hósdagur 13. februar 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 19
9
TEMA: At brenna út
At brenna út
ANNIKA KUNOY IM
37 tíma arbeiðsvikan er ein
innbilling. Vit arbeiða als ikki
bert 37 tímar um vikuna, nei
nú arbeiða vit meir, enn vit
nakarantíð hava gjørt. Og
danir arbeiða enntá meir, enn
fólk gera í flest øðrum lond
um, greiðir rithøvundurin og
leiðsluráðgevin Christian Ør
sted frá í metsølu bók síni »Lívs
hættislig leiðsla«.
– Vit eru tað landið í heiminum
við størstu arbeiðsmotivatión.
Hetta er mált eftir, um vit vildu
hildið áfram at arbeitt, líkamikið
um vit høvdu tørv á pengum,
sigur hann.
Tølini tala fyri seg. Kanning,
sum Gallup hevur gjørt, vísti
at 60 prosent av dønum hava
kent seg strongdar seinasta
árið. Talið var á 78 prosentum
hjá teimum, sum eru undir 35 ár.
Hvønn dag eru fleiri enn 35.000
danir sjúkrameldaðir við strongd
vegna arbeiði, og hvørt ár doyggja
1400 danir av strongd. Frá 1994
til 2003 hækkaði nýtslan av anti-
depressivum heilivági við 495
prosentum. Sambært danska
heilivágsráðnum vóru 24.000
danir í viðgerð við angistlinnandi
heilivági og 300.000 í viðgerð við
svøvnheilivági.
Christian Ørsted greiðir frá,
at fyri 100 árum síðani, svóvu
vit í miðal tveir tímar meir um
náttina, enn vit gera í dag. Og tá
leitaðu arbeiðsgevarar sær eftir
serkønari hjálp, fyri at fáa ar
beiðsfólkið at arbeiða harðari.
– Nú strevast vit , sum ongan
tíð fyrr, og vit hava enntá ringa
samvitsku um, at vit gera ov lítið.
Tað er ein andsøgn, tí danir eru
eisini á listanum yvir glaðasta
fólkaslag í heiminum. Vit verða
glað, tá vit fáa frá hondini og fáa
góð úrslit, sigur hann.
–Í dag vilja vit økja um fram
leidni men verða eisini noydd til
at seta ráðgevar innan strongd
til starvsfólkið. Hendan epi
demiin ávirkar samfelagið,
fyritøkur og børnini. Vit missa
skapanarevnini, innovatióna
og sambandið við tað, sum
hevur týdning. Eisini missa við
kappingarevni og renna alsamt
skjótari, uttan at vit fáa tey
neyðugu úrslitini. Orsøkin til
strongd á arbeiðsplássinum er
vánalig leiðsla. Lívshættislig
leiðsla. Men tað er ikki altíð, at
leiðarin er varugur við, at tað er
leiðslan, sum ger fólk strongd,
sigur rithøvundurin.
Biður um umberging
Í grein í danska blaðnum politik
en við yvirskriftini »Undskyld,
jeg var med til at fremme en
livsfarlig ledelsesform«, sigur
Christian Ørsted, at nýtímans
leiðsla leiðir til strongd og
sjúkrameldingar.
– Eg vil fegin biða um um
berging fyri allar tær ferðirnar,
eg sum ráðgevi havi verið á
arbeiðsplássum og prædikað um
smílandi leiðslu, ið leggur dent
á viðurkenning, sjálvsleiðslu og
sjálvsábyrgd. Tað var ikki rætt.
Tað ljóðar bæði demokratiskt og
sympatiskt, at ein leiðari hevur
áhuga fyri privatlívinum hjá
starvsfólki, at tey fáa fleksibilar
arbeiðstíðir, sleppa at arbeiða
heimanífrá og fyritøkan rindar
fyri snildtelefonina. Men í
veruleikanum er talan um lívs
hættisliga leiðslu, sum fær fólk
í túsundatali at brenna út, sigur
Christian Ørsted.
– Trupulleikin er, at vit
ongantíð vita, nær úrslitini hjá
okkum eru nóg góð. Frælsi til
at taka egnar avgerðir er vorð
ið eitt áhaldandi trýst til sjálvs
menning og stríð fyri at gera
arbeiði enn betri, sigur hann.
Hann greiðir frá, at hann
byggir kritikkin av modernaðu
leiðsluni bæði á gransking og
egnar royndir. Hann hevur
nevniliga sjálvur roynt at sita í
einum stavi við stórari ábyrgd
av at marknarføra eina vøru.
Hann arbeiddi bæði dag og nátt
og hevði torført við at avmarka
seg.
Sum ráðgevi hevur hann eisini
dugað væl at sagt øðrum, at tey
skulu duga at siga frá, men hann
greiðir víðari frá, at trupulleikin
er, tá arbeiðskarmarnir gerast
ógreiðir. Tað elvdi til, at eingin
hevði neyðuga yvirlitið, og
tí varð torført at seta mørk í
arbeiðinum. Arbeiði fylti eisini
alsamt meir. Tá prísvinnandi
marknaðarførings verkætlanin
var liðug, flutti Christian
Ørsted í kleystur saman við 310
tibetskum munkum.
– Trupulleikin er jú ikki hug
burðurin hjá tí einstaka, men
leiðsluhátturin – tann lívshættis
liga leiðslan. Individualiseringin
er ein botngøta, staðfestir hann
eisini.
Fer inn í sálarheilsuna
Í fleiri ár arbeiddi Christian Ør
sted sjálvur við lívshættisligari
leiðslu sum leiðsluráðgevi hjá
stórum ráðgevingarfyritøkum.
Hann sigur, at hann hevur upp
vant leiðslu í túsundatali í viður
kendum leiðslu mannagongdum.
Men, tá hann síðani er komin
aftur á arbeiðsplássini og hevur
tosað við starvsfólkið, so hevur
hann funnið útav, at tað er ikki
alt, sum leiðslan fær at vita. Ofta
standa starvsfólk einsamøll við
ábyrgdini og halda, at tey tykjast
illoyal og ósjálvsstøðug, um tey
gera vart við seg og finnast at
nøkrum.
– Vit skulu hava áhuga í
og hugsa um onnur, men tað
sum vit uppliva í dag er mis
skilt umsorgan. Fyritøkur vilja
ikki einans eiga okkum fysiskt,
men tær vilja eisini eiga okkum
sálarliga. Ein sálarfrøðilig
greining er farin fram, og nú
fer man heilt inn í sálarlívi
hjá einstaklingum. Ofta sigur
leiðslan, tá starvsfólk verða
strongd, at tey hava trupulleikar
í húnabandinum ella eru ov
perfektionistisk ella framsøkin.
Eisini er vanligt, at leiðslan
sendir starvsfólk til ein coach,
so tey aftur kunnu finna hugin
til arbeiði og svarini í sær sjálv
um. Tað minnir um kinesisk uni
versitet og trúarbólkar, ið heila
vaska menniskju, sigur hann.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
– Vit eru meir stongd og útbrend, enn vit nakrantíð
áður hava verið – fólk í hópatali gerast álvarsliga
sjúk av óskipaðum arbeiðsumstøðum. Samstundis
hava vit ongantíð áður verið so produktiv, sum
vit eru í dag. Hetta er ein álvarsamur trupulleiki,
ið leiðsla á arbeiðsplássum í høvuðsheitum eigur
ábyrgdina av, sigur kendur danskur rithøvundur
Orsøkin til strongd á
arbeiðsplássinum er vánalig
leiðsla. Lívshættislig leiðsla.
Men tað er ikki altíð, at leiðar
in er varugur við, at tað er
leiðslan, sum ger fólk strongd
FYRITØKUR VILJA EIGA OKKUM
FYRITØKUR VILJA EIGA OKKUM
- BÆÐI FYSISKT OG SÁLARLIGA
- BÆÐI FYSISKT OG SÁLARLIGA