 PERSÓNSØGA í sjeytiárunum, tá ið tey fluttu út á Tórgarð. – Flestu av børnunum vóru nú flutt út, og húsini gjørdust ov stór. Tá ið vit fluttu í okkara nú­ ver­andi hús, vóru bara tvey av yngstu børnum, sum fluttu við, sigur Henny Egholm. Ynskti at arbeiða – eisini eftir pensjónsaldur Bæði Børge og Henny hava havt eitt virki arbeiðslív. Bæði hava arbeitt á skrivstovu. Børge byrjaði at arbeiða í Færø Amts Sparekasse, sum er eitt av gomlu nøvnunum á pen­inga­ stovninum, sum í dag eitur Betri. Seinni arbeiddi hann á Tórshavnar skipasmiðju, á Fiskasøluni, og at enda var hann 25 ár á Telefonverki Føroya. Sum heilt ung lærdi Henny á Mei­arínum í Havn. – Eg var vanur at fara inn í Meiaríið at keypa eitt glas av mjólk við róma í. Tað var mest fyri at hitta Henny, sigur Børge við einum skálkabrosi. Meðan børnini vóru heilt smá, var Henny heima, men so fór hon út aftur at arbeiða. Hon arbeiddi tilsamans 37 og eitt hálvt ár á Føroya Gjaldstovu. – Mær dámdi sera væl mítt ar­ beiði. Tá ið eg gjørdist 67 ár, slapp eg ikki at arbeiða meira. Tað var eg sera hørm um. Mær hevði dámað sera væl at arbeitt nøkur ár afturat, sigur Henny Egholm. Bridge Egholm-hjúnini hava verið pen­ sjón­istar í nógv ár, men enn eru tey virkin. Tey gera tó ikki nakað serligt brúk av teimum tilboðum, sum eldrafeløgini ella eldraøkið í Tórshavnar kommuna bjóða sín­ um borgarum. – Eg plagi at spæla bridge eina ferð um vikuna. Eg spældi nógv, tá ið eg var yngri, og vit vunnu nógvar kappingar. Nú eru vit fýra, sum spæla fast eina ferð um vikuna, sigur Børge. Henny spælir eisini bridge. Hon er eisini von at vitja tvær vin­konur, sum hon hevur starv­ ast saman við, ið liggja á Ellis­heim­ inum í Havn. Annars er tað alt tað dagliga við hús og innkeyp, sum skal gerast. – Eg fari við bussinum, tá ið eg skal til handils. Onkuntíð merki eg, at posarnir kunnu vera eitt sind­ur tungir at bera, sigur Henny. – Tað er Henny, ið vaskar upp, held­ur reint, vaskar klæði og strýk­ur skjúrtur. Eg hevði ikki klárað meg uttan hana. Eg kann gera mat, baki breyð og smákakur onkuntíð. Tað dámar mær sera væl, sigur Børge Egholm. Funnið loysn á knútum Í 70 ár hevur ikki alt í hjúna­ lagn­um verið ljósareytt, og mein­ ingarnar hava eisini verið ymiskar. – Vit hava verið ósamd um ym­ iskt, men vit hava funnið út av tí, sigur Henny. – Tá ið eg byrjaði í Spari­kass­ an­um í 1946, fekk eg at vita, at eg hevði tagnarskyldu. Onkuntíð hevur Henny sagt við meg, tá ið eg havi hildið upp á eitt, og hon upp á okkurt annað, at eg kann bara tiga, tí at eg havi tagnarskyldu, sig­ ur Børge og flennir. – Eg eru vanur at siga, at smá­ lut­irnar kunnu vit kjakast um, men teir stóru trupulleikarnir loysa vit, sigur Børge. Tað er ikki øllum unnað at liva 70 ár saman í hjúnalagi, og tað eru eis­ini fleiri, ið fara frá hvørjum øðr­um. – Eg haldi, at fólk hava ov lítið tol í dag. Men tað eru eisini fleiri møgu­leikar í dag, sigur Henny Eg­ holm. Fingu stóra sorg Hesi 70 árini í hjúnalagi, hava hjún­ini eisini upplivað stóra sorg. Ser­liga var tað, tá ið sonurin, Janus, doyði í eini spreinging og so aftur fyri nøkrum árum síðani, tá ið sonurin, Suni, fekk álvarsligan skaða eftir ferðsluóhapp á motorsúkklu – nakað, sum seinni førdi til, at armurin varð tikin. – Tað var sera hart og eini stór­ ur smeitur fyri okkum. Tungt at koma ígjøgnum. Sonurin, sum fekk skaða, býr í kjallaranum. Vit royna at hjálpa, um tað er okkurt, vit kunnu hjálpa við, sigur Henny Eg­holm. Vinarpar hevur eisini jarnbrúdleyp Nú Henny og Børge Egholm kunnu halda jarnbrúdleyp, er eitt vinarpar hjá teimum, ið eisini kann halda jarnbrúdleyp. Tað eru hjúnini Heinina og Sigurd Gaard Hansen. Tey búðu fyrr í Tórsgøtu í Havn, men hava seinnu árini búð í Nólsoy. – Eg og Sigurd er vinmenn. Tað var serliga fyrr, at vit plagdu at møtast og vitja hvønn annan, sig­ ur Børge Egholm. – Síðani tey fluttu til Nólsoyar, hava vit ikki sæð tey so nógv, men vit hava onkuntíð verið og vitjað har. Nú er Børge eitt sindur lamin, og tað er ikki so lætt at ferðast. Men eg og Heinina tosa saman av og á, sigur Henny. Hóast tey kennast væl, hava tey vanliga ikki verið við at hátíð­ ar­hildið brúdleypsdagar hjá hvørj­ um øðrum. – Av tí at vit hava brúdleypsdag dag um dag, og tað hevur verið so nógv á skránni hjá okkum, hava vit ikki havt tíð ella møguleika at verið til dagin hjá hvørjum øðrum. Eg var tó við, tá ið tey høvdu silv­ urbrúdleyp. Børge var sjúkur og fekk ikki verið við, sigur Henny. Um tey síggjast til jarn­brúd­ leypið hjá hvørjum er enn óvist. – Vit fara nokk ikki til Nólsoyar, men kanska tey koma at halda dagin saman við okkum, sigur Henny. Stórt savn av myndum Ein av stóru áhugunum hjá Henny, eru myndir, og hon hevur fleiri tíggjutúsund av teimum. – Eg fekk áhuga fyri myndum sum heilt ung. Eg havi síðani tikið eina rúgvu av myndum, bæði av familjuni, av Havnini, av ferðum, vit hava verið í Føroyum og teimum mongu uttanlandsferðunum, vit hava verið. Allar myndirnar eru í albummun, og eg havi skrivað dato á hvørja mynd, eins og hvat sæst á myndini, og hvørjir per­ sónar eru á henni, sigur Henny. Av tí at hon hevur gjørt hetta alt sítt lív, hevur hon stórt savn av myndum, sum eru yvir eitt tíðarskeið á umleið 70 ár. – Fleiri, sum skriva bøkur, hava fingið myndir frá mær, tá ið tey til dømis skulu hava gamlar myndir av Havnini. Men nú eri eg givið við hesum, sigur Henny. Eitt av ítrivunum hjá Børga var at fara á flot. – Eg elskaði at fara út á fjørðin, sigur Børge Egholm. Ferðin er minkað Øll tey virknu árini, var nógv á skránni. Millum annað høvdu tey í fleiri ár eitt felag á Hamarsgøtu, sum skipaði fyri ymiskum felags­ til­tøkum. – Nú er ferðin minkað, men vit hava tað gott, sigur Børge Egholm. Jarnbrúdleypið verður hildið kom­andi leygardag. Vit hava verið ósamd um ymiskt, men vit hava funnið út av tí Tað var sera hart og eini stórur smeitur fyri okkum. Tungt at koma ígjøgnum Henny Egholm er 88 ára gomul Mynd: Álvur Haraldsen Børge Egholm er júst vorðin 90 ár Mynd: Álvur Haraldsen